Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-12, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2015 SOSIALURIN 131 40 E ina ferð varð talt, hvør var oftast í Degi og viku júst tað árið. Sjálvandi var ein politikari fremstur. Minnist meg rætt Jógvan Sundstein, sum tá var løgmaður. Tímdi onkur at telja í dag, hvat evni er oftast í føroyskum fjølmiðlum, er eingin ivi um úrslitið. Tí er óneyðugt at telja. Úrslitið er sjúkur, helst ólekjandi sjúkur, og sjúk fólk. Besti heilivágurin, pengar, fæst ikki. Hann er ov dýrur. Ein føroysk sjúka, sum er ólekjandi, er øvundsjúkan. Hví fær hvør Janus og ikki Hanus? Rættilig farsótt, tí ein bankaforstjóri, sum ikki er bankaforstjóri ella bara bankastjóri long­ur, dugdi at áseta sítt egna virði og hegnisliga at selja seg dýrt. Dugdi at krevja løn og frá­faringarløn sam­bært egnari meting og fáa hana, óført. Neyvan limur í nøkr­um fakfelagi, tí tað kynstrið, at fáa lønir, sum nytta nakað, duga fak­ feløg ikki. Lønar­hækk­ing, sum uttan svørðs­slag er minni í prosentum enn arbeiðsloysið, er góðtikin, hóast vit fóru eftir meira, men hetta var tað, sum til bar at fáa hesaferð, tíverri, tíverri. Tit kenna plátuna, undirskrivaðu landapláguna. Tað ringasta við øvundssjúkuni er, at eingin heilivágur nyttar móti henni. Og hon er ikki serlæknagrein. Hví skulu onnur fáa meira enn eg? Øvund er ein av sjey deyðssyndum. Tey, sum synda, fara beina leið til Helvitis. Men heldur tað enn at gleðast saman við teimum, sum duga, sum vita, hvat tey eru verd og duga at selja sítt virði. Øll áttu vit at kravt meira. Og ikki bara kravt, men kravt líka til kravið gevur kravda úrslitið. Komið øll við, krevjið, krevjið nógv styttri skúlavegir millum alt annað, hundrað serlæknar, fimmti milliónir til hetta og tríhundrað til hatta, meira, meira, meira av øllum. Ella taka vit hin møguleikan, gleiva niður í hina veitina. Eisini í Føroyum grótu fólk, tá Kennedy forseti varð skotin í bestu harutíð í Dallas. Tey grótu, tí tað var hann, sum segði, at spyr ikki, hvat land títt kann gera fyri teg, men, hvat tú kanst gera fyri land titt. Soleiðis var John F. Kennedy, eitt gott fólk, sum siteraði Bíbliuna, hildu føroyingar, og soleiðis eru føroyingar. Landið skal einki gera fyri meg. Eg skal gera alt tað, eg megni, fyri land mítt, hóast tað bara er eitt hjáland. Eg krevji einki, eg bara lati. Soleiðis eru føroyingar, og tí er fíggjarlógin ikki størri enn hon er. Og studentaskúlabørn rinda sínar p-bøtur við gleði. Koyra fyrst heim til foreldrini eftir pengum í fríkorterinum og so á Posthúsið at gjalda. Og fáa p-bót í gongugøtuni. Egoisma er eitt ljótt orð. Tað er átt­ anda deyðssyndin at vera góð/ur við seg sjálva/n. Sjálvkærleiki er forboðin ást. Tann, sum elskar seg sjálva/n, fer beina leið, ongastaðni inn á vegnum, í ævigt hitarúm. Vantandi egoisma ger fólk strongd, tí tey bara hugsa um onnur. Hvat kann, ella hvat skal, noyðist eg at gera fyri onnur? Men tað ger einki. Strongd er hervi­ lig sjúka, so sigst. Men hon kann lekjast. Egoisma er ikki ein sjúka, hon er ein synd, ein deyðilig synd, sigst. Men eingin er deyð av at røkja seg sjálva fyrst og síð­ani øll hini. Annars: hatta innfluttaúrDanmark halloweenvikuskiftið, fríggjadagur 13. er annars í dag, hatta vikuskiftið, sum stormur og regn vóru bæði fullu sam­ døgur, sá eg norðlýsi, grátt norðlýsi, á asfaltinum. Stóð og krokaði undir einum gráum veggi. Tá vindurin spældi við vatnið á vegnum, var tað sum at síggja norðlýsi, men hetta var bara grátt. Eitt grátt frábrigdi í øllum tí gráa. Ársins sjúka aftur í ár er kronisk, hon eitur invidia, øvund, deyðssynd. Ársins sjúka er invidia Snorri Brend Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus MYND: HEINESEN MYNDIR Yrki: Stuðul hjá Almannaverkinum Bústaður: Viðareiði (750 Paradis) Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin? – Flogskipari ella brandmaður. At tað so gjørdist innan heilsuverkið, hevur helst við áhuga mín fyri øðrum menniskjum at gera – tí veika, eins væl og tí fríska. Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn? – At vit menn kunnu gera fleiri ting samstundis; og at vit kunnu fremja ótrúlig brøgd, um vit bert fáa eitt sindur av rósi. Hvat burdu børn vitað um tað at verða vaksin? – At okkara treytaleysi kærleiki til børn okkara varir alt lívið. Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika? – At eg tók við avbjóðingini frá Hvannasunds kommunu at skriva bók um bygdina Norðdepil, sum fyllir 150 ár næsta ár. Um eg tordi, hevði eg... ... viljað siglt saman við Sankta Brendan, sum fór úr Írlandi til Føroyar og Ísland til Amerika í einum skinnbáti fyri heili 1500 árum síðani. (Eg eri ikki serliga góður svimjari) Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? – Um menniskju dugdu betur at tosa opið og fyrigeva hvør øðrum – og koma víðari. Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? – So seint sum í morgun, tá eg kundi vakna frískur og væl upplagdur, á veg til eitt sera áhugavert og spennandi starv. Hetta er ikki nøkur sjálvfylgja. Enda setningin: Tað seinasta, tú hevur lært, er at... ... tað er ongantíð ov seint at byrja av nýggjum. Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at... ... matur framvegis er mín lívrættur. Enda setningin: Føroyingar áttu í størri mun... ... at sæð tann týdning, sum tann kristni mentanar­ arvur okkara hevur fyri gerandisdag okkara. BAKSÍÐAN