týsdagur 17. november 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. november 2015 · Nr. 133
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
22
Fyrsta myndin, sum er tikin av
okkum báðum saman, var, tá eg
var einans 2 mánaðar gomul. Tú
heldur um meg, meðan eg eri ball
að væl inn í eina dýnu. Tú hyggur
so smílandi til mín.
Soleiðis hugdi tú eisini upp á
meg, nú tá vit søgdu okkara sein
asta farvæl. Um vit høvdu tikið
mynd av hesi seinnu løtuni, ja so
var tað nú tú, sum lá ballað undir
eini dýnu, meðan eg fevni teg.
Eg veit ikki, hvussu eg skal lýsa
eitt heilt lív í nøkrum reglum. 34 ár
fekk eg saman við tær. Tú og øll tíni
hava alt tað, eg kann minnast, verið
ein partur av tilverðuni.
At koma inn í Brøttulíð var nak
að, vit bara gjørdu. Vit komu í tíð
og ótíð, men altíð vóru vit so hjarta
liga vælkomin. Vit órógvaðu ongan
tíð og fóru ongantíð svong avstað
aftur.
Har var so stuttiligt hjá mær
sum barn at koma inn. Fyrsta, eg
møtti í durinum, var hundurin
King, og so var eyðkendi lukturin
frá prentaðum bløðum og fald
arum, sum Hjørleif rokaðist við í
kjallarinum.
Eg plagdi at fara inn í kamarið
hjá Øssuri at lesa teknirøðir, og um
hann var heima, so tímdi hann altíð
at spæla við við meg. Tað sá eg nógv
stórt í, at ein ungur maður tímdi at
spæla við meg, eina smágentu.
Eg minnist, hvussu tey vaksnu
tosaðu nógv og flentu hart, ja har
var lív í! Og náttarravnar sum eing
in annar. Eg bleiv mangan borin
sovandi út í bilin á náttartíð.
Eg plagdi eisini at yvirnátta
av og á. Eg og fastir í dupultsong
svóvu leingi um morgunin. So at
spæla brettspøl afturvið morgun
matinum, meðan útvarpið sendi
morgunsendingar.
Um jólini plagdi fastir at hanga
bommstavar upp á jólatræið í stov
uni, og tað var altíð nummar eitt
at sleppa framvið at eta sindur av
hesum góðu jólabommum. Eg slapp
eisini at geva hundinum burturav.
Eg haldi, at eg slapp nokkso nógv,
tá eg vitjaði fastur.
Sum eg vaks til, broyttist gongd
in inn í Brøttulíð ongantíð. At fara
framvið hjá fastur hoyrdi bara til.
Eg og fastir hava mangan bara
vit báar sitið og prátað, hugt í sjón
varp og fingið okkum blund a sof
uni. Henni dámdi so væl skýming.
So sótu vit í stovuni, meðan dagurin
spakuliga gjørdist til kvøld og nutu
stillið og útsýnið yvir havnina.
Fastir hálpti mær nógv við at
heinta Sáru úr skúla, gera okkum
døgurðar og ansa Sáru, tá hon
hevur verið sjúk. Hon hevur eis
ini bundið klæðir fyri meg til Sáru.
Teirra løtur saman vóru at eta
popcorn, fingrabinding og gongu
túrar.
Vit hava nógv at takka fyri av
hjálpsemi, gestablídni og umsorg
an. Eg eigi eingin orð at lýsa sorgina
av at missa teg, góða fastir. Eg siti
her við tárum og royni sum fræg
ast at lýsa brotpartar av tilveruni
saman við tær.
Tann dagin, eg fekk at vita, at
tú hevði fingið krabbamein, kundi
eg ikki annað enn at drøna heim
til tín. Vit fevnust og grótu saman,
og eg haldi, tað gjørdi endaferð
ina eitt sindur lættari. Vit høvdu
fingið sagt alt, og at elska gjørd
ist nógv lættari, tí tað, sum lá fyri
framan, var so tungt. At síggja teg
stríðast við krabbamein gjørdi
mær so ilt. Eg fekk so illa gjørt nak
að fyri at hjálpa og kendi meg so
hjálparsleysa. Men góða fastir, tú
bardist til tað seinasta, og tað krev
ur dirvi!
Góðu Rúna, Thea og Øssur, mín
ir tankar leita til tykkum, nú tað er
so tómt í Brøttulíð. Og góði babba
og Karin fastir, tit hava mist eina
systur. Hon fylti nógv, har hon var,
tí hon elskaði at práta og fylgja við.
Og altíð var hon so kvik. Sást ikki á
henni, at hon eldist. Vøkur og røsk
kvinna, sum dugdi eina rúgvu!
Seinastu orð frá tær til mín vóru
”ja nú fara tit á flog”. Lítið visti eg,
at tá var so stutt til, at tú skuldi á
tína endaligu ferð. Eg siti her so
langt burturi frá lítlu Føroyum og
dugi ikki at ímynda mær at koma
heim at ferðast og ikki skula drøna
niðan til tín.
Takk fyri alt tú hevur verið fyri
okkum á Argjum, fyri meg og mína
Sáru. Eg fari at elska og sakna teg
altíð. Uggi meg við, at vit einaferð
fara at síggjast aftur í Himli.
Rutt Leo Skarðenni, september
2015
Til minnis um mína kæru fastur
Malan Hilduberg
Bátar og bátaútgerð
Bátaútgerð til sølu
16 fj. Furuno radari og ekkolodd
5 ára gamalt. 2 oljutrýst snellur
+ nýggjar slangur. Roðurgreiðir,
stempul og 2. pumpur. 60
litrar rustfríður dieseltangi.
Siglinarljós, 12 stampar av 3mm
línu á rustfríðum stokkum. 30
smáir gágguglúpar. Alt í góðum
standi, verður selt bíliga.
Tlf 447558 ella 747558
Býli í Føroyum
Goymsluhøli til leigu i Hoyvik
Goymsluhøli til leigu 28m2 42m2
Tekning av flottum 1-plans húsi
til sølu
224910
íbúð ynskist
33 ára gamal maður, ynskir
íbúð í Tórshavn fyri í mesta lagð
5000 kr. Royki og drekki ikki, og
gjaldi til tíðina.
226272
Lutaseðlar
Lutaseðil hjá KFUK í Havn
Hesi nummur hava vunnið
á lutaseðli hjá KFUK í Havn
Varðagøta 9, ið eru trektir 14.
nov. 2015:
1. 2054 - 2. 2504 - 3. 4448
4. 3935 - 5. 5202 - 6. 4678
7. 2658 - 8. 5212 - 9. 4430
10. 3624 - 11. 2050 - 12. 0388
13. 5191 - 14. 5331
15. 0361 -16. 3601
Vinningarnir fáast við at venda
sær til KFUK áðrenn 15. januar
2016. Hjartans tøkk til tykkum,
sum hava selt, keypt og stuðla
tlf. 311928 ella 211824
Lýsingartorg
www.klaksvik.fo
N. Pálsgøta 32 • FO-700 Klaksvík
Tel. 41 00 00 • Fax. 41 00 01 • klaksvik@klaksvik.fo
Skattalistin fyri 2014 liggur frammi til
alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í
vanligariskrivstovutíð í tíðarskeiðnum
23. november til 7. desember, báðir
dagar íroknaðir.
Klaksvíkar Býráð
Kunngerð
70 ára føðingardagur
Sunnudagin 22. november
verður Jóanis Olsen
í Søldarfirði 70 ár.
Føðingardagurin verður hildin
hjá dóttrini Bodil á Garðavegi
11 í Søldarfirði.
Opið hús verður frá kl 16.