mánadagur 16. november 2015síða 40
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 47 • 16. november 2015
8
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
Ísland bestu javnstøðu
í leiðarastørvum
N
orðurlond verða roknað millum
tey lond í heiminum, ið hava
bestu
javnstøðuna
millum
kynini, men tað er eisini munur á teim
um ymsu norðurlondunum.
Norðurlendska
Ráðharraráðið
hevur samanlíkna javnstøðuna í teim
um ymsu londunum, og teirra niður
støða er, at tá ið tað kemur til ”vald
og ávirkan” í samfelagnum, er Ísland
fremst í javnstøðuni.
Í Íslandi sita kvinnur í 37 prosentum
av stjóra- og leiðarastørvunum. Í
hølunum á Íslandi er Noreg, har 33
prosent av leiðarunum eru kvinnur.
Aftast er Danmark við 27 prosentum.
Serstøk uppgerð er ikki gjørd fyri
Føroyar í júst hesum samanhangi.
Norðurlendska Ráðharraráðið vón
ar, at uppgerðin og upplýsingarnir um
javnstøðu í teimum ymsu londunum
fara at skunda undir nýggj átøk til at
fremja størri javnstøðu millum kynini.
Øssur í
Odense
Hósdagin læt framsýning við verk
um eftir fuglfirðingin Øssur Mohr
upp í Norðuratlantiska Húsinum
í Odense. Framsýningin kallast
”Ljósið vinnur á mykrinum” og
er gjørd í samstarvi við Gallerie
Rasmus. Framsýningin hjá Øssur
Mohr kann síggjast fram til 8. jan
uar. Í løtuni ber eisini til at síggja
framsýning við verkum hjá Øssur
Mohr í Gamla Seglhúsinum í Klaks
vík. Tann framsýningin er opin til
27. november.
Ókeypis á
Listasavnið
Listasavn Føroya bjóðar øllum vitj-
andi í november, desember, januar
og februar ókeypis innar.
Listasavnið heldur til í náttúru
vøkrum umhvørvi í viðarlundini
í Havn, og framman fyri savns
bygningin standa fleiri standmynd
ir. Savnið er býtt upp í tveir partar.
Í tí eldra partinum eru skiftandi
framsýningar við verkum hjá bæði
føroyskum og útlendskum lista
fólkum, og í tí yngra partinum er
tann fasta framsýningin við einum
breiðum úrvali av føroyskari list.
Í forhøllini, sum er millum báðar
partarnar, er kaffistova. Lista
savnið hevur eisini eitt fjølbroytt
úrval av postkortum, plakatum og
listabókum.
– Øll listin, vit hava, er ogn
Føroya fólks. Tí vilja vit geva øll
um møguleikan at síggja hana,
sigur Nils Ohrt, leiðari á Listasavni
Føroya.
Ísland bestu javnstøðu í leiðarastørvum
Amerikanska
fótbóltssambandið
hevur nú sett forboð
ímóti, at børn undir
11 ár stúta ein bólt
Tað er púra vanligt at stúta bóltin í
fótbólti, og soleiðis er eisini hjá børn
um, men fleiri sakarmál frá foreldrum,
sum halda at børn teirra ikki eru trygg
í fótbóltsspælinum, tá ið tey skulu
stúta bóltin, hevur fingið amerikanska
fótbóltssambandið at gera nýggja
reglur um hetta.
Forboð er heilt einfalt sett ímóti,
at børn undir 11 ár stúta fótbóltin í
venjing ella dysti. Umframt forboðið
millum tey yngsu børnini, verða
avmarkningar eisini settar fyri nakað
eldri børn, og tað verða gjørdar
strangari reglur fyri, nær ein spælari,
sum hevur fingið stoyt í høvdið, kann
koma aftur á vøllin at spæla.
Børn sleppa
ikki at stúta bóltin
Íslendskar kvinnur hava
lutfalsliga nógv leiðarastørv
samanborið við aðrar
norðurlendskar kvinnur
Flogfelagið Easyjet hevur júst rundað
20 ár, og felagið hevur verið eitt av
flogfeløgunum, sum hava broytt prís
in á flogferðaseðlum munandi.
Í 1995 kostaði ein ferðaseðil mill
um London og Glasgow 29 pund,
og tað kostaðu eitt par av Levi’s
kovboybuksum eisini í Onglandi. 20 ár
seinni er prísurin á flogferðaseðlinum
tann sami, meðan kovboybuksirnar nú
kosta 75 pund.
Hetta fekk stjóran í Easyjet,
Carolyn McCall, at kalla gongdina hesi
20 árini fyri eina kollvelting.
Fram til 1995 vóru tað stóru tradi
tionellu flogfeløgini, sum myndaðu
alla flogferðslu, men tá ið Easyjet
og onnur lágprísfeløg bjóðaðu seg
fram við nógv lægri prísum og einum
meira einføldum tilboði, broyttist
marknaðurin munandi.
Nú eru flogfeløg sum Easyjet,
Ryanair og Norwegian millum tey
størstu og mest týðandi flogfeløgini,
og tey bjóða nú sum áður bíligari
ferðaseðlar, har fólk síðani mugu
gjalda fyri eykatænastur í sambandi
við ferðina.
Roknað verður við, at lágprís
feløgini komandi árini fara at seta seg
á ein enn størri part av marknaðinum.
Lágprísflogfeløgini hava
kollvelt marknaðin seinastu
20 árini, og tey halda fram við
at vaksa um sítt virksemi
20 ár við lágprísferðum
Flogfeløg sum Easyjet hava kollvelt flogferðslumarknaðin
við støðugt at bjóða bíligar flogferðaseðlar
Í USA sleppa børn undir 11 ár ikki longur at stúta fótbóltin