mánadagur 16. november 2015síða 62
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 47 • 16. november 2015
30
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Bókajól
Vilmund Jacobsen
V
ið
nógvum
forvitnisligum
myndum, ið neyvt lýsa seyða
hald gjøgnum árið, orðafrá
greiðingum, talvum og faktaboksum
er bókin hjá Olav Schneider ikki bara
ein sonn fragd fyri eyga, men eisini
ein sannur gripur av upplýsingum og
frágreiðingum um seyð og seyðahald.
– Lat tað tí verða sagt beinanvegin,
at øll eiga at eiga seyðabókina eftir
Olav Schneider! heldur Høgni Mohr,
ummælari.
Ein góð lýsing
Herfyri kom bókin Seyður og seyða
hald, eftir Olav Schneider.
Í nýggju bókini greiðir hann hegn
isliga frá gongdini í einum seyðaári
– alt frá brundstíð og lembing til
ullaroyting, heystfjall. Bókin lýsir
neyvt mannagongdina, tá tú flett
ir. Stutt søguligt baksýni er eisini
um seyðahald og seyðasløg, um
seyðasjúkur og viðgerð, ull og ullar
úrdráttir.
– Tilgongdin frá tí, at seyðurin
verður svavdur, til krovini eru komin
upp at hanga, er væl lýst. Sera nógvar
góðar og sigandi myndir snúgva seg
um flettingina og tað, sum hendir eft
ir tað. Hetta kann uttan iva brúkast
sum beinleiðis vegleiðing til fletting
arfólk – so greitt, sum tað er orðað
og avmyndað, sigur Høgni Mohr, um
mælari.
Vekir áhuga
Bókin um seyð og seyðahald í Føroy
um er fyrst og fremst ætlað øllum
teimum mongu, ið hava seyð og dáma
at fáast við seyð. Og hjá teimum, ið
ikki vita so nógv um seyð, er hon ein
sannur fongur við stuttum, greiðum
teksti og flottum myndum, og fer
uttan iva at vekja áhuga fyri seyði og
seyðahaldi, heldur høvundurin sjálvur.
– Lembing merkir lív, og tað sæst
aftur í bókini. Ein mynd av fjallmann
inum, Sámali Petersen, sum annars
er hollur streingjaleikari, er livandi.
Sámal stendur við einum smálambi,
ið hann heldur inn at sær minst líka
inniligt, sum var tað ein Stadivarius-
violin, sigur Høgni Mohr, ummælari.
Sæst neyvan
Tað er ein veruleiki, at seyðurin hevur
havt ómetaliga stóran týdning fyri
fólk fyrr í tíðini. Ofta sýnist hann ikki
av nógvum, har hann gongur í hag
anum – og fellir mest sum saman
við landslagnum. Men, seyðurin átti
lívið í fólkinum í øldir. Hann var ein
treyt fyri, at nakar kundi liva her á
oyggjunum.
– Bókin fær fýra av fimm hjørtum -
og eitt nýra fyri at vera so innilig, sigur
Høgni Mohr, ummælari.
Fleiri nýggjar føroyskar
uppruna barnabøkur
Seyður og seyðahald í
Føroyum
Seyðurin hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri fólk fyrr
í tíðini. Ofta sýnist hann ikki av nógvum, har hann gongur
í haganum. Men, seyðurin átti lívið í fólkinum í øldir. Hann
var ein treyt fyri, at nakar kundi liva her á oyggjunum
Stjórin í Bókadeild Føroya Lærarafelags, Niels Jákup Thomsen, sigur,
at 2015 hevur verið eitt gott ár hjá upprunaføroyskum bókum
Vilmund Jacobsen
Við ikki færri enn sjey uppruna før
oyskum barnabókum og tveimum
stuttsøgusøvnum til ung og vaksin
í ár, kann stjórin á Bókadeild Føroya
Lærarafelags, Niels Jákup Thomsen,
ikki vera annað enn nøgdur.
Aftrat hesi rúgvu kunnu leggjast
ein seyðabók, 36 týddar barna- og
ungdómsbøkur og 28 krabbabøkur,
so samlaða útgávutalið hjá Bókadeild
Føroya Lærarafelags (BFL) í ár er 74
bøkur.
– 2015 hevur verið eitt gott ár hjá
upprunaføroyskum bókum. Tað hevur
eydnast okkum at fáa sjey barnabøkur
og nakað so sjáldsamt sum tvey
stuttsøgusøvn til ung vaksin út í ár,
sigur Niels Jákup Thomsen.
Hann vísir á, at bøkurnar spenna
víða – alt frá realistiskum samtíð
arsøgum eftir Ingun Christensen og
Arnbjørn Ó. Dalsgarð til myndaríku
søgunar hjá Ranvør Isholm og Jenny
Kjærbo, ið báðar debutera sum barna
bókarithøvundar.
– Elin á Rógvi kemur eisini við eini
nýggjari bók til stór børn, og Elsubeth
Fossádal, sum sjálv er lækni, hevur
skrivað eina fitta og viðkomandi bók,
sum neyvt lýsir gongdina á skaða
stovuni. Bókin er tann fyrsta í eini røð
av upplýsandi bókum til børn, sigur
Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bóka
deild Føroya Lærarafelags.
Yvirlit yvir upprunaføroysku
barnabøkurnar frá Bókadeild
Føroya Lærarafelags í 2015:
Elin á Rógvi Eg sá ein eingil
Ranvør Isholm Alda
Jenny Kjærbo Áh Óh
Gloym meg ei - Dýrabók Smábarnabók
Mín jólabók + Vættrarok
Høvundar: Ymiskir
Elsubeth Fossádal
Drongurin í grønum gummistivlum
Ingun Christensen Rani II - Vár og vónir
Alda er myndabók eftir
Ranvør Isholm
Rani er tekstbók hjá Ingun Christensen