Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-16, síða 76
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2015síða 76

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 47 • 16. november 2015 44 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað Fylgdu nútímans línuveiði umborð á Sandshavinum Vilmund Jacobsen Æ tlanin var at gera meira enn tann eina túrin, men líkindini vóru so vánalig henda leyg­ ar­dagin. Millum 60 og 70 fólk høvdu tekn­ að seg - ikki bara úr Sandoynni, men eisini úr Havn og Klaksvík Tá tíðin nærkaðist til, at skipið skuldi loysa, var rættiliga nógvur vind­ ur, og ivasamt var, um túrurin gjørdist veruleiki. Skiparin á Sandshavinum, Eyðvarur Petersen, fór tí saman við øðrum at hyggja, hvussu líkindini vóru, og niður­støðan hjá teimum var, at veðrið var einki serligt til ein slíkan túr, har menn, kvinnur og børn skuldu vera partur av manningini. – Men, tá vit koyrdu oman á bryggj­una - meira fyri at rigga skipið av - var dekkið longu fult av fólki. Eg spurdi, um tey hildu, at vit skuldu loysa. Tey søgdu, at tey heldur vildu uppliva lívið umborð á einum línuskipi, soleiðis sum tað er - enn at fara í land aftur. Eyðvarur Petersen sigur, at túrurin eydnaðist stak væl hóast vánaligu líkindini, og skipið var fullmannað, tá loyst var í umleið 28 metrum um sekundið. Siglt varð út móti Djúpadali, og á veg inneftir aftur settu teir einar 1200 húkar, egndir við høgguslokki. – Húkarnir vóru stutt við botnin, til drigið varð aftur. Men, vit fingu so nakrar fiskar. Onkra einstaka brosmu og longu og nakrar góðar toskar. Eg haldi, at øll vóru nøgd og glað fyri túrin, og alt gekk upp á stás. Skiparin sigur, at túrurin tók tað mesta av tveimum tímum, og tá Sandshavið stevndi innaftur í havnina á Sandi, vóru fleiri fólk á bryggjuni sum spurdu, um teir ikki fóru at gera ein túr aftrat. – Men, vit gjørdu bert tann eina túrin í vánaligu líkindunum, sum vóru. Gjørdu vit ein túr aftrat, høvdu vit fingið trupulleikar við rákinum, eins og tað hevði verið skýmligt, tá vit komu aftur at landi. Eyðvarur Petersen sigur, at við á túrinum vóru fleiri ungir dreingir um 10-14 ára aldur. Her vóru onkur pør, og her vóru gentur, kvinnur og menn. – Elstu »dekkararnir« hendan túrin vóru tveir brøður á Sandi, harav annar er farin um tey áttati. Eg vil siga, at hetta var ein blandingur av fólki - alt frá børnum, ungum dreingum og gent­um, bøndrum, handilsmonnum til pensjónistar, sigur skiparin á Sands­ havinum. vilmund@sosialurin.fo Ungir menn vísa, hvussu nútímans línuveiða gongur fyri seg Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir saman við stuttum teksti og upplýsingum til: maggi@sos.fo Bilurin hesa vikuna er ein Vauxhall Velox Fø456 hjá Peturi Vilhelm í Vági. Petur Vilhelm hevði gjøgnum mong ár fleiri Vauxhall og Opel bilar. Umframt at vera postmaður koyrdi hann eisini bil. Á myndini er Petur saman við einum barni. Vauxhall Velox vórðu framleiddir av Vauxhall Motors í Onglandi í ymiskum útgávum frá 1948 til 1965. Tað var bilasølan P/F Vilhelm Nielsen í Jónas Broncksgøtu, sum umboðaði Vauxhall og Opel í Føroyum. Myndeigari : Petur Vilhelm SkipAsøga bilasøga Vauxhall Velox hjá Peturi Vilhelm Í samband við oktoberhugnan á Sandi herfyri, gjørdi línuskipið Sandshavið ein túr við áhugaðum, og áhugin var stórur, má sigast Navn: Sandshavið Fyrrverandi nøvn: Fugltúgvan Smíðistaður/-ár: Strandby Skibsværft (1988) Útgerðarmaður: Eyðvarur Petersen