mánadagur 16. november 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 133
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Tíðindi síða 12-13
Vilja
knýta
Føroyar í
allan heim
Politikkur
Tíðindi síða 14-15
Fíggjar
lógin
nærkast
Heimsins óndskapur vísti aftur sítt
ræðuliga andlit í París fríggjakvøld
ið. Í skrivandi stund er deyðstalið
eftir yvirgangsatsóknirnar komið
upp á 132.
Tað hevur ljóðað, at ein av yvir
gangsmonnunum er komin til Par
ís ílatin sum flótti. Tað er valla av
tilvild, tí øru islamistarnir vita, at
teirra fólk av slíkum verða illa lýdd
í Evropa. Endamálið er at skapa
og spreiða ótta. Ikki bara í Evropa,
men eisini ótta millum tey fólk í
Miðeystri og aðrastaðni við, sum
ætla sær eitt eydnuríkari lív í sivili
seraða partinum av heiminum.
Endamálið er uttan iva eisini
at nøra um spírandi illviljan móti
fremmandafólki í Evropa. Í fleiri
evropiskum londum vaksa teir
politisku flokkar skjótt, sum siga
seg vilja føra harðendan politikk
mótvegis flóttafólki.
Størsti borgarligi flokkurin í
Danmark, Dansk Folkeparti, hevur
vaksið seg stóran av hesum sama
óttanum. Í gjár segði uttanríkispol
itiski talsmaðurin hjá flokkinum,
at Danmark eigur at senda hernað
arflogfør at bumba í Sýria – og nú
skuldu danir ikki uppføra seg sum
gentlemen, nei nú skulu donsk flog
før eisini bumba kvinnur og børn.
Tíbetur hugsa nógvir danskir
politikarar klárari enn Søren Esp
ersen – tó at hann umboðar tann
flokkin, sum eigur lívið í stjórnini
hjá Lars Løkke Rasmussen.
Vesturheimurin kann ikki siga
seg frían fyri at hava skapt gróðr
arbotnin fyri harðrenda yvirgangs
felagsskapinum, Islamskur Statur.
Hesin felagsskapur er sprottin úr
krígnum í Irak. Eitt kríggj, sum
Vesturheimurin »mátti« føra, tí
tey søgdu seg vera sannførd um, at
Saddam Hussein hevði kemisk hóp
oyðingarvápn. Tað hevði hann ikki,
og tí var eitt nú Danmark við til at
drepa fólk – eisini kvinnur og børn
– í Irak upp á eina lygn.
Eitt kríggj er ongantíð gott, og
burtur úr hesum kríggið fingu vit
ein sjúkliga óndsinnaðan felags
skap, sum við sínum haturi ímóti
Vesturheiminum roynir at flyta
kríggið til Vesturheimin, so púra
ósek fólk á okkara leiðum verða
offrað.
Tí er tað av sera stórum týdn
ingi, at vit ikki lata okkum taka av
fótum og gera niðurstøður í sinnis
muni.
Vit skulu minnast til, at tað er
tilætlað, at óttin skal ganga út yvir
flóttafólkini.
Kríggj, morð, ótti og hatur gera
okkum ikki heimin tryggari og
friðaligari.
kríggj er ongantíð gott
Einasti møgu
leikin er at fara
eftir reiðrunum
Áki Bertholdsen
Soleiðis sum tað sær út nú,
fáa vit ikki loyst trupul
leikan.
Árni Olsen í Hvalba er ein
av teimum, sum hevur fingið
loyvi at skjóta grágás.
Hann er sjálvurannar í
Suðuroy, sum hevur loyvi at
sjóta grágás og hann hevur
eisini skotið nakrar gæs.
Myndugleikarnir
góvu
loyvi til at skjóta grágæs,
eftir at Búnaðarstovan hev
ur staðfest, at hon er ein
stórur trupulleikan fyri tey,
sum hava jørð. Summstaðni
er so nógv til av grágás, at
hon etur ein stóran part av
grasinum, sum annars skuldi
verið sligið til vetrarfóður til
seyð og neyt.
Eisini í Hvalba er nógv til
av grágás, og serliga nógv
hevur verið at síggja í ár.
Men Árni Olsen sigur, at
sum loyvini nú eru skipað,
loysa tey ongan trupulleika.
Tað er at kalla ómøguligt
at sleppa fram at grágásini,
sigur hann.
Hann sigur, at hon er
so stygg, at tá ið eitt skot
er loyst av, fer alt á flog, og
hvørvur.
- Tað ber heldur ikki til at
ganga við byrsu, tá ið brund
arnir eru farnir út og tað ber
heldur ikki til, tá ið ærnar
eru kvidnar og ganga við
lambið. Og tá ið seyðurin fer
í hagan, fara gæsnar eisini av
bønum, í hagan at reiðrast.
- Sostatt er at kalla ongir
møguleikar at tynna burtur
av stovninum og tað er ein
trupulleiki, sigur Árni Olsen.
Hann minnir á, at í Hvalba
vórðu gæsnar avsagdar í
fimmtiárunum, tí tær løgd
ust í eplavelturnar.
- Í ár havi eg fyri fyrstu
ferð sæð, at grágæs eru
lagstar í eplavelturnar, so
nú hevur trupulleikin, vit
royndu at sleppa undan, tik
ið seg upp aftur.
Tað er ein treyt í skjóti
loyvinum, at tað er ikki
loyvt at skjóta grágæs, sum
liggja á eggum, ella ganga við
ófloygdum ungum.
Men Árni Olsen er sann
førdur um, at skulu vit minka
um stovnin, er einasti møgu
leikin at fara eftir reiðrinum.
Tað má sjálvandi gerast
undir skipaðum umstøðum,
men akkurát, hvussu tað
skal skipast, dugir hann ikki
at siga.
- Skulu vit stýra stovni
num á grágæs og minka um
trupulleikan hjá teimum,
sum hava veltur og bø at
sláa, er einasti møguleiki at
fara eftir reiðrinum, sigur
Árni Olsen.
Trupulleikin er
ómøguligur at loysa
Á tingfundinum í morgin
fer Kristian Háfoss, fíggjar
málaráðfrú, at greiða Jenisi
av Rana frá um samgongu
skjalið.
Hann hevur spurt hana,
um samgongan ætlar at
seta í verk brúkaragjøld og
fremja privatiseringar í al
menna tænastugreinaum.
Hann vísir til hesi brot
úr samgonguskjalinum: og
”skattagrundarlagið verður
breiðkað, so trýstið á lønar
inntøkuna minkar”.
Aftur og aftur hava polit
ikarar, einamest ytst á høgr
aveinginum, og høgravendar
stjórnir um allan heim roynt
seg við álopum á samhalds
føstu skipanina. Fremst í
hesum royndum hava brúk
aragjøld, t.d. innan heilsu
tænastur og privatiseringar,
t.d. innan reingerð á almenn
um stovnum, verið roynd.
Kanningar eftir kanningar
vísa tó, at tað, sum við byrjan
varð hálovað sum sjálvsøgd
nýskapan og sparing, skjótt
gjørdist ein boomerangur,
sum rakti sendaran, tað
almenna og tey, sum tæn
asturnar brúka, meint. Men
ikki eigur hetta at undra,
tí privatiseringar hava jú
eittans endamál: at vinna
privatum tann pening, sum
annars verður brúkur at
tæna tí einstaka borgar
anum við.
Hann vísir á, at tað
eydnaðist at steðga slíkum
royndum undir seinastu
samgongu.
Væl vitandi, at tann
eini
samgonguflokkurin
liggur langt til høgru og
óivað er svangur eftir bæði
privatiseringum og brúk
aragjøldum, fái eg meg ikki
at trúgva, at bulurin í sam
gonguni, sum væl dáma at
nevna seg sosialar at vera,
vilja lata hetta um seg ganga.
Hvussu hesar orðingar
hava funnið sær veg inn
í
samgonguskjalið,
kann
undra, men gott og tryggj
andi hevði verið at fingið
staðfest, at hesir báðir flokk
ar ikki eru farnir
av kós, og at
ætlanirnar um
privatisering
og
brúkara
gjøld ikki
s k u l u
takast í
álvara.
Kristina svara
um privatiseringar
Mugu ansa okkum ikki at
gera niðurstøður í sinnismuni
– At vit hava
fingið loyvi at
skjóta grágæs,
loysir ongan
trupulleika,
soleiðis sum
tað nú er
skipað, sigur
Árni Olsen
í Hvalba