Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 13. november 2015 – Tey skuldu heldur sagt ja og lært av royndunum Tá uppskotið um at stuðla privatar miðlar var fyri í løgtings mentanarvend í vár, hevði nevnd­in boðið ymsum pørtum inn at siga sína hugs­an. Ein av hesum pørtum var fakefelagið hjá før­oysk­um journa­list­ um, sum sáplaði upp­skot­ið nið­ur. Sambært formanninum í mentanarnevndini var tað ein av høuvuðsorsøkunum til, at málið var súlt­að. Øssur Winthereig og onnur við privatum á­huga­mál­um í, at stuðulin ikki varð býttur út til sið­bundn­u miðlarnar, sáplaðu milt sagt upp­ skot­ið niður. Í Sosialinum mánadagin segði Øssur Winth­er­ eig, at teimum ikki dámdu, at starvsfólkaút­reiðsl­ ur frá árinum fyri skuldu vera grundalag fyri stuð­ul­i­num – tí so fór tað at líkjast rakstr­ar­stuðli. Hann tosaði eisini um vanda fyri, at upp­skotið fór at »fastlæsa føroyska miðla­markn­að­in«. – Tað er kanska trupult at eggja nýggjum at fara undir miðlavirksemi við hesum uppskoti, tí tað inniheldur als ikki byrjunarstuðul, segði Øssur Winthereig. Tað er gamla søgan umaftur, at tað er ein trupulleiki, um »hini fáa«. Nevndin í Føroyskum Miðla­fólk­um – har øll eru fríyrkisfólk – heldur, at miðlarnir, sum hava fólk í starvi og rinda fólki løn, skulu ikki hava stuðul. Heldur skulu frí­yrk­ is­fólk­ini fáa »byrjunarstuðul« til sín egna miðil. Summi fólk halda, at skulu tey undir eitt hvørt vinnuligt virksemi, so skal onkur annar gjalda íløguna. Men tað er ikki rætti hugburðurin, harra Øssur Winthereig. Tì tað kost­ar at seta vinnuvirksemi í gongd. Eisini fjøl­miðla­vinnu­ virksemi. Hinvegin kunnu gerast skipanir, sum stimbra red­ak­ti­ó­nella virksemið, sum vit kenna úr øðr­ um lond­um. Fyrr var tað við útberingarstuðli, nú er tað – eftir at alternativir internetmiðlar eru komnir – við at stuðla redaktiónum í mun til fram­leiðslu og haravstandandi útreiðslum, sjálv­sagt. Miðlahúsið rindar til dømis almenna Posta fleiri millónir krónur um árið. Tað ger eingin annar privatur miðil. Her kundi man kanska funnið onkra afturbering ella avsláttur. Tað ber til at reka fjølmiðlavirksemi á priv­at­ um grundarlag í Føroyum. Men tað kann stimbr­ ast, so tað gagnar nógv meira samfelagsliga og ment­an­ar­liga. Spell at fakfelagið hjá journalistinum hesa­ferð skuldi leggja fót fyri hesum – og at landsstýrið tí heldur fer at nýta pengarnar til parkeringspláss uttan fyri Kringvarpið – av øllum. Úrslit hava størri týdning enn sjálv­ sagdir spurningar og sjálvsøgd svar Eitt mál um eitt praktikkpláss í Kringvarpinum er enda sum eitt mál í løgtinginum. Tað hendir, eftir at ein næmingur á Danmarks Medie- og Journalisthøjskole í Arhus ikki fekk praktikkpláss í Kringvaprinum, tí tey høvdu ikki ráð. Nú hevur løgtingsmaðurin Ingolf S. Olsen, sum sjálvur hevur journalistútbúgving av sama stovni, sett mentamálaráðfrúnni, Rigmor Dam, sum eisini hevur fortíð sum journalistur, spurningin, um hon heldur tað vera í lagi. Sjálvandi fer Rigmor Dam ikki at halda, at tað er í lagi. Tí sjálvandi eigur Kringvarpið at taka journalistlesanid í praktikk. Ingolf S. Olsen spyr eisini ráðfrúnna, um hon ætlar at gera ein nýggjan public service sáttmála við Kringvarpið – tí tann gamli er farin úr gildi fyri tveimum árum síðani. Annaðhvørt hevur Mentamálaráið ikki viljað gjørt nýggja sáttmála – ella hava tey gloymt hann. Ingolf Olsen fær helst svar sum hann spyr – og eingin hevur forspurt seg. Men bæði Ingolf og Rigmor kenna trupulleikarnar hjá føroysku fjølmiðlunum bæði innanífrá og uttanífrá. Brúkið nú ikki tíðina til at spyrja og svara sjálvsagdar spurningar, sum tit bæði kenna svarini upp á framman unda. Nú eru tit bæaði har, sum tit vilja vera. Gerið nú nakað til nyttu, gerið mun! Tað manglar hálv onnur millión í hjá løgtinginum at gjalda landsstýrislønir Men tað er eingin trupulleiki, tí tað er ein lóg sum sigur, at landsstýrisfólk skulu hava sína løn. Av tí at Jørgen Niclasen í galdandi fíggjarlóg hevði roknað seg fram til, at bara trý landsstýrisfólk skuldu skiftast út aftan á valið, so mangla nú hálvonnur millión krónur í at gjalda bæði fráfarnum og nýggjum landsstýrisfólkum løn. Men tað verður bara orðnað við eini samtykt í løgtinginum. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður hevur lagt uppskotið fram. Øðrvísi er við teimum treingjandi børnunum, sum landsstýrið – tá tað var andstøða – vildi hjálpa. Áðrenn eitt lógaruppskot um tað kann koma í gjøgnum løgtingsmylluna, so kostar tað valla meira enn 1,5 milliónir krónur. Kanska pengarnir fóru betur til barnafamiljur í fátækaváða? Hvussu skulu fólk annars velja tann flokkin, tey hava álit á? Miðlafólk forpurraðu miðlastuðul 1,5 mió eyka til landsstýrisfólk Fór betur til børnini Uppskotið um barnaískoytið Les eisini blaðið á telefonini Strámannabúðin Føroyar Tíðargrein síða 28-29 Ársins sjúka er invidia Umaftu rafturum síða 40 Visti tú? At bløðini fyri 7 árum síðani høvdu yvir 100 fólk starvi? Nú eru tey undir 30! Fyrrverandi andstøðan, sum nú er samgonga, ætlar at loysa málið næsta ár... 6. mai: Uppskot um serligt barnaískoyti lagt fram á tingi 8. mai: Uppskot um serligt barnaískoyti til 1. viðgerð á tingi 13. mai: Uppskot fall í løgtingium 11-16-0 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri fær svarið hann biður um Fjølmiðlamaður spyr fjølmiðlakonu