Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-16, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2015síða 44

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 47 • 16. november 2015 12 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað HGV við dygdarketlum til sethús, bátar og skip Vilmund Jacobsen S einastu árini hava vit optimerað okk­ara ketlar, soleiðis at gagn­ orkan nú liggur um 95 prosent. Tað verður trupult at spara meira upp á oljuna, nú gagnorkan liggur so ov­ ar­laga. Tað sigur stjórin í Sp/f HGV, Jákup Ol­sen, sum hevur framleitt ketlar til hita­verk seinastu 25 árini. Hann vísir á, at ketlarnir hjá fyri­ tøk­uni í Runavík lúka øll nútímans krøv um orkusparing og eru góðkendir hjá Teknologisk Institut. – Hesi ár hava vit framleitt umleið 2800 føroyskar ketlar til sethús, um­ framt nakrar hundrað til bátar og skip, bæði í Føroyum og uttanlands. Jákup Olsen sigur, at fleiri av við­ skiftafólkunum hjá fyritøkuni hava minkað um oljunýtsluna og har­við Co2-útlátið við meira enn 50 pros­ ent­um. – Okkara ketlar hava nú eisini fing­ ið nýtt snið og eru sera snøggir á at líta. Muffur eru í ketlunum, soleiðis at til ber at seta el-hitalikam í, eitt nú frá vind­myllum og sólpanelum. Hann sigur, at koparspiralurin, sum syrg­ir fyri heita vatninum, er settur í ein "flansa” og kann tí lættliga takast úr, um tað skuldi verið neyðugt.  Ketlar til bátar Umframt at føroysku sethúsaketlarnir eru væl umtóktir fyri sína dygd og lágu orkunýtslu, hevur HGV eisini fram­leitt nógvar ketlar til eitt nú fiski- og ali­bátar. – Seinnu árini eru tað serliga ali­ bát­ar, ið hava fingið umtóktað og dygd­ar­góða HGV-ketilin settan í, og soleiðis hava bæði Bakkafrost-sam­ tak­ið og Luna ognað sær føroyskan ket­il. Jákup vísir á, at teir eisini hava fram­leitt og selt nógvar ketlar til bát­ ar í Íslandi, eins og nakrir eru seldir til onn­ur lond. HGV, betri kent undir navninum HÓGV, hava gjøgnum árini eisini loyst nógv­ar seruppgávur fyri viðskiftafólk, og onkrar av hesum kunnu síggjast á heimasíðuni hjá fyritøkuni - www. hgv.fo – Vit eru altíð til reiðar at hjálpa við­skiftafólki, sum hava tørv á okkara tæn­ast­um, sigur stjórin í HGV, Jákup Ol­sen og vísir til tlf. nr. 470 400 og teldu­postin hgv@hgv.fo Fyritøkan í Runavík hevur gjøgnum árini framleitt og selt einar 2800 ketlar til sethús og nakrar hundrað ketlar til bátar og skip – í Føroyum og uttanlands – Umframt at vera sera orkusparandi, hava okkara ketlar eisini fingið nýtt snið og eru sera snøggir á at líta, sigur Jákup Olsen HGV hevur selt nakrar hundrað ketlar til bátar og skip - í Føroyum, Íslandi og eisini í øðrum londum