Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-16, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2015síða 66

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 47 • 16. november 2015 34 Ókeypis lýsingarblað TEMA Bókajól Hetta er tíðin, tá ið vit taka okkum burtur frá gerandisdegnum. Við livandi ljósum og eini gandakendari kenslu av, at lívið er beint nú. Besta jólagávan Hettar er tíðin, tá ið vit taka okkum burtur frá gerandisdegnum. Við livandi ljósum og eini gandakendari kenslu av, at lívið er beint nú Bókadagar í Norður­landahúsinum Í døgunum 20.-22. november verður Norðurlandahúsið karmur um stórt alment tiltak við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum spennandi fyri allar aldursbólkar  – alt við støði í skrivaða orðinum Partur av húsinum verður innrættaður til børnini við søgum, spølum og øðr­ um stuttleika. Bókadagarnir eru eitt sam­starv millum Norðurlandahúsið, Rithøvunda­felagið og føroysku útgávufeløgini, og eru ætlaðir viður­ kendum eins væl og spírandi høvund­ um úr Føroyum og norður­londum, tíð­inda­fólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa. Undir bókadøgunum verður mill­um annað ein myndaframsýning at síggja uppi á Býarbókasavninum. Hetta eru fotomyndir hjá íslendska fotograf­ inum Sigurjón Pétursson, sum eru svart-hvítar myndir av fjøllunum nær­ hendis Mývatni. Fotografurin hevur fingið íblástur úr bókini Atvent eftir Gunnar Gunnarsson, sum Sprotin gevur út í nýggjari útgávu. Har­um­ framt verða myndatalvur við upplýs­ ing­um um høvundin og verkið. Fram­ sýn­ingin verður fríggjadagin 20 novembur. Bókadagarnir byrja leygardagin klokkan 13. Tá seta Sólrun Michelsen, sum var tilnevnd bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins, og Síf Gunnars­ dóttir, stjóri í Norður­landa­húsinum, bókadagarnar. Beint eftir setanina verður vinn­ arin av skaldsøgukappingini hjá bók­ handlara­felagnum avdúkaður. Sjey handrit vóru latin inn til kappingina og høvuðs­vinningurin er 50.000 krónur. Leygardagin klokkan 14 verður ein pallborðsfundur, sum tekur støðið í bókini Hinumegin er mars eftir Sólrun Michelsen. Hon var til­nevnd til bók­ mentaheiðursløn Norður­landa­ráðsins fyri bókina, sum er ein skald­slig mynd av tí at eldast. Við á pall­inum vera eisini Pia Juul og Niviaq Korneliussen, sum eisini vóru til­nenvdar bók­menta­ heiðurslønina. Yrkingasavnið hjá nevndu Piu Juul, Avuncular, verður eisini við­gjørd Í yrkingasavninum leiðir hon okk­um nærri inn í leiklutin hjá onklum, ella systkjum foreldranna, í bók­menta­ søguni. Bókin um tað góða eftir Carl Jóhan Jensen er eisini partur av bóka­ døg­unum og skal hon eisini viðgerast í odd og egg. Bókin snýr seg um prent­ ar­an K., sum brádliga ásannar, at hann hevur mist trúnna á tað góða. Sunnudagin halda viðgerðirnar av bókunum fram. So hon starir inn í veggin, stuttsøgusavnið hjá Arnbjørn Ó. Dalsgarð, stendur fyri tørni sunnu­ dagin. Tær 12 stuttsøgurnar eru nú­ tím­ans stuttsøgur, sum nema við spurn­ingin um, hvat er tað rætta at gera. Spurningurin um hvat er tað rætta at gera fylti eisini nógv í barnaárunum hjá Williami Smith, sum nú hevur fest sín uppvøkstur á blað í bókini Hinu­ megin Garðin. Bókin er um upp­liv­ ingarnar hjá rithøvundanum í sunnu­ dags­skúlanum í Vági og hvussu tað ávirk­aði hansara unga barnasinni. Íslendski rithøvundurin Oddný Eir Ævarsdóttir vitjar á bókadøgunum og Carl Jóhan Jensen fer at gera eina sam­røðu við hana. Bók hennara, Jarðnáðir, kemur nú út á føroyskum, og er ein bók um kærleika og kær­leik­ ans náðir á jørðini. Hon tosar um kær­ leikan millum makar, millum systkin, millum børn og foreldur, eins og kær­ leikan til náttúruna og tjóðina. Tak bamsuna við á skaðastovuna Barnabókmentirnar eiga eisini sítt sjálvsagda pláss á Bókadøgunum og sunnudagin fer Turið Sigurðardóttir at tosa við Elina á Rógvu og þórarinn Leifsson, sum bæði vóru tilnevnd norðurlendsku barnabókavirðislønina í ár. Elin á Rógvu skrivar í bókini Og mamma um ósjónligar vinir, í hesum før­inum ein hana í reyðum smekk­ buks­um, sum einans abbi sær. þórarinn Leifsson hevur skrivað bókina Maðurinn sem hataði börn, sum er ein krimi, sett í Reykjavík. Óttin fyri einum dreingjadrápsmanni hevur lagt seg yvir býin og við fylgja Sylvek Kaminski Arias, ein sponskum inn­flytara, sum roynir at lívbjarga sær í íslendska høvuðsstaðnum. Nógv tiltøk eru eisini rættaði móti børnunum. Janus á Húsagarði hevur teknistovu fyri børnunum, har tey kunnu tekna vættrar. Ungir fjepp­ arar av Harry Potter kunnu gera sín egna gandastav og kipp við Milju Hanusar­dóttir, í samband við at fyrsta Harry Potter bókin nú er útgivin sum myndabók. Karlo og Luddi vitja leygar­dagin, Hjálmar Dam fer at lesa søgur fyri børnunum ogJensina Olsen fer at hjálpa børnunum at líma, klippa og klistra. Sunnudagin verður skipað fyri eini bamsuskaðastovu. Tá verður høvi hjá børnunum at taka bamsu sína við á skaðastovuna. Har stendur ein lækni fyri teimum og greiðir børnunum frá, hvat hendir á skaðastovuni.