Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. november 2015 · Nr. 133 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen GREINING: Tað var við ómetaliga stórum spenn­ingi, at bíðað var eftir, at lands­ stýrið fór at melda út við, hvønn politikk við fara at síggja riknan í 2016 og kom­ andi árini. Fíggjarlógin er hvørt ár karm­urin um politikkin, tí uttan pening er ongin poli­ tikk­ur. Týsdagin kom so loksins fram á tíðindafundi, hvat sam­gongan ætlar sær at gera og eitt sindur um hvørj­ ar broytingar verða gjørd­ar í raðfestingunum á fíggj­ar­ lóg­ini. Har vóru eisini fleiri átøk, sum vit ikki hava sæð bein­ leið­is fyrr. Til dømis boð­aði smagongan frá, at ein part­ ur av toskakvotuni í Bar­ ents­hav­inum verður seldur á upp­boðið. Hetta hava vit ikki sæð fyrr. Eisini ein 15 prosent av upp­sjóv­ar­fiskinum verður seld­ur á uppboðssølu. Tað er roynt fyrr, men nú er ætlanin at gera meira neyvar royndir, so tær kunnu eftirmetast og møgu­liga brúkast í sambandi við broyt­ingarnar í lógini um vinnu­ligan fiskiskap. Tann lógin skal broytast og set­ast í gildi 1.januar 2018. Samgongan boðaði eisini frá nøkrum umleggingum, sum broyta gerandisdagin hjá borgarunum og hjá vinn­ uni. Skattalættin til lág- og mið­al­inntøkurnar er ein stór­ broyting, sum kostar á leið 150 milljónir krónur. 40 millj­ ón­ir minni verða goldnar út minni í grundupphæddini til fólkapensjónina, men ong­in fær minni pensjón. Við øðrum orðum, so koma pengarnir bara úr einum øðr­um kassa – kassanum hjá Sam­haldsfast. Olja og bensin hækka, veg­skatturin hækkar og kring­varpsgjaldið verður um­lagt. Samgongan boðaði eisini frá, at Landsbankin verður sett­ur á stovn aftur eins og bú­skap­argrunnurin fer at virka aftur. – 1. mai er ætlanin at Lands­bankin verður settur á stovn aftur, segði Kristina Há­foss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum. Manglaði Sjálvandi er tað eitt stórt arbeiði at broyta við­ur­ skiftini so nógv, men tað sum manglaði í framløguni, var eitt greitt yvirlit í tølum yv­ir, hvat fer at kosta meir og hvat fer at kosta minni. Nú vita vit væl, at alt ikki er endaligt, tí broytignarnar sum landsstýrið leggur upp til skulu nú hava viðgerð í fíggj­ar­nevndini. Vanligt er, at tá ið tann við­gerð­in fer fram, so henda eis­ini broytingar. Hóast tað, so átti lands­ stýr­ið og kanska fyrst og fremst fíggjarmálaráðið at havt latið politikkararnar bet­ur í, so vit sum borgarar fingu meira neyv tøl fyri tey tøl, sum koma á nýggju fíggj­ ar­lóg­ina. Tað kann gott vera, at stundirnar ikki hava ver­ið serliga góðar, men lands­ stýr­ið og samgongan veit eis­ini, at hesin mátin at gera broyt­ingar ikki gongur eina aðru ferð. Hetta gongur hesaferð, tí tíðin hevur verið stutt og tey ikki eru komin nakra leið atbroyta fiski­vinnu­poli­tikk­ in, pensjónspolitikkin og ann­að. Framløgan í dag bar ikki boð um, at samgongan hev­ ur lagt fastar karmar fyri vinn­una. Hetta sær út sum “ad hoc” loysnir. Tað gongur hesaferð, men næsta ár eru krøvini til fíggjarlógina munandi harð­ ari. Framløgan av fíggjar­lógini hevði ógreiðan boðskap Almenni tíðindafundurin um fíggjarlógina gav ikki greið svar uppá ætlaða politikkin politikkur Byrjanin til endan í Barentshavinum – Eg eri skelkaður. Hetta verð­ur helst byrjanin til end­ an í Barentshavinum. So bersøgin er Hanus Han­sen, reiðari, um ætl­ an­ina hjá samgonguni at selja ein part av kvotuni í Barentshavinum á upp­boðs­ sølu. Samgongan hevur valt at lata 15 prosent av kvotuni fara um eina uppboðssølu. Hetta er ongantíð roynt fyrr. – Sjálvandi fara vit at bjóða, men vit vita eis­ini, at tá ið talan er um upp­boðs­søl­ ur, so er tað eisini ein markn­ aður fyri spekul­ant­ar, sigur Hanus Hansen. Reiðarin hjá JFK sigur, at Kjøl­bro hevur havt trol­ ar­ar í Barentshavinum síð­ ani 1933. Nýggja átakið hjá samgonguni er nýtt og er við til at skapa ein ótrygg­leika í vinnuni. – Tað er torført at hava tvær fastar manningar í skip­um, tá ið ein ikki veit, hvussu nógvan fisk ella kvot­ ur ein fær, sigur hann. Hanus Hansen er ikki ímóti, at vinnan skal gjalda eitt sindur fyri rættindi, sum hon fær framum onn­ur. Hann veit eisini væl, at tosk­ur í Barentshavinum verð­ur býttur um við makr­ el og í tí førinum fær lands­ kass­in ikki nakað avgjald av makr­el­inum. – Vit hava ikki nakað ímóti at gjalda, men tað snýr seg um tryggar karmar, sig­ur Hanus Hansen Endin Hanus Hansen óttast fyri, at ætlanin um uppboðssølu av parti av toskakvotuni í Bar­ ents­havinum, er byrj­an­in til end­an. Knapp­liga verður alt selt um uppboðssølu. – Faktisk eri eg rættu­liga skelkaður av hesum her. Fiski­skapurin í Bar­ents­hav­ in­um hev­ur verið bulurin í virk­sem­in­um hjá JFK og er í veru­leikanum eisini grund­ ar­lag­ið undir øllum øðrum virk­semi hjá okkum í Klaks­ vík. Hansu Hansen sigur, at virk­semi hjá JFK í Klaksvík hev­ur líka stóran týdning har, sum arbeiðsplássini á Lands­sjúkrahúsinum hava fyri Havn­ina. Eini 500 fólk eru í vinnu hjá stóra samtakinum í Klaks­vík. – Tað sum eisini skelkar meg nógv er, at hesar broyt­ ing­arnar koma nú. Vit hava mest­sum væntað, at okkurt fer at henda 1.januar 2018, men vit roknaðu ikki við at broyt­ignarnar fóru at koma nú, sigur hann. Hann leggur afturat, at broyt­ingarnar fara eisini at ávirka fiskamarknaðion og prís­in á fiskinum í fram­tíð­ ini. – Keypararnir tryggja sær í dag, at tann teir keypa frá, hevur ræðið á fiskinum og kvot­unum. Tað kunnu vit ikki siga longur, so tað fer at gera, at føroyingar fara at fáa lægri prís fyri fiskin, enn teir fáa í dag, sigur Hanus Han­ sen, reið­ari. Hanus Hansen, stórreiðari í Klaksvík, óttast fyri, at uppboðssøla av einum parti av Barentshavskvotuni verður endin á fiskiskapinum norðanfyri