Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-16, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2015síða 54

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 47 • 16. november 2015 22 Ókeypis lýsingarblað TEMA Bókajól Óli Jacobsen E g havi í mong ár havt nógv sam­ band við fiskimenn og teirra søgu. Rættiliga nógv av hesi søgu kom í FF-blaðið. Nógv varð skriv­að um vanlukkur á sjónum, sum hava rakt okkara samfelag so meint. Tað vísti seg, at fólk høvdu áhuga fyri hes­um, ikki minst tey, sum varaðu av hesi skriving. Hetta var ein eggjan í sær sjálvum at halda fram. Sosialurin hevði áhuga fyri hesum til­fari, tá ið FF-blaðið gavst. Hetta er fyri ein stóran part tilfar, sum onn­ ur bert í avmarkaðan mun hava tik­ið upp. Nógv av hesum hevði ikki kunn­ að verið skrivað í dag, tí nógvar av keld­unum eru deyðar. Nakrar bøkur eru so komnar út, sum eisini eru grundaðar á hetta tilfar. Í 2010 gav eg út bókina um havn­ ar­mannin D.J. Danielsen, sum í 1903 skapti heimssøgu í Congo. Henda søg­ an vakti ans hjá fólki á lærda há­skúl­ an­um í Glasgow, sum so førdi til fram­ hald­andi gransking. Tískil varð ein nýggj dagførd bók á enskum útgivin í okt­ober 2014. Sum greitt frá í røðini Sið­søga hevur henda bókin fingið við­ ur­kenning frá søgufrøðingum á fróð­ skap­ar­setrum í USA og Europa, har eitt teirra er Cambridge, eitt tað mest virda fróðskaparsetri í heiminum. Zakari­as Wang skrivaði ummæli í bløð­unum, sum samsvaraði við um­ røddu søgufrøðingar. Lindin, Rás 2 og Sosialurin vístu somuleiðis sín áhuga við at lýsa hesa søgu. Men frá før­oyska Fróðskaparsetrinum havi eg ong­an­tíð merkt nakran áhuga, hóast roynd­ir at samskifta við tey. Hetta hava tey tó rætt til. Nú frættist frá Fróðskaparsetrinum! “Havið tók teir” kom út í 2011. Bókin var væl umtókt og er útseld fleiri ferðir. Trý ár seinni, 5. desember 2014, var í Dimmalætting eitt ummæli hjá bók­mentafrøðinginum Bergi Djurhuus Han­sen, ph.d., adjunktur í bókmentum á Fróð­skaparsetrinum. Sjálvt um ein ein­staklingur ikki kann sigast at um­ boða Fróðskaparsetrið sum so, so hev­ur eitt ummæli frá serfrøðingi á Setr­in­um størri vekt enn hjá øðrum. Eitt slíkt kann vera avgerandi fyri, um bók­in verður hildin at hava týdning ella ikki. Hetta ummælið var um bøkur, sum eru skrivaðar um skip og fiskimenn und­ir yvirskriftini “Kenslur heldur enn hugs­anir”, sum sambært Bergi er eyð­kennið fyri hesar bøkur. Her verða und­ir einum mett um bøkur um sjólát, sjó­lív, skipasmíð og skiparar. Hetta eru ym­isk evni innan sjóvinnuna, sum ikki bein­leiðis kunnu sammetast. Ein niðurstøða í hesum ummæli er, at bøkurnar, sum eru skrivaðar um sjólátnar fiskimenn, hava “einki nýtt” í sær. Bøkurnar virka einamest sum minnisvarðar og hava ikki aðrar upp­lýs­ingar enn tær, sum longu eru á minnisvarðum við navni, aldri og skipa­navni og dagfesting av sjó­lát­ in­um. Hetta eru upplýsingar, sum fyri hvønn mann telur eina reglu og fyri heil­ar manningar upp til 23 reglur. Fólk, ið keypa hesar bøkur, “seta við virðing bøkurnar á hillina," sum Berg­ur heldur forhánisliga tekur til, og orsøkin er, at tær “mangla upp­lýs­ ing­ar, sum kunnu gera okkum klókari”. Víst er talan um veruliga søguskriving Bókin “Havið tók Teir” var ein teirra, sum fekk umrødda skoðsmál. Tað kann undra, at tað skal kunna bera til at geva eitt so eintáttað ummæli av bók­um, sum eru skrivaðar av ymiskum per­són­um, og har bøkurnar tískil eisini eru ym­iskar. Bókin “Havið tók teir” er 400 síður og umrøður 20 vanlukkur á sjónum frá skaðadegnum í Hesti í 1919 til Stella Argus í 1957. Hetta er mest út­grein­aða samlaða søgan, sum finst um lagn­una hjá úti við 400 føroyskum fiski­monn­um og – ikki minni – teirra fam­ilj­um. Tilfarið er savnað gjøgnum nógv ár. Fyrst og fremst er tað við frá­søgn­ um frá einum hópi av fólki, sum so ella so hava verið partur av hes­um vanlukkum. Tískil eru eisini um­støð­ ur­nar hjá familjunum, sum eftir sótu, lýst­ar. Eisini er roynt at lýsa, hvussu væl einkj­urnar við sínum børnum komu und­an. Alt hetta er tað bert í av­mark­að­an mun skrivað um fyrr. Nógvar av hesum keldum eru nú und­ir grønu torvu, og tí hevði teirra søga ikki kunnað verið skrivað í dag. Grundað á hetta tilfar er saman við skrivligum keldum fingin ein so full­komin frásøgn um hvørja hending, sum tað ber til. Høvuðsinnihaldið í teimum ein­ støku frá­sagnunum hevur sjálvsagt verið kent, serliga av teimum av­ varð­andi. Nakað er eisini skrivað framm­an­undan um fleiri av hesum vanlukkum. Men um so avvarðandi at eini manning skuldi kent søguna, so kenna tey flestu neyvan søguna hjá øllum hinum, sum eru umrødd. Harafturat er í flestu førum funnið fram tilfar, sum ikki hevur verið kent áður. Tí er ein slík bók upplýsandi fyri øll. Her er talan um týðandi part av okkara lagnusøgu og samleika, sum tað skuldi verið upplagdur áhugi fyri at varðveitt mest møguligt av. Vit vita eisini, at so hvørt nýggj ættarlið taka við, vita tey minni og minni um hesar hendingar. Tað er eisini ein royndur lutur, at tað, sum ikki verður skrivað niður, tá ið møguleiki er fyri tí, fer í gloymskuna. Ókendar frásagnir komnar fram Tað eru fleiri av hesum hendingum, har vitanin hevur verið ógvuliga av­ markað. Her kunnu bert nevnast fá dømi. Eitt er søgan um Florens í 1927. Hana hevur eingin hildið seg til at skriva um fyrr, tí hetta var ein so kensluborin hending, har eitt skip sigldi á eitt annað við syrgiligum úr­ sliti. Men nú er henda søgan atkomilig hjá øllum. Eisini er eydnast at skriva hesa søgu soleiðis, at hon ikki gongur nøkrum ov nær. Ein onnur frásøgn er tann um Acorn, har sjey menn, herav fýra gjá­ar­menn, brendu í hel í 1928. Tað hevur verið skrivað um sjálva van­lukk­ una, men ikki um, hvussu fólk heima upp­livdu hana. Tað hevði ongantíð verið tosað um hesa hending við Gjógv, so ræðulig var hon. Men takkað verið góðum keldum, er henda søgan nú til skjals. Millum annað er endurgivið brævið frá einum pápa, sum kundi greiða konu síni frá seinastu orðunum hjá teirra 16 ára gamla doyggjandi soni. Her er talan um munandi íkast til ta vitan, sum hevur verið um hesar van­lukkur og harvið eisini til henda týdn­ingarmikla partin av søguni hjá føroyingum. Eg havi avgjørt ikki varhugan av, at fólk halda, at henda skriv­ing eins væl kundi verið ógjørd. Tey eru mong avvarðandi, sum hava takk­að mær fyri hana. Nógv teirra hava livað eitt heilt lív við, at hesar hend­ingar hava verið tabu, sum tað ikki hevur verið tosað um. Nú kundu tey tosa opið um tað, sum hendi. Eg eri bæði fegin og eyðmjúkur um at hava kunnað viðvirkað til at hetta gjørd­ist møguligt. Nærri er greitt frá júst hesum í fororðinum. Sjálvsagt er hetta kensluborið, men tað kann ikki vera orsøk til ikki at fáa tað fest á blað. Heldur er tað øvugt. Harafturat eru nógvir lesarar, sum hava fortalt mær, hvussu áhugaverd og upp­lýsandi bókin er, og hvussu hon gav teimum eitt nýtt innlit í lívið bæði á sjógvi og landi fyri 80 til 100 árum síð­ani, sum ógvuliga fá vit nakað um í dag. Hesar afturmeldingar standa í sterkari andsøgn til skotsmálið hjá Bergi, at “talan týðiliga ikki er um bók, ið vil upplýsa.” Merkilig samanbering Í ummælinum hjá Bergi verður gjørd sam­meting millum bøkur um sjólátnar fiski­m­enn og bøkur skrivaðar um skipa­bygg­ing og skiparar. Víst viðgera hes­ar bøkurnar skip og sjógvin, men tað gera tær upp á heilt hvør sín hátt. Hetta er eisini heilt ymisk øki. Enda­ mál­ið við bókunum er tískil eisini heilt hvør sítt. Hendan sammetingin er sum at sammeta “Ferð mín til Jor­ sala” eftir K.O. Viderø við “Turen går til Jerusalem”, ein ferðahondbók hjá Poli­ti­ken. Heldur ikki ber til at skilja sjón­ar­ mið­ið hjá Bergi, at tað, sum ger bøkur um sjólátnar fiskimenn virðisleysar, er, at tær ikki eru “kritiskar” og finna fram til, hví tað gekk, sum tað gekk við teimum burt­urgingnu skipunum. Sum dømi verð­ur nevnt “virksemið hjá fakfeløgum og avgerðum hjá pol­it­ik­ ar­um, reiðarum, skiparum”. Hetta eru heilt onnur mál, sum slett ikki hoyra heima í bók um lagnuna hjá fiski­ monnum og teirra avvarðandi. Skuldu heldur stuðla Tað kann undra, hvønn áhuga fólk á Fróð­skaparsetrinum kann hava fyri at gera so til einkis arbeiðið hjá øðrum at nið­ur­skriva og varðveita føroyska sið­ søgu, serliga á einum so grunnum og gen­eraliserandi grundarlagi, sum her er talan um. Heldur skuldi verðið stuðl­að uppundir at fingið so nógv sum gjørligt av søguligum tilfari al­ ment fram. Tá vil tað eisini vera lætt­ ari hjá øðrum at arbeiða víðari við hesum tilfari í framtíðini. Fari at nýta høvið til at takka øllum teim­um, sum hava stuðlað og eggjað í míni søguskriving. Hon kann bert lata seg gera, tí fólk eru so beinasom. Tað er slíkur stuðul og sýndu áhugi, sum eggjar til, at slík søguskriving yvirhøvur ber til. Eru bøkur um sjólátnar fiskimenn uttan innihald? Bókmentafrøðingur á Fróðskaparsetrinum heldur hesa bókina vera stórt sæð virðisleysa. Men lesarin heldur nakað annað! Hugleiðingar hjá einum skrivandi: