Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-16, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132 ítróttur Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen Í blaðnum í dag er fjórða greinin í røðini um hølis­trupulleikarnar, ið fleiri av smærri ítróttar­grein­unum hava. Vit hava víst á trupulleikarnar hjá borð­tennis, judo og boðaskjóting. Í greinini hesu ferð verður avdúkað, at Tórshavnar kommuna komandi ár fer at gera íløgur fyri hálvt hundrað milliónir krónur. Helena Dam á Netstabø, sum er forkvinna í mentamálanevnini í Torshavnar kommunu, lovar eisini, at smærru ítróttargreinarnar, sum eitt nú borðtennis og judo, fáa betri umstøður í næstum. GuGreinarøðin í ÍtróttarSosialinum hevur eisini fingið gott á málið. Eitt nú eru formenninir í bæði judo og borðtennis sambandinum bodnir til fund við Tórshavnar kommunu. Ein stórur trupulleiki, sum tað verður víst á í hølis­ kjakinum er, at serliga hondbólturin, og til eitt vist flogbólturin, ikki hevur nokk av tímum. Skal hond­ bólturin blíva betri í Føroyum, so er neyðugt við fleiri hallum. Eisini nú tá kurvabóltur vinnur fram. Tað er ein sjón fyri søgn, at eitt nú høllin í Hoyvík ikki klára at lúka krøvini frá nærumhvørvinum. Til næstan hvønn dyst standa áskoðararnir omaná hvørjum øðrum. Tað er gleðiligt, at vit nú síggja at trupulleikarnar verða loystir so hvørt. Stóra avbjóðingin er at fáa alt at hanga saman. Orðið multihøll hevur verið nógv brúkt. Tað er ongin ivi um, at tað burdi havt fleiri ágóðar, at kunna hýst fleiri ítróttatgreinum undir samataki. So hví ikki hugsað stórt og saman­hang­ andi í hesum sambandi. Tað kann ikki vera uttan orsøk, at øll innan ítróttin nevna orðið multi­høll. Kanska vert at lurta eftir? U21 landsliðið í Russlandi Tað er einki um U21 landsliðið í blaðnum hesaferð. U21 landsliðið tapti hósdagin 2-0 fyri Russlandi. Fyri fyrstu ferð vóru Sonni Ragnar Nattestad, Brandur H. Olsen og Ári M. Jónsson við í hópinum. Tað gjørdi stóran mun, tí nú sá U21 landsliðið, sum hevur havt eina torføra byrjan, eins væl út sum øll hini góðu U21 landsliðini hjá okkum. milliónir krónur til ítróttin 50 www.nordlysid.fo: Eyðvør Klakstein ger veruliga um seg í sponskum fótbólti. Eyðvør hevur spælt 8 dystir í næstbestu sponsku deildini og skorað 4 mál www.b68.fo: nýggjur leikari í B68 hópinum, er 23 ára gamli klaksvíkingurin Ivan Joensen. Ivan, sum er ein álopssinnaður miðvallari, er eisini væl fyri tekniskt, umframt at hann eisini kendur fyri at vera sera ágrýtin. www.ab.fo: Landsliðshetjan Símun Samuelsen kemur út á Argir at spæla fótbólt komandi ár. www.vendsysselff.dk: – Meinhard er stadigvæk ung, men han går ubesværet og med rank ryg igennem træningen, og vi tror på, at han stadigvæk kan flytte sig meget. www.vejle-boldklub.dk: inden bolden endte hos Jóan Símun Edmundsson. Færingen svigtede ikke… Ítróttar klumman Tróndur Arge Vendsyssel leingir við føroying Stórtap ímóti Rumenia Meinhard Egilsson Olsen hevur longt sáttmálan við Vendsyssel. Hann fór í summar úr NSÍ til Vendyssel Tað hilnaðist alt annað enn væl, tá ið føroyska talvlandsliðið í triðja umfari í EM í talvi fyri lið, sum í hesum døgum er í Reykjavík, sunnudagin kappaðist við Rumenia Tróndur Arge Sáttmálin var fyribils til í vetur. Nú eru partarnir komn­ir ásamt um, at leingja sam­starvið. – Meinhard er framvegis ungur, men hann klára seg væl til venjing. Vit trúgva upp á, at hann framvegis kann koma langt, sigur Jacob Krüger, ítróttarstjóri í Vend­ syssel. Meinhard Egilsson Olsen er 18 ára gamal, og hevur spælt á U21 landsliðið. Hann er í løtuni í Rumenia, har U19 landsliðið spælir EM undan­kapping. Umframt Meinhard, so eru René S. Joensen og Hallur Hansson eis­ini í Vendsyssel. Heimasíðurnar skriva: Úrslitið var 4-0 til Rumenia, sum er styrkismett sum nummar 20, meðan Føroyar er styrkismett sum nummar 34. Helgi Dam Ziska, John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen mannaðu føroyska liðið í dag. Hetta var fyrsta umfarið, at tað ikki eydnaðist John Rødgaard at vinna úrtøku. Líkindini eiga at vera betri fyri at vinna úrtøku í fjórða umfari, sum verður mánadagin klokkan 15. Tá skulu Føroyar telva ímóti Skotlandi, sum er styrkis­ mett sum nummar 35 ella eitt pláss undir Føroyum. joannes@sosialurin.fo