Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. november 2015 · Nr. 133 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Tey vóru har – øll frá sam­ gong­uni og hendinga and­ støðu­pol­it­ikk­ar­ar Løgmaður, lands­stýr­is- fólk og tingfólk møttu á tíð­ inda­fundinum í Tinganesi, tá ið samgongan loksins kom við uppskotinum til fíggj­ar­ lóg fyri 2016. Hægri gjøld til fiski- og ali­vinnuna, hægri besin- og olju­prísir og hægri vegskattir um­framt sparingar í útgjaldi av pensjónum gera, at tað sær út til at avlop fæst á fíggj­arlógini næsta ár. Vinnan kemur við einum stór­um parti av hægru inn­ tøk­un­um. Alivinnan fær nú eitt tøkugjald, sum eftir út­rokn­ ing­un­um hjá samgonguni fer at geva landskassanum 108 millj­ón­ir krónur. Frá at hava goldið ein eyka­skatt verður alt umlagt nú, so alivinnan skal gjalda eitt tøkugjald. Tøkugjaldið er fimm prosent, rokna av prís­in­um á feskum laksi. – Vit hava valt at leggja hetta gjaldið á sum eitt leigu­ gjald, segði aksel V. Jo­hanne­ sen, løgmaður. – Alivinnan skal gjalda hetta fyri at hava fram­í­hjá­ rættin til at brúka før­oysku firðirnar. Hetta er nak­að, sum alifeløgini hava rætt til framum onnur í sam­fe­ lagnum, so tí skulu tey gjalda fyri leigur av firðunum, segði løg­maður. Fiskivinnan Fiskivinnan skal eisini gjalda meira umframt at nakað av til­feinginum komandi ar verð­ur selt á uppboðið. Sum tað sær út nú, so fer gjald­ið frá fiskivinnuni at hækka úr 111 til 178 milljónir krón­ur, men harumframt so er ætlanin, at 15 prosent av upp­sjóvarfiskinum verður seld­ur á uppboði. Serligar reglur verða gjørd­ar fyri uppboðnum, sum skulu tryggja at tað eru før­oysk feløg, sum keypa rætt­ind­ini og at tað eru før­ oy­ing­ar sum hava ræð­isrætt­ in. Fyri fyrstu ferð verður eis­ini ein partur av kvotuni í Barentshavinum seldur á uppboðið. Talan er um tær toskakvoturnar, sum før­oy­ ing­ar keypa frá russum fyri upp­sjóv­arfisk. Í sambandi við fiski­vinn­ una, so hevur samgongan eis­ini tikið avgerð um, at tað al­menna skal byggja nýtt hav­rannsóknarskip í staðin fyri Magnus Heinason. Áður hevur ætlanin verið, at eitt alment partafelag skal byggja skipið, men hesum ætl­an­um hevur samgongan slept. Samgongan vil, at tað al­ menna byggir skipið og hev­ ur í fíggjarlógini fyri 2016 sett 16 milljónir krónur av til hav­rann­sóknarskip. Skattalætti Undan valinum lovaðu sam­ gongu­flokkarnir, at lág- og meðalinntøkurnar fóru at fáa ein skattalætta. Hesum lyfti hava sam­ gongu­flokkarnir hildið. Skatta­lættin fer at kosta lands­kass­an­um um 150 millj­ ón­ir krón­ur. Hesin lætt­in fer at geva lág- og með­al­inn­tøk­ un­um ein lætta uppá einar 500 krónur um mánaðin. Samgongan hevur eis­ini valt at umleggja kring­varps­ gjald­ið, soleiðis at í staðinfyri at gjalda 3600 krónur fyri hvørt húsarhald, so skal hvør vaks­in persónur millum 24 og 66 ár gjalda 1800 krónur umárið. Tey, sum eru undir 24 ár gjalda onki og tey sum eru omanfyri 66 ár gjalda ein triðing av gjaldinum. Sam­ gon­an kallar tað ikki fyri skatt, men tað verður Taks, sum fer at taka gjaldið inn fyri Kringvarpið. Eyka gjald Fyri at fáa endarnar at røkka sam­an, so verður tað eisini dýr­ari at koyra bil. Bensinprísurin fær eitt eyka gjald uppá 30 oyru og die­sel 25 oyru. Harumframt hækk­ar vegskatturin við 10 pros­entum. Hetta rakar sjálvandi tey, sum hava langt til arbeiðis og tí hækkar ferðastuðulin eis­ ini við 10 prosentum. Eitt annað gjald, sum verð­ur lagt á vanliga løn­tak­ ar­an, er gjaldið til Sam­halds­ fasta Eft­ir­løn­ar­grunn­in. Men tær stóru og tungu spar­ing­ar­nar síggjast í, at 40 milj­ón­ir minni verða út­ goldn­ar minni í grund­upp­ hædd­ini í fólka­pen­sjón­ini. – Hetta hevur tó ikki við sær, at nakar fær minni út­ gold­ið, segði lands­stýris­ kvinn­an við fíggj­ar-mál­um, Kris­tina Háfoss. Hall á fíggjarlógini burtur fyri fyrstu ferð í átta ár Fíggjarlógin fyri 2016 fer fyri fyrstu ferð í átta ár at geva eitt lítið avlop politikkur Krógva seg væl aftanfyri skattalætta til láginntøkur – Tey krógva seg aft­an­fyri skattalættan til lág­inn­tøk­ ur­nar. Formaðurin í Sam­bands­ flokkinum, Bárður á Steig Nielsen, finst at, at sam­ gong­an ongar sparingar í veru­leik­anum hevur gjørt á fíggjarlógini. 40 milljónir minni verða goldn­ar úr landskassanum í grundupphædd til pen­ sjón­ir, men pengarnir verða bara tiknir úr einum øðrum kassa. Heldur ikki lækkaðu íløg­ur­nar heldur formaðirn í Sambandsflokkinum ser­ liga nógv um. – Tað snýr seg um, tá ið nógv ferð er á búskapinum, at minka almenna eft­ir­ spurn­ing­in eftir vørum og tæn­ast­um. Tað umvenda eig­ur at henda, tá ið tíðirnar ikki eru so góðar. Eftir tí sum sagt var, so lækkar raksturin á fíggj­ar­ lóg­ini 0,7 prosent í mun til fram­skrivaðu fíggjarlógina. Hetta gevur kortini ein samlaðan vøkstur í rakstr­ in­um uppá 3,1 prosent og tað er rættuliga høgt. Landsstýriskvinnan við fíggj­ar­málum segði, at hetta er tí fleiri stovnar eru so hart píndir gjøgnum nógv ár, at teir nú mugu hjálpast uppá slætt. – Til dømis fara 30 millj­ ón­ir til heilsuverkið, men tá er eisini dýrari heilivágur og aðrar eykajáttanir tiknar við í fíggjarlógini fyri næsta ár sigur hon. Taka frá vinnuni – geva privatum Báður Nielsen vísir á, at sam­gongan hevur valt at taka pening frá vinnuni við gjøld­um, men samstundis verð­ur ein partur av hesum inn­tøk­um latin privatum – serliga sum skattalætti. Hann finst eisini at ætl­an­ un­u­m um at lata Lands­ bank­an uppaftur í mai kom­ andi ár: – Hvat skal Landsbankin gera, sum ikki verður gjørt í dag? Gevur tað nakra sum helst meining at seta hend­ an bankan á stovn aftur? Eg haldi ikki. Eg haldi at hetta bert er ein útreiðsla afturat, sig­ur Báður Nielsen. Formaðurin í Fólka­ flokk­inum er samdur við Bárði Nielsen. Jørgen Nicla­ sen sigur tó, at størsti trup­ ul­leik­in er, at vøksturin í rakstr­in­um er ov høgur. Hann er munandi størri enn tann vøkstur, sum Bú­ skap­ar­ráðið annars væntar kom­andi ár. – Tá ið eg sá myndina av ein­um tunnilsmuna, har tað stóð: “Here begins toll road”, so var tað júst tí kenslu eg sat eftir við. Full ferð er sett á avgjøld og skattir, sigur Jør­gen Niclassen. – Í veruleikanum verða pengarnir tiknir frá vinn­uni og brúktir til almenna rakst­ ur­in, sigur Jørgen Niclassen, for­maður í Fólkaflokkinum. Formaðurin í Sambandsflokkinum saknar veruligar sparingar á fíggjarlógini