Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-16, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2015síða 48

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 47 • 16. november 2015 16 Ókeypis lýsingarblað TEMA Bókajól Helen Boyle Myndir: Jim Kay © Bloomsbury Publ. 2015 – Altso, agenturin hjá mær ringdi, fortelur myndprýðarin, Jim Kay mær. Hon spurdi: - Situr tú niðri? Tey vilja hava teg at myndprýða Harry Potter. Eg eri ein stórur fjeppari, bæði tá talan er um bøkurnar og filmarnar. So, hetta var ein ótrúligur møguleiki at sleppa at skapa og evna allan heimin hjá Harry. Tað sigur Jim Kay, listamaður. Men merkir henda størsta upp­ gávan, tú nakrantíð hevur fingið, eisini størsta trýst, ið nakar kann leggja á eitt listafólk? – Ja, so avgjørt. Øll hava eina mein­ ing um Harry Potter, og tað er tað, sum ger uppgávuna so fantastiska, men samstundis eisini so avbjóðandi. Men, eg skal ikki klaga, hetta er ein fantastisk uppgáva at hava fingið. Dámar avbjóðingar – Gamli teknilærarin hjá mær plagdi at siga, at tú skalt alla tíðina testa teg sjálvan, ikki gerast ov makligur. Og eg visti, at Harry Potter fór at bjóða mær av, tí hetta eru børn, tað er stórt, og tað er fantasy. Eg hugsi helst meira um meg sjálvan sum ein, ið endur­ gevur og úttrykkir seg við lands­lags­ mynd­um. Men við Harry Potter havi eg ístaðin verið noyddur at fáa kenlsur­ nar fram við persónum. Jim Kay sigur, at tað torførasta var í stoypiskeiðini. – Eg var noyddur at finna mín egna Harry, Ron og Hermione. Eg havi so at siga aldri teknað børn, so agent­ urin og eg máttu út at finna veruligar fyri­myndir, serliga tí talan er um børn, sum vaksa til í bókunum. Og hvussu fann Jim so fram til Hogwarts? – Fyrireikandi fasan, tað at “síggja” bygnaðin ella arkitekturin á Hogwarts fyri mær, fór við ótrúliga nógvari tíð. Eg teknaði eina flatmynd av, hvussu eg ímyndaði mær at Hogwarts sá út frá øllum sjey bókunum. Men, tá eg fór at stápla hæddirnar, hevði eg ringt við at skilja, hvussu tær passaðu saman. So, einasti mátin, eg kundi fáa greiðu á hesum, var at byggja eitt modell. Hetta gjørdi eg eisini sum barn, tá eg bygdi lutir úr Lego, so eg kundi tekna teir. So, eg gjørdi nøkur modell úr pappíri og modellervoksi og brúkti hesi at tekna eftir. Modell eru góð til at vísa, hvussu ljósið fellur, og hvussu bygningar spæla saman. Ringanna Harri Filmarnir, Ringanna Harri hjá Peter Jackson, høvdu eisini stóra ávirkan á Kay. – Eg dyrki John Howe og Alan Lee, sum vóru við at skapa umhvørvið í Ringanna Harra filmunum. Og eg eri so avgjørt ávirkaður av mátanum, sum Peter Jackson arbeiddi við sínum film­um og mátanum, hann fekk lista­ fólk at royna nýggjar kreativar leiðir. At sleppa at gera tað sama við Harry Potter er øgiliga spennandi og stutt­ ligt. Jim Kay sigur, at hann dugir ikki at arbeiða, tá tað er friðaligt. Hann noyð­ ist at hava eitt sindur av gangi uttan um seg, og hann skal vera kendur. – So, meðan eg arbeiddi við Harry Potter, hevði eg Ringanna Harra film­ ar­nar frá. Eg spældi allar tríggjar film­ arnar í loop allan dagin, so nú dugi eg hand­ritini til allar filmarnar. Stílurin og allir teir ymisku fram­ leiðslu­hættirnir, sum eru brúktir til myndirnar í bókini, fara at gleða les­ aran. – Í grundini er tað eg, sum ikki fekk tikið eina avgerð um ein ávísan stíl og bleiv við at broyta meining. Nógvar av myndunum eru akvarellmyndir við ójøvnum kantum ella margum. Snið­ gevin segði, at teimum dámdi hetta og vildi brúka tað og seta tað saman við blekkblettum á síðunum. Har eru eis­ini nakrar andlitsmyndir málaðar í Hans Holstein-stíli, tí eg fekk hug at mála við oljumáling tann eina dagin. So eg avgjørdi at gera oljuportrettir av Dumbledore, professara og McGonagall. Detaljur sum trygdarnet Og Potter fjepparar sleppa at droyma seg burtur í smálutunum í myndunum. – Ja, detaljur eru eitt slag av trygdar­neti hjá mær. Eg haldi, at tað er ringt at gera spontanar myndir, með­an myndir við nógvum smáum lut­um eru lættari hjá mær at temja og stýra. Eg haldi eisini, at børnum dámar at hyggja at øllum tí smáa í mynd­unum. At fáa frælsi til at leggja smálutir aftrat heiminum hjá Harry má hava verið ein dreymur hjá einum Potter­ fjeppara. - Ja, tað var fantastiskt. Eg eri sloppin at gera handlarnar í Diagon Alley og eina vegleiðing um trøll og drekaegg. Mær dámar sera væl tær myndirnar, tí tær eru uttan fyri søguna og nakað, sum fólk ikki vænta at síggja, tá tey lata bókina upp. Eg vildi geva bókini okkurt nýtt, og tað góða við søguni hjá Jo (red: J. K. Rowling) er, at hon vísir til allar hesar undurfullu bøkurnar. Tú kundi fylt eitt heilt bókasavn við øllum teimum bókunum, hon nevnir, og tað ger bara søguna alt meiri sannførandi. Tað er ein serlig detalja, sum Kay dámar at fáa við í allar sínar bøkur. – Fyri nøkrum árum síðan búði eg í húsunum hjá beiggja mínum á bygd. Eg lá á bønum, og ein hara kom hopp­ andi framvið. Eg hugdi at henni, og hon hugdi at mær. Henda uppliving fer ikki frá mær aftur, og tí hevur haran nógv at siga fyri meg. So, eg royni altíð at fáa eina haru við í bøkurnar hjá mær. Í Harry Potter er hon á einum skelti í Skákstræti (Diagon Alley). Øðrvísi vinklar Bókin er eisini full áhugverdum vinkl­ um, myndum sum gera teg ovfarnan og útsýni. – Ja, mær dámar væl at síggja tingini úr øðrvísi vinklum. Tað er troyttandi altíð at síggja tingini sum eg - við mínum eygum úr mínari hædd. Og eg haldi, at tað er gott at minnast, hvussu tað var at vera barn og síggja ting­ini tey gera. Myndin hjá mær av Hagrid er sædd við eygunum á Harry, tá hann hyggur upp á henda risan. Nú rúgvusmikla arbeiðið er liðugt, klárar Kay so at hyggja at bókini sum ein­ari heild og at vera errin av henni? – Sum so nógvir aðrir mynd­prýð­ arar, fokuseri eg mest á tingini, sum eg vil broyta. Men, tá tað er sagt, er kenslan góð, tí bókin umboðar ymiska arbeiðslagið við einum blandi av tingum, stílum og hættum, og tað dámar mær væl - mær dámar mynda­ spælið. Og so var tað eisini ein so stór verkætlan, at eg púra havi gloymt eina rúgvu av tí, sum eg havi gjørt, so at síggja alt aftur var eitt sindur: Á, eg havi gjørt eina rúgvu, ha? Gandurin er í smálutunum Samrøða við Jim Kay, listamann, ið hevur myndprýtt fyrstu myndprýddu útgávuna av Harry Potter og vitra­ manna­steinurin Jim Kay, listamaður, ið hevur myndprýtt fyrstu myndprýddu útgávuna av Harry Potter og vitramannasteinurin