Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-16, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2015síða 52

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 47 • 16. november 2015 20 Ókeypis lýsingarblað TEMA Bókajól Dánjal av Rana H ann gleðist um, at hvør bók, sum verður givin út á før­oysk­ um, er ein spildurnýggj føroysk vøra. – Tað er als eingin sjálvfylgja, at ein bók gevur yvirskot, og tað kann heilt víst vera torført hjá mongum rit­ høv­und­um at fáa endarnar at røkka sam­an. Tí er tað gleðiligt at síggja, at so nógvar bøkur verða útgivnar hóast alt, sigur hann. Úrvalið spennir víða í ár, eins og van­ligt. Barnabøkur, smábarnabøkur, ævi­søg­ur, siðsøgubøkur, stuttsøgur og skaldsøgur, krimisøgur og sang­ bøk­ur og politiskar bøkur. Jóla­gávu­ hug­skotini eru mong. – Onkrar bøkur hava selt heilt fitt longu nú. Bót og Biti hjá Jóan Paula Jo­en­sen er ein teirra. Føroyingar eru sera áhugaðir í siðsøgu og í mati, og Jóan Pauli er áhugaverdur og dugir væl at greiða frá. Fólk tíma væl at lurta eftir honum og lesa tað, hann skriv­ar. Tað góða við hesi bókini er, at hon dregur tráðin frá gamlari tíð upp í okk­ara tíð, sigur Kárin Árting. Árið í ár er eitt gott ár hvat yrk­ inga­søvnum viðvíkur og Kári Árting sig­ur, at tað er ein ørgrynna av nýggj­ um yrkingasøvnum komin út. – Teirra millum eru trý nýggj nøvn, sum vit ikki hava hoyrt um áður, með­ an “the grand old man” Heðin Klein eis­ini kemur við einum nýggjum yrk­ inga­savni, sigur hann. – Tað tykist eisini, sum tað er eitt ávíst Klaksvíksrák í løtuni. Steintór Ra­mus­sen hevur skrivað sína ævi­ søgu, sum passandi eitur Lívið er mítt lista­verk. Sìðani kemur ein bók um Klaks­víksstríðið og ein um Kjølbro, sum hevur selt hampuligt, sjálvandi ser­liga har norðuri. Harumframt verð­ ur alt, sum Robert Joensen hevur skriv­að um seyð, útgivið av nýggjum í bók fyri seg, sigur Kári Árting. Kári Árting nevnir eisini eina nýggja bók eftir Minu Reinert, um tíðina í Vág­un­um u­ndir øðrum heimsbardaga. – Bókin lýsir eisini ta ávirkan, sum her­menninir høvdu á lívið har vesturi og á Vágamentan, sigur hann, og vísir á, at hendan bókin er bara ein av fleiri søgu­ligum bókum, sum eru komnar út í ár. Eisini eru fleiri andaligar bøkur út­g­ivnar. – Bispur hevur eina og Uni Næss, dóm­próstur, hava skrivað hvør sína vók, meðan Dávid Johannesen eisini hev­ur skrivað eina. Og so ikki at gloyma nýggju Songbók Guds Fólks, sum fólk fegin keypa, sigur hann. Til seinast nevnir hann, at Carl Johan Jensen hevur givið eina skald­ søgu út, meðan Jógvan Isaksen kemur við einari áðrenn jól. Trý styttsøgusavn eru givin út, tvær politiskar bøkur, eftir Høgna Reistrup og Hanus Samró, og sjálvandi eru fleiri myndabøkur og sangbøkur at fáa. Jógvan Arge hev­ur skrivað eina ævisøgu, har hann for­ telur søgur úr Gøtu og Havnini, og fleiri barnabøkur eru komnar út. Vilmund Jacobsen Hesaferð er eitt serligt ítrivshefti - við tekn­ingum hjá Janusi á Húsagarði - gjørt saman við bókini, og sostatt eru nógv­ir tímar við jólaligum undirhaldi tryggj­aðir komandi myrku tíðina. Vættrarok við Janusi Ein fastur og væl umtóktur táttur í jóla­bókini eru ítrivssíðurnar Vættrarok, har børn og vaksin kunnu leita sær inn í hugtakandi vættraheimin hjá Janusi. – Janus er ein av okkara fremstu tekn­ar­um, ið vit millum annað kenna frá Mosamollis, Mosa Lisa, Veiða vind og Klóka æðan. Hann er ein sannur meist­ari at tekna til børn og at skapa hug­tak­andi myndaheimar, sum børn og vaksin kunnu villast burtur í og alla tíðina finna nýggjar og stuttligar verur og smálutir. Útgevarin vísir á, at í ár hevur Janus gjørt tekningar til eitt stórt upp­gávu­ hefti við heili 44 síðum, ið verður selt sam­an við bókini. Í heftinum skulu børnini leita eftir vættr­um, músum, lundum, finna veg í villini­borgum og mangt annað. Vættrarok á Bókadøgum Á Bókadøgunum í Norð­ur­landa­hús­in­ um 20. og 21. november hava børn møgu­leika at tekna vættrar saman við Janusi á Húsagarði á stórari tekni­ verk­stovu, sum verður opin báðar dag­arnar. Eitt eyðkenni við jólabókini er, at her er eitt høvi at lesa nýggjar søgur frá nýggjum høvundum. – Tey eru fleiri, sum hava sína debut í jólabókini, og soleiðis er fram­ veg­is. Royndir og óroyndir høvundar hava skrivað søgurnar, og ymisk lista­ fólk hava myndprýtt tær, sigur út­gev­ ar­in. Søgan um jólaskipið Ein serliga forkunnug søga er søgan um, tá jólaskipið sakk fyri 74 árum síð­an. – Hetta er ein ræðulig søga frá veru­liga lívinum, sum Høgni Mohr end­ur­for­telur fyri børnum, leggur út­ gev­ar­in aftrat. Vættrarok við Janusi Mín jólabók er, hóast farin um tey seksti, framvegis ein forvitnislig og forkunnug uppliving, sum børn og vaksin gleða seg til á hvørjum ári – Bókaárið sær rættiliga gott út í ár. Vit hava fingið eitt rættiliga fjølbroytt og breitt úrval, sigur Kári Árting, formaður í bókhandlarafelagnum og stjóri í Rit & Rák. Útgávurnar fevna víða Mín jólabók 2015 er bygd upp sum ein kalendarabók við 24 jólaligum upplivingum, søgum, sangum og jólaítrivi