Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2015 SOSIALURIN 131 4 Seinasta árið er talið á løntakarum í fiskivinnuni vaksið við 240 U ppgerð hjá Hagstovu Føroya vísir, at nú eru eins nógvir løntakarar í fiskivinnuni og alivinnuni, sum tað vóru fyri tveimum árum síðani. Í 2013 vóru 4.168 í fiski- og alivinnuni, men í fjør fall talið við 240 løntakarum. Nú Hagstovan hevur gjørt nýggja uppgerð vísir hon, at fiskivinnan hevur skapt nýggj arbeiðspláss, og í august vóru 4.138 løntakarar í fiski- og alivinnuni. Vøksturin seinasta árið hevur verið góð fimm prosent, sum svarar til 210 fleiri løntakarar enn fyri einum ári síðani. Í tænastuvinnunum er framgongdin eitt sindur lakari, privatar tænastuvinnur hava ein vøkstur upp á 1,9% meðan almennar tænastur hava eina framgongd upp á 2,3% seinasta árið. Svenska kongshúsið vil lata nakrar av sínum bygningum upp fyri flóttafólki Seinastu mánaðirnar hevur Svøríki havt stóran vøkstur í talinum á flóttafólki, ið koma til landið. Hetta hevur lagt trýst á svenska samfelagið, og myndugleikarnir hava játtað fleiri pengar til økið. Í svenskum miðlum hevur verið spurt, hví svenska kongshúsið ikki kann vera við til at hýsa flóttafólki, og har er svarið, at tey eru sinnað at hjálpa. Tað verður ikki slottið í Stockholm, sum verður latið upp fyri flóttafólki, men kongshúsið varðar av øðrum bygningum, sum kunnu brúkas til endamálið. Stovnurin Statens Fastighetsværk, sum umsitur bygningarnar hjá kongshúsinum, sigur, at tey eru sinnað at innrætta bygningar til íbúðir til flóttafólk, um kongurin gevur boð um tað. Stjórin fyri Statens Fastighetsværk sigur, at langt frá allir bygningar hjá kongshúsinum kunnu brúkast til flóttafólk, tí nógvir av bygningunum eru gamlir og friðaðir, men helst eru onkrir bygningar, sum kunnu brúkast til endamálið. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 10-15 m/s 5-10 m/s 15-23 m/s 8-13 m/s 3-8 m/s 15-23 m/s av vestri og útnyðringi, eitt skifti kanska stormur við 25 m/s og hørðum hvirlum. Seinni minkandi til 13-18 m/s av vestri. Um náttina 10-15 m/s av útnyðringi. Alt døgnið skýggjað og ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig, um náttina niður í 3 stig. Mánadagur 5-10 m/s av suðri og landsynningi, sum fer í eystan og útnyðring og veksur upp í 8-15 m/s. Skýggjað og regn, onkur tíðarskeið ælaveður. Um náttina 10-15 m/s av útnyðringi, skýggjað og ælaveður. Hitin alt døgnið millum 4 og 8 stig. 3-8 m/s av ymsum ættum. Út á dagin 13-18 m/s av eystri og landnyðringi. Skiftandi skýloft og turt, út á dagin kemur regn sunnanífrá. Um náttina 5-10 m/s av landsynningi og suðri, skýggjað og regn. Hitin alt døgnið millum 4 og 8 stig. 5-10 8-13 m/s av vestri og útnyðrngi, fyrst á degnum upp í 15 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina minkar vindur niður í 5-10 m/s av vestri. Klárari og bert onkur æl. Hitin millum 2 og 6 stig. Vikan ið fór Hoyrt á løgtingi: »Betri er at vera fyrivarin enn eftiransin« Sæð á Facebook: »Tað virkar næstan sum um at tá Eyðgunn sigur »bla-bla-bla«, so meinar hon »bla-bla-bla« ...« Hesa vikuna verður sonevnda dramakonsertin Rósa Maria framførd í Norðurlandahúsið. Talan er um uppruna føroyska verk, sum byggir á søgu hjá Jens Paula Heinesen. Fleiri ymiskar lagnur í Havn verða flættaðar saman í eitt nútímans drama um svik, sorg, kærleika, kæti, tráan og trongd. Unga gentan Rósa Maria stendur í miðjuni. Bergur Rasmussen hevur skrivað orðini, og Jónleif Jensen. Orkestur, solistar og kór framføra stóra verkið, og útseld er til allar fimm konsertirnar. Tvey nýggj føroysk stuttsøgusøvn koma út. Ingun Christensen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð hava skrivað Handlar og fyritøkur skylda í løtuni landinum 62,2 milliónir í mvg Tríggir spælarar hjá FC Suðuroy skulu nú venja liðið. Teir eru lokali Palli Augustinussen og útlendingarnir Mamuka og Ioba. Trý fólk verða flutt á sjúkrahús eftir álvarsamt ferðsluóhapp við Streymin Ingibjørg Berg hevur sagt seg úr starvi sum kommunustjóri í Tórshavnar kommunu. Alt virksemi hjá Landsverki í Hundsarabotni umfevnandi grótbrot, skervverk og asfaltverk er nú umhvørvisgóðkent av Umhvørvisstovuni. 455 fólk hava undirskrivað eitt mótmælisskriv til Runavíkar kommunu ímóti ætlanini at lata sambýlið á Skála aftur. »Dramakonsert« Fiskivinnan skapt nýggj arbeiðspláss Svenska kongshúsið vil hýsa tilflytarum LØNTAKARAR MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt løntakarar vóru í Før­oy­ um í august, vísir upp­ gerð hjá Hagstovuni 24.795 MANGT OG HVAT Visti tú? at 50 milliónir fólk vitjað Times Square í New York um árið. Gøtan er triðmest vitjaða ferðamál í heiminum FLÓTTAFÓLK Seinasta árið eru 210 løntakarar komnir afturat í fiskivinnuni. drama: (sjón)leikur, leiklist Konsert: (almenn) tónleikaframførsla Í næstum sleppa flóttafólk helst at búgva í bygningum hjá svenska kongshúsinum