mánadagur 16. november 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 47 • 16. november 2015
6
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
Rani A. Skaalum
Stólurin
í stólinum hesa vikua
Lýs teg sjálvan við
trimum orðum:
Ærligur, álítandi og illsintur.
Hvat merki er bilur tín?
Ein gamal VW Passat, sum eitur Lasarus.
Hvat merki er telefon tín?
Samsung S4 Mini.
Hvør er tín besta
summarfrítíðaruppliving?
Tað má vera túrurin saman við konuni
í 2010, tá vit m. a. vitjaðu Disney
World og Universal Studios.
Hvat orð ella hvønn
setning nýtir tú oftast?
Lat meg siga tað upp á hendan
mátan & Hattarhar em....
Hvørjum hyggur tú at
hjá hinum kyninum?
Eg druknaði í vøkru eygunum, flottu
krúllunum og vakra smílinum á kon
uni, tá eg fyrstuferð sá hana fyri
umleið 15 árum síðani.
Hvat ger teg í góðum lag?
Tað er ordiliga deiligt og gevur mær eina
góða byrjan á dagin, tá ið Jónatan kemur
sníkjandi inn at vekja meg um morgunin.
Hvat stressar teg?
Vánaligt alment tænastustøði og tá
vaksin uppføra seg sum børn.
Hvør er tín yndisrættur?
Fiskur, fuglur og hvalur!
Hvat gleðir teg?
Tá ið eg síggi flest svørt tøl í heimabank
anum, at Sev nýtslan minkar ár um ár,
og tá tað gongst væl í fótbóltinum!
Hvat var seinasta ynskið,
sum tú fekst uppfylt?
At Jónatan bleiv stóribeiggi
hjá lítla fitta Benjamin!
Hvar arbeiðir tú?
Í Skúlanum við Løgmannabreyt.
Hví valdi tú at arbeiða
innan júst hesa
vinnu ella øki?
Eg royndi tað fyrst sum læraravikarur eftir
lokið studentsprógv. Tað var avbjóðandi
á ein heilt serligan hátt. Sjálvur helt eg
meg púrasta vita, hvat tað krevur at vera
lærari, og hvussu mínir lærarar burdu
havt gjørt. Tí var tað serliga stuttligt
at allar mínar hugsanir og meiningar
um hetta vóru endavendar eftir eini
stuttari løtu handan lærarapultin.
Tað eru nú 12 ár síðani, og eg læri
hvønn dag okkurt nýtt. Eingin dagur
er líka, eingin flokkur hin sami, og hesi
fantasisku børnini og ungu seta sannilga
lit á gerandisdagin! Tað er eitt sera
týdningarmikið, gevandi og avbjóðandi starv!
Hvør er stuttligasta
uppliving tín í starvinum?
Tað er sera torført at taka dagar í millum
allar tær stuttligu og góðu løturnar, ið tú
upplivir saman við børnum og ungum sum
lærari. Tað er eingin einstøk løta, ið skarar
framúr, men heldur eru tað tær nógvu smáu
løturnar, ið eg havi upplivað, har børnini
hava víst mær, hvør stór ábyrgd tað er,
og hvussu gevandi tað er at vera lærari.
Hvørjum tónleiki
lurtar tú eftir?
Fyri tíðina lurti eg nógv eftir einum
amerikanskum bólki, ið eitur Big Daddy
Weave, ið spælir eina blanding av pop
og rock, har nógv fokus er á vokalin.
Annars dámar mær ómetaliga blandaðan
tónleik. Alt frá kórsangi til heavy metal.
Hvat er besta
uppfinningin og hví?
Tað er so ómetaliga nógv sum eg ikki
haldi meg kunna vera fyri uttan, at eg
havi ilt við at velja. Men einnýtisblæður,
tær liggja ovarliga á listanum, annars
hevði tað verið nakað verri skitt!
Hvat er besta íløgan,
tú hevur gjørt?
Espressomaskinan og kanska
eisini húsini, fáa at síggja.
Hvat er títt besta heimaráð?
Eg haldi ikki eg havi nakað, men ofta
trívi eg í orðini »tað finna vit nokk
útav«, tá ið onkurt óvæntað hendir.
Hevur tú nakað húsdjór?
Nei, tað havi eg ikki. Hevði kettu
og marsvín sum barn.
Hvat hevði tú gjørt, um
tú vann eina millión?
Eg hevði latið eina ókenda upphædd
dulnevnt til onkran ella onkur, ið
hava tað fyri neyðini. Restina vildi eg
brúkt at tryggja børnunum eina góða
uppsparing til teirra vaksa lív.
Hvat hevði tú gjørt, um tú
vann tíggju milliónir?
Eg hevði uttan iva syrgt fyri at míni
nærmanstu vórðu skuldarfrí. Síðani hevði
eg tryggja mær framtíðina hjá børnunum
og latið eina ókenda upphædd dulnevnt til
onkran ella onkur, ið hava tað fyri neyðini.
Hvat er best við
Føroyum og hví?
Náttúran, tryggleikin og friðurin! Tað er
serstakt og ótrúliga dýrabært at kunna
finna friðin og seg sjálvan aftur úti í okkara
stórbæru náttúru bert eitt hanagleiv
frá býnum og meldrinum, ið stundum
hóttir tann innara friðin og javnvágina.
Hvar ert tú um 10 ár?
Eg vænti, at eg búgvi sama stað, vónandi við
fleiri børnum í húsi, við enn fleiri royndum
sum lærari og uppaftur glaðari um lívið, og
tað sum er umráðandi fyri meg og míni!
Besta er náttúran,
tryggleikin og friðurin
Um 10 ár búgvi
eg sama stað,
vónandi við
fleiri børnum
í húsinum