Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. november 2015 sosialurin 134 4 Ongantíð eru so nógv fólk dripin í yvirgangsálopum sum í fjør, vísir ein greining av Global Terrorism Index, sum Institute for Economics and Peace savnar saman. Yvirlitið vísir, at yvirgangsfelagsskapirnir Boko Haram og IS hava ábyrgd av yvir helvtini av øllum deyðsføllum í yvirgangs­álopum í 2014. Boko Haram, sum kunngjørdu sín trúskap til IS í mars í ár, drópu 6.644 fólk, meðan IS drap 6.073 í yvirgangsatsóknum í fjør. Tó skal sigast, at umframt hetta talið, hevur IS dripið 20.000 fólk á vígvøllinum. Av teimum, sum hava latið lív í atsóknum hjá Boko Haram eru 77 prosent sivilfólk, meðan hetta talið er 44 prosent í álopunum hjá IS. IS fremur tó fleiri enn dupult so nógv yvirgangsálop sum Boko Haram, 1.071 í mun til 453. Boko Haram hevur tó tvífalda talið á yvir­gangs­ atsóknum síðani 2013. Taliban, sum áður vóru deyðiligast, eru nú á triðja plássi, við ábyrgd av 3.477 deyðs­ føllum í yvirgangsatsóknum. Hetta er 38 pro­sent fleiri enn í 2013, sigur kanningin. Talið av deyðum í yvirgangsatsóknum vaks við heili 80 prosentum í fjør í mun til í fyrraárið. Í fjør lótu 32.658 fólk lív í yvir­ gangs­álopum, meðan talið var 18.111 í 2013. Í 2000 lótu 3.329 fólk lív í yvirgangsálopum, men síðani tá er talið voksið ár um ár. Tað er í Irak, Nigeria, Afganistan, Pakistan og Sýria at flest fólk doyggja av yvir­gangi. Í hesum fimm londunum doyggja 78 prosent av øllum, ið doyggja av yvir­gangi. Í Irak doyðu flest fólk, 9.929. Seinastu tíðina hava mong okkara staðið í alt ov langum bíðirøðum, tí atgongumerki skuldu ognast til Fólk og Dólgar. Kaspur, Jaspur og Jónatan lokka ung sum vaksin til sín, og leikurin, sum mong okkara eru uppvaksin við í útvarpinum, er eitt hitt áðrenn hann yvirhøvur er byrjaður. Nakað stórt trýst at leggja á Hjálmar Dam og hans­ara fólk, má sigast. Men síðani 7. november, tá ið fyrsta sýningin var, hava fólk verið glað um leikin. Tey hava stutt­ leika sær, hesi 5000 fólkini, sum hava verið ella fara til leikin. 10 prosent av Føroya fólki hava verið ella fara at hyggja at Sofíu mostur og teim­um. Og júst hetta faktum vísir hvussu stóran týdning føroyskt tilfar av alskyns slag hevur. At uppliva, smakka, síggja, hoyra, lesa føroyskt tilfar. Tað er bara í Føroy­um man kann tað. Og vit eru bert 50.000 fólk her, sum kunnu framleiða alt tað, sum vit skulu smakka, uppliva, hoyra, síggja og elska hvønn dag á hesum brim­ bardu klettum. Tí er Vikuskiftis Sosialurin farin undir eitt samstarv við Keyp Føroyskt átakið. Ásann­andi, at hugsjónin handan átakið er savn­andi og til gagns fyri okkum øll, hevur Vikuskiftis Sosialurin sett hetta hornið á síðu 4 av hvørja viku í eitt ár. Hvørja viku kanst tú síggja júst hvat fólkini handan Keyp Føroyskt halda merkir okk­ara samfelag í dag. Og tær reyðu, bláu og hvítu strípurnar fara við aktualiteti í huga at minna okkum øll á, at tað bara er her í Føroyum, at vit kunnu skapa tað føroyska, sum vit øll elska í onkrum saman­hangi – um enn tað eru Fólk og Dólgar í Sjón­ leikar­húsinum ella Vikuskiftis lesnaður í Sosialinum. Fríggjadagur leygardagur Sunnudagur 3-8 m/s 8-13 m/s 10-15 m/s 3-8 m/s 5-10 m/s 10 til 15 m/s av norðri og landnyrðingi. Okkurt vátaslettings- ella kavaælið, men eisini onkrir sólglottar. Hitin úr frostmarkinum upp í trý hitastig. Um kvøldið og náttina 3 til 8 m/s av vestri. Skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin millum tvey hitastig og fimm kuldastig. Mánadagin 5 il 10 m/s av vestri, sum snarar í ein útsynning og øtlar upp í 8 til 13 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn og hitin um 8 stig. Um kvøldið verður upp í 15 m/s av útsynningi, Samdrigið og regn, men út á náttina klárar í, tó okkurt æli. Hitin millum 4 og 8 stig.   Týsdagin 8 til 13 m/s úr suðri og útsynningi, í støðum upp í 15 m/s. Skýggjað og yvirhøvur regn. Um náttina snarar hann í ein vestan og útnyrðing. Um kvøldið klárar hann í, tó okkurt æli. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig. 5 til 10 m/s, av norðri og útnyrðingi, sum snarar í ein vestan og útsynning, seinni 8 til 13 m/s. Turt og sum frá líður sólglottar, og hitin millum 4 og 8 stig. Um náttina 8 til 13 m/s av útsynningi og vestri, sum snarar í ein vestan og minkar niður í 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn av og á og hitin millum 5 og 8 stig. 5-10 3 til 8 m/s, úr útnyrðingi og norðri, seinni 5 til 10 m/s, í støðum upp í 13 m/s. Yvir høvur kava- ella vátaslett ings æl og hitin millum 2 og 5 stig. Um náttina 5 til 10 m/s av norðri og útnyrð ingi. Skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin millum 2 og 5 stig. Vikan ið fór Sæð á Facebook: – Tá ein suðringur roynir okkurt nýtt bomm, er tað so ein dropsroynd? Sæð á Facebook: – Er heilin ein tankastøð? – Sikkurt, tí har kann man tanka í heilum. Um yvirgangin sigur Sprotin: eirindaleys framferð móti ósekum fólki (ofta fyri at fáa eftirlíkað politiskum el. átrúnaðarligum krøvum), ágangur (1), harðskapur, bonskleiki, verja e-n móti yvirgangi; kríggið í Irak og altjóða ~ vóru evni í sjónvarpaða kjakinum; hellan var mestan avoydd (fyri fugl) av tí yvirgangi, ið menn høvdu havt har undir landinum Mest nýtta orðið hesa vikuna kemur í kjalarvørrinum av yvirganginum móti París farna vikuskiftið. Dia Midjord, Liljan Weihe, Jan Lamhauge og Sveinur Tróndarson vóru mikudagin fríkend í øllum ákærum frá Jørgeni Niclasen, í sam­band við sendingar­ nar um tollmálið. Mentanarritið Varðin hevur fingið nýggjan rit­stjóra. Tað er 44 ára gamla Dorit Hansen, sum nú skal rit­stjórna 94 ára gamla tíðarritinum. Fíggjarlógin hjá nýggju CEF samgonguni varð løgd fram á tíðindafundi týsdagin. Landsbankin skal setast á stovn aftur. Og tað skal vera frá 1. mai. Tað staðfestir nýggja CEF samgongan. Føroyingar eiga minst 31 prosent av donsku makrel­ kvotuni í Norð­sjónum, Skagerak og Kattegat og minst 15 pro­sent av donsku silda­kvot­uni í Norðsjónum. Jan Danielsen, fyrrverandi stjóri í Heilsutrygd, varð sagdur úr starvið fyrr í november, og greitt er nú, at Jan Danielsen fær løn í 15 mánaðir eftir at hann er givin í sínum starvi. »Yvirgangur« Boko Haram drepur fleiri enn IS Fólk og Dólgar og føroysk framleiðsla Mest nýtta orðið hesa vikuna ...uppá ein minutt milliónir krónur er upphæddin, ið Landsbankin fer at kosta at reka teir 8 mánaðirnar í næsta ár. 5,3 mangt og hvat Visti tú? Sea Shepherd hava eina langa søgu av lógarbrotum í roynd teirra at bjarga heimsins hvalum. Tað er løgið, sum alt krógvar seg í dag Komandi vikurnar fara fleiri enn 5.000 av okkum til sama sjónleik, nú Fólk og dólgar í Kardamummubýnum gongur í sjónleikarhúsinum. At hugsa sær, at so nógv av okkum fara at deila hesa uppliving.