hósdagur 19. november 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
Tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskifti redaktørur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
20. november 2015
Nú er tað greitt, at eingin ting
fundur verður fyrrenn á ólavsøku
Tað er neyðugt hjá andstøðuni at fáa í
minsta lagi tríggjar samgongumenn at skriva
undir áheitanina á tingformannin um at
kalla tingið saman. Eingin samgongumaður
tekur undir við áheitanini hjá andstøðuni.
Tíðin er farin at ganga undan, og harvið
hevur tað ikki stóran praktiskan týdning, at
tingið ikki kemur saman fyrrenn politiska
nýggjársdagin.
Talan er um lítið gjøgnumskygda bíði
støðu, sum er politisku Føroyum so líkur.
Miðflokkurin í samgongu hevur fleiri
ferðir givið til kennar, at hann heldur, at
løgmaður eigur at leggja frá sær nú beinan
vegin, tí hann hevur sagt ósatt fyri tinginum.
Bill Justinussen og Poul Michelsen, for
maður í Framsókn, skiftu orð um spurningin
í sjónvarpinum týskvøldið. Teir vóru samdir
í, at um skipanini skal vera lív lagað, so eigur
avleiðingin fyri løgmann av niðurstøðuni hjá
Gammeltoft-Hansen at vera, at hann leggur
frá sær alt fyri eitt.
Lítla tingmanningin hjá miðflokkinum
dregur ikki altíð eina línu. Men hóast bæði
Bill og Jenis í hesum føri fara at hava sama
sjónarmið sum andstøðan, so munar tað ikki
í politisku rættvísini, sum er grundað á at
telja upp í 17. Sambandsflokkurin og Fólka
flokkurin eiga 18 av teimum 33 í tinginum.
Tiltikið er tað, tá ið Anfinn Kallsberg løg
maður hevði tvær ólavsøkurøður uppi á sær.
Eina, sum hann fór at halda, um samgongu
stevið var frægari, og eina, sum hann fór at
halda, um tjóðveldismenn ikki avmonteraðu
politisku bumbuna, sum teir høvdu lagt
undir løgmann. Ólavsøkumorgun avmon
teraði tjóðveldið, og so helt løgmaður fyrru
røðuna. Kaj Leo Holm Johannesen fer ikki at
hava fleiri útgávur av røðuni við sær í tingið
ólavsøkudag. Í løtuni arbeiðis umsitingin við
løgmansrøðuni. Talan er um síðstu røðuna í
hesum valskeiðnum, tí verður hon afturlít
andi. Løglistarnir hava ofta verið langir. Um
hann verður langur ella stuttur hesaferð er
ilt at vita. Vit eru í bíðistøðu.
Løgmaður kann finna upp á so mangt, og
um enn hann velur at útskriva val ólavsøku
dag og harvið tekur fusin av andstøðuni og
miðflokkinum og slepppur undan uppskot
inum um nøs frá formansskapinum, ella um
hann bíðar í nakrar vikur, so nærkast løtan,
tá ið løgtingið skal á vektina hjá veljarunum,
og so verður nýtt samgonguskjal skrivað og
nýggjur løglisti lagdur fram.
Politiska skipanin og
politikkurin bíða, og tað
gera veljararnir eisini.
Frá øðrum ársfjórðingi í fjør
til annan ársfjórðing í ár er
brúkaraprístalið farið 1,2 prosent
niður, skrivar Hagstovan
Tað eru príslækkingar í nýtslubólkinum býli,
sum hava ávirkað brúkaraprístalið mest
seinasta árið. Rentan á íbúðalánum er farin
9,3 prosent niður, og prísurin á brenniolju til
húsarhald er lækkaður 11,8 prosent. Saman
lagt er býliskostnaðurin farin 4,7 prosent
niður.
Prísirnir eru eisini lækkaðir í fleiri øðrum
nýtslubólkum. Klædnaprísirnir eru lækkaðir
1,4 prosent, flutningsprísirnir eru farnir 1,7
prosent niður, meðan príslækkingin í nýtslu
bólkinum ymiskar vørur og tænastur hevur
verið 2,3 prosent.
Mesti prísvøkstur seinasta árið hevur
verið í nýtslubólkinum rúsdrekka og tubbak,
2,2 prosent.
Prísirnir á matvørum – samanlagt – hava
so at siga staðið í stað seinasta árið. Mestu
broytingarnar eru, at kaffi er dýrkað, og kjøt
er vorðið bíligari.
Annan ársfjórðing hækkaði brúkara
prístalið 0,4 prosent samanborið við fyrsta
ársfjórðing. Mesti prísvøkstur hevur verið í
nýtslubólkunum flutningur, 1,7 prosent, og
býli, 1,5 prosent. Mesta príslækking hevur
verið í nýtslubólkinum innbúgv, húsbúnaður
og líknandi, 0,8 prosent. Matvøruprísirnir
eru farnir 0,3 prosent niður seinasta árs
fjórðingin.
Annan ársfjórðing var brúkaraprístalið
117,7 samanborið við 117,2 fyrsta ársfjórðing.
Noreg er tað norðurlandið, sum hevur
besta umdømið millum fólk kring
heimin. Bert Kanada hevur betri
umdømi í heiminum
Stovnurin Reputation Institute hevur spurt
48.000 fólk um, hvat tey halda um tey ymsu
londini í heiminum, og niðurstøðan er, at
Kanada hevur tað besta umdømið.
Næst á listanum er Noreg, sum samstundis
er norðurlendskur vinnari. Norðurlond standa
seg sum heild væl á listanum – Svøríki er
nummar 2, Finland nummar 6 og Danmark
nummar 8.
Tað eru bæði beinleiðis upplivingar og ein
fatan av teimum ymsu londunum, sum fólk
hava brúkt í teira svarum.
Í niðasta enda á
listanum eru lond sum
Irak, Iran og Pakistan,
meðan Rusland, Kina
og Turkaland liggja
niðarliga á listanum.
Politikkurin er í bíðistøðu
Bíligari at liva í Føroyum
Noreg hevur
best umdømið
brúkaraprístal
Visti tú?
1. apríl búðu
20.292 fólk í
Tórshavnar kommunu
– 282 fleiri enn
somu tíð í fjør
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
Tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskifti redaktørur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
20. november 2015
Jørgen Niclasen hevur nógv eftir at
læra fyri at byggja upp álit á seg sjálvan
Dómurin í Eystara Landsrætti mikudagin
hev ur stóran týdning. Tí hann sigur okkum, at
tað er í lagi, at fjølmiðlar viðgera valdspersónar
ser liga krit iskt. Hann sigur okkum, at tað er
ikki í lagi, at pol itikarar við ymsum snildum
royna at sleppa sær undan, at ávís viðurskifti
koma fram. Í hesum føri, at landið hevur mist
peng ar av avgerðum hjá tí manninum, sum er
sett ur at varða av landsins pengum.
Við øðrum orðum hevur tollmálið týdning,
tí tað sigur okkum nakað um metingarevnini
hjá Jørgen Niclasen sum politikara.
Dómurin sigur okkum eisini, at politikarar
skulu tola meira enn onnur fólk. Tað verða
sett ir fleiri kritiskir spurningar um viðurskfiti
hjá politikarum, sum liva av fólkinum, og sum
liva av at taka avgerðir fyri fólkið.
Men fyri tað skulu fjølmiðlar sjálvandi upp
fylla síni krøv um góðan fjølmiðlasið.
Vit kunnu kanska siga, at Jørgen Niclasen
var hepp in, at hesin dómurin ikki fall fyrr enn
eft ir løg tingsvalið. Hann var undir sera stór
um trýsti – so stórum, at var talan um okk urt
ann að lands stýrisfólk, so hevði løg mað ur koyrt
við komandi úr starvi. Tí kom dómurin í Føroya
Rætti sera væl við hjá Fólkaflokkinum og Jørg
en Niclasen – og hjá løgmanni.
Ein slíkur dómur kann eisini læra pol it ik ar
ar at spæla meira við opnum kortum. Jørg en
Nicla sen kundi sloppið undan øllum roki num,
um hann bara legði kortini á borðið bein an
veg in og alment segði sum var, at hann royndi
at rudda upp í fyritøkuni, sum var illa fyri. At
lít ið skil var í hjá nógvum vinnufyritøkum
tá – og at í mong um førum enn minni skil var í
al mennu um sitingini, so sum hjá Taks.
Hevði hann gjørt tað, so hevði hetta málið
ong antíð verið komið so langt sum til eitt mál í
Landsrættinum og kanska í Hægsta rætti við.
Men Jørgen Niclasen royndi heldur at sópa
mál ið undir teppið. Og tað gongur sjáldan væl
– í mun til at stíga alment fram og viðganga
síni mistøk og lata veljaran døma út frá tí.
Fólkaflokkurin hevur skapt sær umdømið
sum ein flokkur, har nógv viðurskifti eru duld,
og nógv verður við gjørt í loyndum. Hann er
eisini einasti politiski flokk ur, sum noktar fjøl
miðl um atgongd til lands fundin. Slíkt skapar
mis tanka og sáðar mistreysti – og tað virkar
bein leiðis óreiðiligt.
So hóast drúgvar royndir í politikki, so
hev ur Jørgen Niclasen nógv eft ir
at læra til at gerast ein álit is
pol itikari.
– Tað er ikki stuttligt, tá man nú er
blivin gamal, heldur reiðarin
Tað var ikki hissini, sum Mortan Johannesen,
reiðari og sjómaður í 64 ár, bar seg fram í Degi
og Viku í sjónvarpinum hetta kvøldið.
Unga tíðindakvinnan, sum var komin á gátt
hjá honum fekk av at vita. Hon varð spurd, um
hon hevði nakra neyð, um hon ikki fekk góða
løn, at hon tiltuskaði sær virði úr fiskivinnuni.
Hetta innslagið í Degi og Viku er fallin
mongum fyri bróstið, og hevur verið nógv
umrøtt á sosialu miðlunum:
– Tað var sum at síggja ein film hjá
Almodóvar, at verða boðin innar í hesa fjálgu
og litríku bestaborgarastovuna hjá reiðaranum,
sum elegant grásprongdur í flottari skjúrtu við
høgari flippu kundi siga okkum akkurát hvussu,
og hvar, skapið skuldi standa. Íð hvussu er
sambært einum uppblástum einaveldisharra.
Soleiðis skrivar Birgir Kruse í sínum bloggi á
netinum. Og Brigir Kruse heldur fram:
Eftir at vera sloppin inn um innasta skinnið
hjá reiðaranum, sita vit nú eftir við eini fatan
av einum ríkmanni, ið heldur seg vera snýttan
fyri seinastu bommini, tey, sum lógu niðast í
skálini, nú øll eru farin, og føðigardagurin er
liðugur. Sum eitt forkelað barn sigur hann fyri
opnum skermi, hvussu harmur hann er um
botnórættvísu støðuna. Og sjálvandi skal hann
hava fullan rætt til tað. Fyrr var illa.
Men hetta havi eg ikki sæð í Degi og Viku
áður.
Tað mann merkja, at okkurt, sum er
sjáldsama gott fyri borgaran, og knapt so gott
fyri reiðaran, er hent í dag. Akkurát hvat, kunnu
búskaparfrøðingar og fiskifrøðingar útgreina.
Eg hefti meg bara við filmiska virðið í hesum
sjáldsama nærverandi og sansaliga innslagi.
Fólkaflokkurin man vera einasti flokk
ur í demokratisk heiminum, sum noktar
fjølmiðlum atgongd til landsfund
Allir politiskir flokkar bjóða fjølmiðlunum við
til lands fund irnar. Uttan Fólkaflokkurin.
Tað er greitt, nú Miðlahúsið frá Fólka flokk
i num hevur fingið at vita, at fjølmiðlar ikki
sleppa á landsfundin hjá flokkinum, sum verð
ur í morgin leygardagin.
Flokkurin hevur kallað til landsfund leyg ar
dag in, og tá eingin innbjóðing kom í Miðlahúsið,
so varð spurt, um fjølmiðlarnir ikki sleppa við.
Og svarið varð greitt: Nei, fjølmiðlarnir sleppa
ikki við til landsfundin hjá Fólkaflokkinum.
Mikudagin fall dómur í Eystara Landsrætti,
sum fríkendi teir journalistar, sum Jørgen
Nicl a sen hevur stevnt fyri ærumeiðing. Um tað
hevur havt ávirkan á avgerðina hjá Fólka flokk
i num er óvist. Men fyrr hava fjølmiðlar havt
at gongd landsfundin hjá Fólkaflokkinum eisini.
Vit kunnu so bara staðfesta, at Fólkaflokki
num ikki dámar
tann opinleika, sum
eyðkennir allar aðrar
flokk ar í Føroyum
– og í øllum øðrum
demo krat iskum
londum við. Spell...
Politikarar skulu tola nógv meira
Jørgen noktar
miðlum atgongd
DulDur lanDsfunDur
misnøgD
Les eisini blaðið
á telefonini
Steasdadadlóg
Eyasdasdadasdarg
Tíðargrein síða 2829
asdadads
asdasdasd
sdsdsds síða 1617
Visti tú?
At fólkatalið í
Føroyum var 49.006
1. oktober 2015
Mortan Johannsen,
skipari og reiðari og sjómaður í 64 ár
»Her er eingin neyð. Her stendur glansurin
rundan um okkum allastaðni. Sjálvandi er munur
á fólki. Tað hevur tað altíð verið og tað fer tað
altíð at vera«
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
»koma og taka hoyla molivittið«
Nú var Mortan grummur
Í blaðnum...
Les eisini blaðið
á telefonini
Ein nýggj stjórnar
skipan gagnar
Føroyum
Jóannes Eidesgaard
Tíðargrein s28-29
USA vil ikki
steðga IS
Norskur professari
síða 26-27