Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. november 2015 sosialurin 134 6 persónssøga Muslimar eru partur av føroyska samfelagnum Mohamed Ali Hallur av Rana T að er eitt seint vetrarkvøld og myrkrið hevur smoygt seg inn í hvønn krók í bý­num, tá eg fari á gátt í gamla Kondittarínum, har eg havi eina avtalu um samrøðu við eigaran av pitsari­num, ið liggur í hjartanum av Havnini. Tað er ein góð vika aftaná, at níggju yvirgangsmenn skelkaðu heimin, tá teir, í eini røð av álopum, drupu 129 fólk í franska høvuðsstaðnum Paris. Allir níggju menninir vóru muslimar, og framdu álopini meðan teir róptu Allah Akubar, Gud er størstur Sosialir miðlar floymdu eisini skjótt yvir við viðmerkingum til sorgarleikin, har fleiri vóru merktar av rasismu mótvegis muslimum. Tað var ikki fyrstu ferð, at orða­ skiftið á sosialum miðlum í Føroyum var merkt av hørðum vendingum móti muslimum. Líka síðani táver­ andi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, í seinastu nýggjársrøðu sínari, bar fram tankan um at taka móti flótta­fólkum til Føroya, hevur flótta­fólka­spurningurin javnan verið frammi í Føroyum. Eitt kjak, ið mang­an hevur verið merkt av, at før­oy­ingar hava sterkar meiningar um muslimar. Eg verði bjóðaður vælkomin av 46 ára gamla eigaranum av pitsarinum, Mohamed Ali, sum er ein av mongum muslimum í Føroyum. Ílatin einari bundn­ari troyggju tykist hann ikki at vera nakað øðrvísi enn aðrir út­ lend­ingar, ið hava gjørt Føroyar til sítt heim. Samrøðan er á enskum, tí sam­ bært Mohamed fer so nógv tíð við ar­beiðinum, at hann enn ikki hevur havt stundir at læra seg føroyskt. Føroyingar eru ikki rasistiskir Vantandi føroyskir málførleikarnir hava viðført, at Mohamed ikki hevur fingið nakað við av kjakinum í før­ oysk­um fjølmiðlum ella sosialum miðl­um. So tá hann verður spurdur um, hvørs hann heldur føroyingar verða rasistiskar, kann hann bara fyri­halda seg til egnar royndir. – Føroyingar eru ikki rasistiskir. Teir eru gestablíðir, vinarligir, blíð­ir, erligir og hjálpsamir. Nógvir føroy­ ingar hjálptu mær at byrja mítt lív her í Føroyum, og tað havi eg stóra virð­ing fyri. Eg hevði ikki klára meg í Føroyum, uttan at føroyingar hjálptu mær. Tað ynski eg at takka teimum fyri. Tað er ein sannroynd, at uttan tey, so hevði hetta ikki verið møguligt, heldur Mohamed. Hansara upplivingar í Føroyum eru góðar. So góðar, at hann metir Før­oy­ar vera millum bestu lond at liva í. – Føroyar eru, eftir mínum tykki, eitt av mest gestablídnu londum í heim­inum. Her er eins sum í Norður­ finn­landi so mikið friðarligt, at tað ikki er neyðugt at stongja dyrnar. Hetta er eitt tað besta staðið, ið eg havi upplivað í mínum lívi, sigur hann. Upplivingarnar hava verið mangar og góðar, síðani Mohamed kom til Føroya á fyrsta sinni. Tað eru fleiri muslimar, ið liva friðarliga í Føroyum. Eg eri ein teirra. Vit eru partur av føroyska sam­ felag­num, og eru við til at byggja tað upp« Framhald á næstu síðu – Tað var ikki fyrr enn eg kom til Evropa, at trúgv gjørdist ein trupulleiki. Eg skilt einki, tí í mínari uppaling var slíkt ikki nakað, ið vit løgdu dent á. Eg spurdi so fólk, hví eg varð øðrvísi viðfarin, og tá fekk eg at vita, at tað var vegna rasismu. Eg visti ikki, hvat tað var. Eg hevði ongantíð hoyrt orðið fyrr, tí eg kendi ikki til trupulleikan í Egyptalandi. Tað var fyrstu ferð í mínum lívi, at eg hoyrdi orðið rasisma, tað sigur 46 ára gamli muslimurin Mohamed Ali, sum í dag býr í Føroyum