mánadagur 16. november 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 47 • 16. november 2015
4
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
Føroya minsta
góðkenda flakavirki
H
ann er ein býarmynd í Havnini,
har hann trúfastur stendur
niðri í Vágsbotni og selur fisk,
men í dag hitta vit hann á staðnum,
har fiskurin verður tilvirkaður. Í kjall
aranum í sethúsunum hjá Mortani
í Føgrulíð er tað, hann sjálvur kallar
Føroya minsta góðkenda flakavirki.
Mortan Johannesen sigur, at hetta
er ein hobby, hann hevur fingið sær,
nú hann er vorðin pensjónist.
– Eg takki Várharra hvønn morgun
fyri at eg eri frískur og havi okkurt at
fara upp til. Eg setti mær fyri, tá eg
fór at rógva út, at eg skuldi fáa sum
mest burtur úr hvørjum fiski, og tað
royni eg enn, sigur hann.
Hann greiðir frá, at hann hevur
verið skipari, síðani hann var 26 ára
gamal, og tað var serliga meðan hann
var skipari á Suðringi, at hann hugsaði
um allan fiskin, sum fór til spillis.
– Vit fingu 270 tons av upsa,
men koyrdu so 100 tons burtur.
Havtaska, svartkalvi, tunga, alt bleiv
koyrt til síðis og lagt at rotna. So
fingu vit sama prís fyri allan fiskin,
líkamikið hvussu góður hann var.
Tað vil siga, at tað var tann ringasta
vøran, sum ásetti prísin, sigur Mortan
Johannesen.
Einki verður blakað burtur á flaka
virkinum hjá Mortani. Tá fløkini eru
skorin, verða bæði ryggar og uggar
eisini gagnnýttir. Hann hevur ognað
sær eina maskinu, sum fær skavað
tað seinasta av fiskinum av uggunum
og rygginum, sum so verður nýtt til
knettir og frikadellur. Hann sigur, at
hann og abbasonurin, sum hjálpir
honum, steikja 700 knettir og 700
frikadellir um vikuna. Í morgun, áðrenn
hann fór oman í Vágsbotn at selja
klokkan 10, hevur abbasonur staðið
og gjørt frikadellur, sum Mortan fer
at steikja seinnapartin. Frikadellurnar
verða stoktar á pannu á flakavirkinum.
– Eg vildi fáa tað góða, gamla
føroyska hándverki inn aftur í mat
gerðina. Hesi knettini eru ikki gjørd
við mjøli, men við reinum fiski, sum
mamma tín plagdi at gera hann. Tað
sama er við fiskafrikadellunum, sigur
hann og greiðir frá, at nógvir gluten
allergikarar fegnast um, at hann ikki
nýtir mjøl í vørunum. Fiskin keypir
hann á fiskamarknaðinum.
Mortan Johannesen er upptikin av,
at fáa sum mest burtur úr til tilfeingi,
vit hava.
– Eg sá, hvussu nógv fór vekk og
eg fór at spyrja meg sjálvan, hvussu
vit kundu fáa meiri burtur úr hvørjum
kilo fiski, og tað er tað, eg royni her á
flakavirkinum, sigur hann.
– Havnin etur fýra tons av døg
urðamati hvønn dag og ein fittur
partur av hesum er fiskur. Eg ivist
ikki í, at um vit løgdu okkum eftir tí,
kundu vit fingi 30% meiri gagnnýtslu
burtur úr hvørjum kilo av fiski. Tað
eru 30% meiri fiskur, sum kundi farið
út á føroyska marknaðin og komi
føroyskum familjum til góðar, sigur
Mortan Johannesen.
Mortan Johannesen og abbasonurin gera 1400 knettir og frikadellur um vikuna í kjallaranum hjá Mortani