týsdagur 10. november 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 46 • 9. november 2015
44
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
Í nógv ár hevur Nordjysk Lift havt eina deild í Føroyum,
sum hevur leigað ymiska arbeiðsútgerð til bæði privat og
vinnuligt virksemi. Men nú hava teir báðir Geir Wardum og
Eyðun Egholm, ið báðir hava starvast í fyritøkuni í fleiri
ár, saman við Christian Nagata sum íleggjara, yvirtikið
føroyska partin og sett á stovn nýggja felagið Lyfta, sum
nú er ein føroysk fyritøka í føroyska samfelagnum
Av og á hava vit øll tørv á onkrari
útgerð, sum vit ikki eiga heima við
hús, tá ið vit gera okkurt arbeiði.
Tað kann til dømis vera, at man
skal upp at mála ein kvist, og at
man ikki hevur ein hóskandi stiga
ella eitt stillads. Í slíkum førum er
eitt gott mið at leita sær niðan á
Hjalla 30, har fyritøkan Lyfta, sum í
farnu viku kom á føroyskar hendur,
heldur til.
Góð 10 ár á baki
Tað var í 2003, at Eyðun Egholm á
fyrsta sinni byrjaði við arbeiðnum
at hava eina fyritøku, sum skuldi
leiga ymsa arbeiðsútgerð til bæði
vinnulív og privat.
Við árslok í 2003 kom so
samstarv við Nordjysk Lift í lag.
Fyrstu tíðina varð hildið til úti við
Velbastaðvegin, men í 2008 bleiv
flutt niðan á Hjalla, har teir bygdu
sær sín egna bygning. Tá var Geir
Wardum komin afturat Eyðun
Egholm at starvast í felagnum.
– Vit gjørdu næstan alt sjálvir.
Vit fingu eitt sindur av hjálp frá
fakfólki til ávísar uppgávur, men
sum heild gjørdu vit tað mesta
sjálvir, greiða teir báðir frá.
Fleiri enn 500 ymisk
eindir at leiga út
Í farnu viku yvirtóku teir báðir,
Eyðun Egholm og Geir Wardum,
virksemið hjá Nordjysk Lift í
Føroyum.
Tað hevur verið eitt ynski hjá
okkum báðum í langa tíð, men
tað hevur verið ein drúgv tilgongd
at fáa hetta í lag, siga teir, sum
harumframt hava fingið Christian
Nagata við í fyritøkuna sum
íleggjara.
Teir báðir hava sum áðurnevnt
drúgvar royndir á økinum, tí teir
hava starvast í fyritøkuni leingi, og
teir kenna tí føroyska marknaðin og
ikki minst viðskiftafólkini.
– Vit hava verið við øll árini,
og tí kenna vit allan marknaðin.
Vit kenna eisini allar maskinurnar
og alla útgerðina, sum vit hava,
og vit vita, hvørja útgerð ymsu
viðskiftafólkini hava tørv á, siga teir
báðir.
Úrvalið av eindum, sum Lyfta
hevur at bjóða, er ógvuliga
víttfevnandi. Tilsamans er talan um
fleiri enn 500 ymiskar eindir.
– Vit hava alt líka frá einum
skrúvublað til eina lyftu, sum røkkir
30 metrar upp. Vit hava næstan alt,
sum man kann standa og mangla í
sambandi við eina arbeiðsuppgávu,
siga teir á Lyfta.
Lættir um hjá fyritøkum
Men er tørvurin á eini slíkari
fyritøku stórur í Føroyum.
– Tað meta vit, at hann er. Vit
eru einasta fyritøka í Føroyum, sum
burturav fæst við útleigan av slíkari
útgerð, og vit vita, at tað er ein
marknaður fyri hesum í Føroyum.
Vanligu føroysku fyritøkurnar hava
ikki tørv á at eiga alskyns útgerð
sjálvar, tí at í flestu førum er talan
um útgerð, sum man ikki brúkar
so ofta. Tí hevði tað bara bundið
pengar hjá eini slíkari fyritøku
at keypa til dømis eina lyftu ella
okkurt annað. Nú kann fyritøkan
ístaðin leiga tað frá okkum, og vit
taka okkum av at fáa útgerðina
út til kundan, og vit taka okkum
av øllum viðlíkahaldi. Tað vil siga,
at kundin bara fær útgerðina
koyrda á arbeiðsstaðið, tá ið hon
skal brúkast, og tá ið hon ikki skal
brúkast meira, koma vit eftir henni,
greiða teir á Lyfta frá.
Ein náttúrlig gongd
Fyri teir báðar Eyðun Egholm og
Geir Wardum er tað náttúrligt, at
teir nú hava yvirtikið fyritøkuna, og
sjálvir eiga tað, sum teir fáast við
til dagligt.
– Tað eru vit báðir, sum altíð
hava verið andlitið út til føroysku
kundarnar, men nú er munurin so
tann, at tað eru vit báðir, sum eiga
og hava avgerandi orðið. Fyrr bleiv
alt fullkomiliga stýrt úr Danmark,
siga teir.
Teir halda tað hevur nógv at
siga, at Lyfta nú er vorðin ein
føroysk fyritøka í tí føroyska
samfelagnum, og teir eru
sannførdir um, at útlit eisini eru fyri
vøkstri í framtíðini.
Men sambært teimum trimum
eigarunum av Lyfta hevði tað ikki
borið til at yvirtikið fyritøkuna uttan
vælvild frá fíggingarstovninum.
– Tað hevði ikki borið til, uttan
gott og tætt samstarv við góð
an sakførara og vinnudeildina í
BankNordik, sum hevur staðið fyri
fíggingina, sigur nýggi nevndarfor
maðurin, Christian Nagata.
virkisvitjan
Lyfta á fø