Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-16, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2015síða 50

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 47 • 16. november 2015 18 Ókeypis lýsingarblað TEMA Bókajól Vilmund Jacobsen Í Álmanakkanum er alt tað tilfarið, ið tey mongu, sum brúka Álmanakkan dagliga, kenna so væl. Fremst er før­oyski álmanakkin við hópin av upp­lýsingum um dagarnar í árinum, nær sólin og mánin koma upp og fara niður, hvussu langur ella stuttur dag­ ur­in er og annað. Í hesum partinum er eisini ymiskt um gongustjørnur og ann­að á himmalhválvinum. Tað sigur útgevarin av Álman­akk­ an­um. Kjarnin í verkinum Fyri mong eru tað síðurnar 72-73 og 76-77, sum eru kjarnin í álm­an­akk­ an­um, tí á hesum síðum eru ávikavist streym­kurvin fyri alt árið 2016 og yv­ ir­litið yvir, nær vestfalskyrrindini verða kom­andi ár. – Umframt hesar hentu upp­lýs­ing­ ar eru eisini streymkort, kósir inn­an­ oyggja, talva um vind, nøvn á fisk­um, hvalum og kópum, yvirlit yvir løg­gild­ að virki og skip, yvirlit yvir vitar í Før­ oy­um og mangt, mangt annað. Víst verður á, at listin við skrá­sett­ um bátum undir 20 brutto tons fyll­ir 44 síður, og á skipalistanum við skip­ um yvir 20 brutto tons sæst væl, at nógv nýggj FAS skip eru komin í skipa­ flot­an seinasta árið. – Skipalistin er útgjørdur við frá­ merki niðri í horninum, so lættari er at finna runt í honum. Fevnir vítt Landbúnaðurin, alingin og olju­ vinn­an hava eisini síni føstu pláss í Álmanakkanum, og at enda er ein rúgva av hentum almennum upp­lýs­ ing­um, eitt nú yvirlit yvir nýggju løg­ tings- og landsstýrisfólkini, bý- og bygda­ráðs­formenn, læknar, flogfør og ann­að. – Fólkatal og yvirlit yvir góðtikin fólka­nøvn eru eisini í hesum partinum, og her sæst, at nýggjastu góðtiknu før­oysku kvinnunøvnini eru Belinda, Elsý, Filippa, Jemima, Kassandra, Krist­hild, Lillý, Selena, Sólbrá og Tam­ ara. Nýggjastu dreingjanøvnini eru Adri­el, Brimir, Esra, Ferdinand, Liam og Mika, sigur útgevarin. Erling ritstjórnar Tað er H.N. Jacobsens Bókahandil, ið gevur Álmanakkan út, sum Erling Is­ holm aftur í ár hevur ritstjórnað. Før­ oya­prent hevur sniðgivið, umbrotið, prent­að og liðugtgjørt, og alt arbeiðið er gjørt í Føroyum. Álmanakkin fæst heftur og inn­ bund­in. Innbundin kostar hann 190 krón­ur, og hefta útgávan kostar ein­ ans 150 krónur. Vilmund Jacobsen Skipalistin 2016 hevur sett fulla ferð heim til teirra, sum leingjast eftir Føroya størsta myndasavni av føroyska flotanum - og sum leingjast eftir øllum teimum góðu og hentu upplýsingunum, sum Skipalistin hevur. – Føroyski skipaflotin er utt­an samanbering størsta og týdn­ing­ar­ mesta framleiðsluvirðið hjá fólki og landi okkara, sigur útgevarin. 500 myndir Í Skipalistanum 2016 eru umleið 500 mynd­ir av skipum og bátum. Nógvar av eyð­kendu og stóru skipamyndunum eru nýggjar og dagførdar. Eisini eru smærru bátarnir enn betri umboðaðir hesa­ferð enn nakrantíð áður. – Skipalistarnir árini 2000-2016 vísa á ein serstakan hátt, hvussu høv­ uðs­vinna okkara hevur roynst gjøgn­ um tíðirnar; hvussu kend og eldri før enn roynast millum okkara, meðan onn­ur leggjast aftrat ella fara burtur úr flotanum. Hetta er nakað, sum menn, ið kenna og vita nógv um skip og sjógv hava stóra virðing fyri, sigur út­gev­arin. Til útróðrar Tá menn fara á flot, skal føroyskur álm­an­akki vera umborð, og Skipalistin er góð­kendur álmanakki til hetta enda­mál. – Men nakað, sum kanska er enn meira spennandi, er, at viðkomandi upp­lýs­ingar til hetta endamál eru ógvu­liga væl skipaðir. Tú finnur kal­ end­ara, vestfalskyrrindi og streym­ talvu á eini og somu síðu. Streym­ kort­ini finnur tú so nakrar fáar síður seinni. Útgevarin ivast onga løtu í, at feðg­ar á floti vita, at Skipalistin er sera hentur at hava, bæði á floti, heima í stovuni, í bilinum ella á nátt­ borð­in­um. – Tú finnur altíð okkurt áhugavert og viðkomandi. Og ikki minst er Skipa­ list­in ein góð og hent jólagáva til abba, pápa, systkin, familju ella vinir. Stutt sagt; Skipalistin er hentur at hava. Útgevarin sigur, at Skipalistin heilt einfalt er rætta bókin til øll tey mongu, sum hava áhuga fyri skipum og sjógvi og øllum tí, sum har til hoyr­ ir. Skipalistin er hentur at hava – Skipalistin er rætta bókin til øll tey mongu, sum hava áhuga fyri skipum, sjógvi og øllum tí, sum har til hoyrir, sigur útgevarin Hvørja ferð Álmanakkin kemur út, merkir tað, at árið er farið at halla, og at eitt nýtt ár nærkast í hvørjum. Hesum boðar Álmanakkin í ár frá fyri 88. ferð Eitt hav av hentum upplýsingum Hetta er kut úr Skipalistanum. Nýggi Sildberin, sum røkir Skúvoyarleiðina, er eisini við Skipalistin er hentur at hava og er ein góð jólagáva til abba, pápa, systkin, familju ella vinir Umframt alla afturvendandi og áhugaverda kunning, hevur Álmanakkin eisini yvitlit yvir góðtikin fólkanøvn - og nýggjastu góðtiknu føroysku gentu-og dreingjanøvnini Mynd: Vilmund Jacobsen