Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. november 2015 · Nr. 130 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Hann situr sína triðju setu sum býráðsformaður í Havn og hevur áður sitið seks ár á tingi, men kortini er hann millum tey nýggju, sum velj­ ar­arnir settu á ting 1. sep­ temb­er. Heðin Mortensen, býráðs­ formaðurin í Havn, verður 70 ár í apríl, men kortini er hann framvegis fullour av orku og hugskotum og móti uppá at gera seg galdandi í landspolitikki. – Ongin skal ivast í, at eg havi hug at blanda meg í landspolitikk. Fyrst og fremst tí eg vil hava ting at henda og tað gera tey ikki utt­an so, at politikarar taka av­gerðir. So einfalt er tað, sigur Heðin Mortensen. Tað er ikki tí, at hann hev­ur ov lítið at gera, at hann nú eisini situr í Løg­ ting­in­um, har hann er við í formansskapinum… Hend­an dagin vit hitta hann á bý­ráðs­skrivstovuni í Havn eydnast akkurát at sleppa inn ímillum nak­rar av hansara fundum. Beint eftir samrøðuna er sam­gongu­ fundur í býráðnum. – Ja, býráðið fyllir nógv. Tí segði eg undan valinum, at um eg varð valdur, so fór eg ikki úr býráðnum, men fór at royna at røkja bæði álitisstørvini. Eg havi sett mær sjálvum eina royndartíð uppá eitt ár – so taki eg enda­ liga støðu, sigur hann. Bleytu virðini Býráðsformaðurin í Havn hevur í seinastuni verið mest frammi í fjølmiðlun­um í sam­bandi við havna­út­bygg­ ingina í Havn og í sambandi við ymsar bygnignar, sum kommunan eigur. Men í landspolitikki hev­ ur hann onnur hjartamál. – Tað eru tey bleytaru virðini, sum eg havi størsta áhu­g­an fyri. Fyrst og fremst fyri at tryggja, at tey eldru í sa­m­felagnum hava tað gott, men eisini at onnur bleyt virð­ir, sigur hann. Hann nevnir, at tað skal bera til hjá ungum ein­stak­ ling­um at búgva í landinum við sømiligum korum og at tað skal bera til at lesa hægri lesnað í landinum og sam­ stundis liva væl. – Vit tosa um at fáa ung fólk aftur til Føroyar, men vit gera alt ov lítið fyri tað. Eg veit ikki hvussu mong ár, vit hava tosað um at skaffa lestraríbúðir til fólk, uttan at vit hava gjørt nakað serligt við tað. Hetta ber ikki til. Vit mugu taka avgerðirnar og so fara í gongd, sigur Heðin Mort­ensen. Politikararnir hava ábyrgdina Býráðsformaðurin í Havn hoyrir til teirra, sum halda, at tað eru politikararnir, sum skulu taka avgerðirnar og ikki eitt embætisverk. – Sjálvandi skulu vit lurta eftir, hvat embætisverkið hev­ur at siga, men vit koma ong­an veg um vit bert síggja forð­ingar. Vit noyðast at síggja møguleikarnar og ganga tær leiðirnar. Tað er ov snævurskygt bert at siga, at onki ber til. Tí mugu vit alla tíðina koma við nýhugs­ an­um og skumpa undir em­ bætisverkið, sigur hann. Hann sigur, at tað ofta er soleiðis, at embætisfólkini, hvør í sínum lagi, heldur royna at síggja forðingar enn loysnir á málum. – Tað er fyrst og fremst fyri at tryggja seg sjálvan. Eg havi onki ímóti, at em­bætis­ fólk koma við tilmælum, sum eru ímóti tí, sum politik­ ararnir ætla, men tað eru altso politikararnir sum taka avgerðirnar og harvið hava tey eisini ábyrgdina, sigur Heðin Mortensen. Býráðsformaðurin í havn heldur, at við viti og skili kem­ur ein langt. Til dømis vísir hann á ætl­aðu havnaútbyggingina undir Skansanum í Havn. Tað var ein stór ætlan, sum var løgd fram, men eftir at borgarar og myndugleikar høvdu sagt sína meining, so bleiv ætlanin endurskoðað. – Nú verður havnaútbygg­ ingin gjørd, men uttan at hetta fer at ávirka Skansan og útsýnið haðani og vit fáa eina havn, sum nøktar tann tørvin, sum vit hava fyri út­ bygging, sigur hann. Lurta eftir borgarunum Heðin Mortensen er ein politikari við drúgv­um royndu­m, bæði í lokal­poli­ tikki og landspoli­tikki. Hann sigur, at tað er um­ ráðandi alla tíðina at lurta eftir, hvat borgarin í sam­ felagnum vil, men sam­stund­ is er eisini neyðugt at duga at skera ígjøgnum. – Tað eru vit, sum eru vald at taka avgerðirnar, men ein má duga at lurta og so velja røttu leiðina. Vit mugu taka avgerðir fyri at flyta samfelagið fram á leið. Við­hvørt taka vit skeivar avgerðir, men tað er eisini ein partur av okkara arbeiði, sigur hann. Hann finst at, at í lands­ politikkinum verður ofta tosað ov nógv, meðan tað stendur á at koma til niður­ støður, so arbeiðir kunnu gerast. – Vit mugu síggja loysn­ irnar heldur enn forðing­ arnar, tí tað skal til. Annars stendur alt í stað og onki hendir. So flyta vit okkum ikki fram á leið, sigur Heðin Mortensen. Meira á síðu 6 NÝHUGSAN SKAL TIL OG AVGERÐIR MUGU TAKAST Heðin Mortensen er nývaldur á ting fyri Javnaðarflokkin á hesum sinni, men hann hevur nógvar royndir við í ryggsekkinum MELDURIN Heðin Mortensen Javnaðar­ flokkurin • 69 ár • Giftur, fýra vaksin børn • Borgarstjóri í Havn • Formaður í Føroya Kommunufelag