hósdagur 12. november 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. november 2015
sosialurin 131
24
Dramakonsertin Rósa Maria verður í hesum døgum
spæld fyri fullari høll í Norðurlandahúsinum. Sangirnir
byggja á søgur úr savni við sama navni eftir Jens Paula
Heinesen, men eru eitt sindur fittari og romantiskari
Dorit Hansen
Ørkymlandi er tann vaksna verð!
Hevði eg bert verið barn!
lítil, fitt og góð ...
Soleiðis syngur Eva Maria
Brynhildardóttir sum Rósa Maria
í síðsta sanginum á stóru drama
konsertini Rósa Maria, sum Bergur
Rasmussen hevur skrivað og Jónleif
Jensen hevur gjørt tónleik til.
Og lat meg bara siga tað beinan
vegin, tað er ein stórsligin konsert.
Hóast talan ikki er um leik ella
musikal, og pallurin bara hevur
nakrar heilt fáar rekvisittir, so er
einki spart, tá tað kemur til tónleikin.
Fimtan einastandandi solistar,
tvey kór og eitt ótrúligt orkestur.
Bernharður Wilkinson stjórnar
kórum og orkestri, Elin á Rógvu hevur
leikstjórnað, og Michael er Koba
framleiðari og pallstjóri. Í kórunum
og samansetta orkestrinum eru upp í
móti 50 av bestu sangarunum og tón
leikarunum í Føroyum, umframt eina
íslendska stjørnu.
Eg skal lata onnur kønari fólk
meta um tónleikaligu dygdirnar, men
havi tó hug at nevna fjølbroytni í tón
leikamyndini. Stilla samanspælið
millum klassiska guittaran hjá Ólavi
Jakobsen og djúpu selloina hjá
Andreasi T. Restorff í sorgarbundna
mammusanginum hjá Lailu Carlsen,
larmandi sambarútmurnar við
Rúna Mouritsen og Hjørtur Háberg
í freka sanginum við Ann Chanett
Danielsen og Guðrun Sólju Jacobsen,
og buldrandi dansurin millum Gulla
Briem á trummum og Jóhannes á
Rógvu Olsen á bassi, tá annar partur
byrjar, og tá Rósa Maria og Ewald
finna saman, vóru bara nakrir av
staklutunum sum hugtóku.
17 ára gamla Rósa Maria er
høvuðspersónur í dramakonsertini.
Umframt hana eru sum sagt fjúrtan
aðrir solistar, og tey hava øll so ella
so tilknýti til Rósu Mariu. Bergur
Rasmussen hevur skrivað sangirnar
við støði í fimm stuttsøgum í savn
inum Rósa Maria eftir Jens Paula
Heinesen, og tað er eingin løtt upp
gáva at fáa ymisku søgurnar og
mongu persónarnar at hanga sam
an bara við sangum. Fyri tey, sum
kenna søgurnar hjá Jens Paula, er
lætt at kenna fólkini aftur, og tey
hava ikki tørv á, at sangirnir eru
so frágreiðandi. Fyri tey, sum ikki
kenna søgurnar so væl – og tey eru
kanska flest – tekur tað eina løtu
at fáa hilling á tilknýtinum millum
persónarnar. Men tað hevur eydnast
Bergi Rasmussen at skapa eina
samanhangandi søgu, millum annað
við at lata Rósu Mariu vera ein nógv
týðuligari høvuðspersón enn hon er
í bókini.
Í bókini hjá Jens Paula Heinesen
er ein ringur við fimm søgum, har
dagbókin hjá Rósu Mariu kemur til
síðst. Hinar fýra søgurnar snúgva
seg um fýra vaksnar konur, sum allar
eru í eksistentiellari kreppu. Mamma
Rósu Mariu missir seg sjálva burtur í
stríðnum fyri at halda soninum á lívi,
og hinar hava allar frustratiónir, sum
eru knýttar at erotiskum longsli. Tær
liva eitt etablerað, borgarligt lív við
monnum og børnum, og tær verða
ikki nevndar við fornavni, men eita
bara frú B, C, D og E. (Frú A er í »Ein
stutt skaldsøga um Frú A«, sum stóð
í savninum Tann gátuføri kærleikin
frá 1986.) Í konsertini verða tær allar
nevndar við fornavni, og munurin
millum ungu Rósu Mariu og vaksnu
frúurnar er ikki eins týðuligur,
kanska tí at hópurin, sum syngur,
er so samansettur í aldri. Tey, sum
spæla vaksin, eru líka ung, sum Rósa
Maria, og vinkonurnar hjá henni eru
líka gamlar, sum tey vaksnu.
Erotiski undirtónin og eksi
stentiellu kreppurnar fylla minni
í konsertini og fáa ein ruddiligari,
meira romantiskan enda. Kanska er
tað sjangran, ein dramakonsert við
kóri og klassiskum ljóðførum, sum
setur nøkur mørk fyri tekstliga inni
haldinum. Tað eru tær stóru, reinu
kenslurnar, sum passa best saman við
vakra, harmoniska tónleikinum. Ella
kanska er tað komponisturin. Hevði
ein annar sandoyingur komponerað,
høvdu kreppurnar kanska verið
týðuligari, men áskoðarnir høvdu
uttan iva eisini verið móðari. Drama
konsertin hjá Bergi og Jónleifi og
øllum hinum er til tíðir bæði syrgilig
og festlig, men hon er fyrst og fremst
ómetaliga vøkur. Eingin nýtist at føla
seg ørkymlaðan, tá hann fer út aftur.
Og kennir mann seg eitt sindur
ov harmoniskan og konforman eftir
konsertina, kann mann jú altíð keypa
og lesa stuttsøgusavnið Rósa Maria,
sum Mentanargrunnur Studenta
felagsins hevur endurprentað í sam
band við dramakonsertina.
mentan
Ørkymlandi
vaksna verðin
sum harmonisk
konsert
Ummæli
Myndir: Fróði Vestergaard