Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. november 2015 · Nr. 130 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Í dag – mikudag – skal Henrik Old, lands­stýr­is­maður, svara einum fyri­spurn­ingi frá Heðin Mortensen um Skála­fjarðartunnilin. Løgtingsmaðurin, sum eisini er borg­ar­stjóri í Havn, vil vera við, at prísurin fyri tunnilin fer at verða mun­andi hægri enn tann karm, sum løg­ting­ið hevur samtykt, tvær mill­i­ ard­ir krónur. Heðin Mortensen sigur, at um tað verð­ur borið saman við norskar prís­ ir, so meta fólk í vinnuni, at samlaði kostn­að­ur­in fyri Eysturoyar- og Sand­oyartunnilin í dag liggur um tríggjar mill­iardir krónur. Er tað so sum Heðin Morten­sen sig­ur, so er verkætlanin munandi dýr­ari – og so hev­ur løg­ting­ið tik­ið støðu út frá skeivum fortreytum. Tí er hetta álvarsaman við­merk­ ing­ar, sum borgarstjórin í Havn hev­ ur til hetta málið. Tað er altíð lætt at seta fingurin á av­gerð­ir um stórar útbyggingar. Og rætt­iliga ofta gongur galið, sum Markn­a­gils­dep­il­in eftir øllum at døma verður eitt dømi uppá. Men vit hava hoyrt sjónarmiðini fyrr. Tá vit í 1988 fóru undir at gera Vága­tunn­ilin, vóru nógvar at­finn­ ing­ar. Ringu tíðirnar elvdu til, at einki bar til, og at einki skuldi bera til. Tí varð tann tunnilsætlanin steðg­að við lóg. Øll uttan tey í Vágum, sum av inn­ asta hjarta ynkstu sær fast samband um Vest­mannasund, vóru samd um, at tann verkætlanin var púra galin. Fyri ikki at tala um fast samband um Leir­víks­fjørð. Tað var eisini ein fiskasølustjóri, sum al­ment talaði at, tá menn fóru at tosa um at gera tunnilin millum Kald­baks­botn og Signabø. – Ein púra ør verkætlan, sum bara kost­aði skattaborgarunum pengar. Vit høvdu ein luksusveg at koyra efti­r, Oyggjarvegin. Og hvat bilti tað, um tað ikki var koyr­andi ein dag ella tveir um árið, varð spurt. Sama var, tá nýggja landsstýrið í 1975 keypti nýggjan Smyril, Mortan Mols, at røkja suðuroyarsiglingina. Tað var eisini púra ørt, tí skipið var alt ov stórt. Allar hesar ábreiðslur fullu tó til jarðar, og tað vísir bara aftur, at allar sam­ferðslu­útbyggingar, sum verða gjørdar, eru góðar og verða brúktar og gera samfelagsgagn. Men tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til at gera alt í senn. Og sjálvandi skal skil vera í. Neyvan hevur nakar log­ið fyri løgtinginum við vilja fyri at fáa verk­ætl­an­ir­nar at síggja bíl­ig­ ari út, enn tær í veruleikanum eru. Men er bara nakað um tað, sum Heð­ in Mortensen sigur, so skal tað sjálv­ andi kann­ast og lýsast gjølla. Tað er al­tíð skilgott, at taka slíkt um og meta um, hvat nú er rættast at gera. Men tað verður ringt at finna eina sam­ferðslu­út­bygg­ing í Før­oy­ um, sum ikki hevur gagnað sam­fel­ ag­num. Tað fara nýggju tunlarnir helst eisini at gera, men skil skal vera í! Mótstøðan hvørvur sum døgg fyri sól allar útbyggingar gagna p idlar.fo Undir­ haldandi at lurta eftir Rás2 Tíðindi síða 12 Upp í 340 megabit Tíðindi Síða 17 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! – Við hvørji heimild hev­ur Heilsufrøðisliga Starvs­stov­ an noktað matvøruhandlum at lata avlopsmatvørur til felagsskapir, sum býta mat út til treingjandi familjur? Tann spurningin vil Bill Justinussen hava Poul Mich­elsen, landsstýrismann í vinnu­málum, at svara á ting­fundinum í dag. Hann spyr eisini, um søla av matvørum og ó­keyp­is útflýggjan av mat­vør­um verður við­far­in eins í heim­ ild­um hjá Heilsu­frøð­i­ligu Starvs­stovuni. – Er talan um eina ein­ staka hending ella er for­boð­ ið galdandi generelt, vil Bill Just­in­ussen hava at vita. Og tann síðsti spurn­ing­ urin er, hvat lands­stýr­is­mað­ ur­in fer at gera, fyri at mat­ vør­u­handlar fram­hald­andi kunnu lata av­lopsvørur til teirra, sum tørva, heldur enn at burt­ur­beina matin. Bill Justinussen sigur, at sam­bært tíðindum í farnu viku verða nógvar familjur rakt­ar av, at Heilsufrøðisliga Starvs­stovan hevur noktað mat­vøru­handlum at geva av­lopsvørur burtur. Í mong ár hava hjálparfelagsskapir borið mat út ókeypis til treingj­andi barnafamiljur. – Hetta hevur í fleiri før­ um verið av­gerandi fyri, at børn í okkara samfelag ikki hava sitið svong. Tá nú al­ menni myndugleikin við lóg­ini í hond steðgar hes­um virksemi, má lands­stýr­is­ mað­ur­in, sum er ovasti fyri­ sit­ing­ar­ligi mynd­ug­leiki á øki­num, greiða frá um­støð­ unum. Hví tey ikki at geva fátkum mat? Tað var tí ikki rætt, at banka­ nevnd­in í 2005 gav Jan­usi Pet­ er­sen ó­hoyrt stóru frá­far­ing­ar­ løn­ina upp á 10 milliónir krónur Tað var ikki nevndin í Før­oya Banka frá 2005, sum gjørdi ovurhondsstóru frá­far­ing­ ar­av­taluna við Janus Pet­er­ sen, sum tryggjar honum út við 10 milliónir krónur hesi næstu trý árini, meðan hann kann leita sær eftir nýggjum arbeiði. Á hesum stað brikslaðu vit Jóhan Páll Joensen, Høgna Hansen, Jóhannus Egholm Hansen, Rúna M. Hansen og Jógvan Jespersen fyri í 2005 at hava gjørt hendan sáttmálan við Janus Petersen. Bankin var almennur í 2005, og tí hildu vit hesa avtalu vera enn meira margháttliga. Men hóast stjórasáttmáli ó­ivað er gjørdur í 2005 – so er hann munandi broyttur seinni, er okkum upplýst. Løn­ in sum Jørn Astrup Han­sen fekk var av heilt øðrum dim­ en­si­ón­um. Hóast vit ikki hava fingið fing­ið innlit í stjórasáttmálan hjá Janusi Petersen, so hava vit fing­ið at vita, at hóast tað var hend­an nevndin, sum setti Jan­us Petersen, sum stjóra, so var hesin super stjóra­sátt­mál­ in ikki gjørdi av hesi nevndini. Sum skilst er hann bøttur til stjórans fyrimun seinni. Tað var eftir øllum at døma nevnd­in, sum sat í 2008, sum gav stjór­anum ella stjórunum stóra løn­arhækking. Hetta var ár­ið eftir, at bankin fór á Børs­ in og varð partvíst priv­at­i­ser­ að­ur. Tá fóru saml­aðu stjóra­ løn­ir­nar úr 3.137.000 krón­ur upp í 5.106.000 krónur. Tað er ein løn­ar­hækk­ing upp á 62,77 pro­sent. S í ð s t a heila árs­ løn­in, sum Jørn As­t­ rup Han­ sen fekk – sam­an við løn­ini hjá Jan­ u s i Petersen, sum tá var var­a­ stjóri – var tilsamans 3,4 milli­ ón­ir krónur. Tað er tað sama, sum Janus Petersen nú fekk einsa­mallur – og fær næstu trý árini! Av teimum áður nevndu nevnd­ar­limunum var tað bara Jo­han Páll Joensen, sum sat í nevndini í 2008. Hann fór frá á aðalfundinum 14. mars í 2008. Hinir fóru allir frá í 2007 og 2006 og hava tí ikki havt á­virkan á broyttu stjóra­løn­ir­ nar í 2008. Nýggjur nevndarformaður frá mars 2008 var Klaus Ras­ mus­sen. Hann sat sum for­ mað­ur til hann ikki var vald­ur aftur í nevndina á að­al­fund­i­ num í 5. mai í ár. Tá vóru tveir teir størstu partaeigararnir so mis­nøgd­ir við nevnd og stjórn bank­ans, at øll nevnd­in varð varp­að á dyr – og seinni stjór­in eis­ i­ni. Bankaleiðslan fekk 63 prosent í lønækking í 2008 Leif Erik Niclasen hevur í fleiri ár savanð inn mat frá handlum og býtt út til fólk, ið treingja