hósdagur 19. november 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. november 2015
sosialurin 134
8
persónssøga
– Um ein hevur trupulleikar
við bilinum, so koma fólk einum
til hjálpa, uttan at tað yvirhøvur er
neyðugt at spyrja. Tað er tað sama
um ein tumlar. Fólk steðga alt fyri
eitt, og koyra ein har ein ynskir. Tey
bjóða eisini einum heim til sín, har
tey borðreiða við mati og øðrum. Her
er ein blíðskapur, ið ikki er at finna
aðrastaðni í Evropa, heldur hann fyri.
Í mongdini av rósandi orðum og
vendingunum um Føroyar og føroy
ingar, steðgar Mohamed tó á eina
løtu, og má viðganga, at tað er eitt, ið
hann ynskti var betri.
– Tað eru fleiri føroyingar, ið spyrja
meg, hví eg tími at búgva her, tá
veðrið er so ringt. Tað er eisini tað ein
asta ringa við Føroyum, og eg veit enn
ikki hvussu eg skal lata meg í. Men eg
gerist vanur við tað, sigur Mohamed
við einum brosi.
Hetta er mín lagna
Lívsferðin hjá Mohamed Ali byrjaði
í Egyptalandi, har hann varð borin
í heim. Har búði hann til hann var
mitt í tjúgunum, tá foreldrini fluttu
til Finnlands.
– Røturnar eru egyptiskar, men
eg eri finskur statsborgari. Foreldrini
fluttu til Finnlands, tá eg var í tjúg
unum. Seinni flutti eg so sjálvur til
Íslands, har eg hevði eina fyritøku.
Tað var í tí sambandi, at eg fyrstu
ferð lærdi um Føroyar, tí eg plagdi at
sigla við Norrøni til Íslands, greiður
hann frá.
Eins og sum hjá so mongum øðrum,
so mátti Mohamed geva skarvin yvir,
tá herviliga fíggjarkreppan skolaði
yvir grannalandið fyri vestan.
– Ísland endaði í eini djúpari
kreppu, og eg misti fyritøkuna og
eina rúgvu av pengum. Tá valdi eg
at flyta aftur til Finnlands. Eg kom
so í tankar um, at eg hevði nakrar
vinir í Føroyum, og avgjørdi so at
gera eina nýggja roynd í Føroyum
fyri fýra árum síðani. Eg byrjaði
fyrst Pizza King í Vágsbotni, og flutti
so seinni í størri hølir á Áarvegnum.
Eg hevði ikki komi til Føroyar, um
tað ikki var fyri kreppuna í Íslandi,
sigur Mohamed, steðgar á eitt bil, og
leggur aftrat.
– Hetta er mín lagna.
Kendi ikki til rasismu
Hóast Mohamed Ali kendi til fólk, ið
høvdu aðrar trúgvir og áskoðanir enn
hann, áðrenn hann kom til Evropa, so
var tað fyrst, tá hann flutti til Finn
lands, at hann møtti rasismu.
– Trúgvin er eitt samband millum
teg og Gud. Tað er eins egna val. Eg
dømi ongan, óansæð um tey eru mus
limar, kristin, jødar ella gudloysingar.
Tað er eitt persónligt val. Í Egyptalandi
var mín besti vinmaður kristin. Vit
vuksu upp saman, og tað var aldrin
nakar trupulleikar, at vit høvdu hvør
sína trúgv, heldur Mohamed.
Hóast meirilutin í økinum var
muslimskur, so kendi Mohamed held
ur ikki nakað til, at kristin vórðu øðr
vísi viðfarin.
– Eg visti ongantíð, at slíkt var ein
trupulleiki, sigur hann.
Hugmyndin broyttist tó skjótt,
tá Mohamed flutti til Finnlands, og
møtti fólkum, ið sóu hansara trúgv
sum ein trupulleika.
– Tað var tá eg kom til Evropa, at
trúgv gjørdist ein trupulleiki. Nakrir
av finnunum, ið eg møtti, mettu at
mín trúgv var ein trupulleiki. Eg skilt
einki, tí í mínari uppaling var slíkt ikki
nakað, ið vit løgdu dent á. Eg spurdi
so fólk, hví eg varð øðrvísi viðfarin,
og tá fekk eg at vita, at tað var vegna
rasismu. Eg visti ikki, hvat tað var. Eg
hevði ongantíð hoyrt orðið fyrr, tí eg
kendi ikki til trupulleikan í Egypta
landi. Tað var fyrstu ferð í mínum
lívi, at eg hoyrdi orðið rasisma, sigur
Mohamed.
Álopið í Paris var skeivt
Yvirgangsatsóknin í Paris varð framd
av níggju monnum, ið játtaðu seg
sum muslimar og drupu í navninum
hjá Allah. Mohamed Ali er sum flest
onnur kedd um tilburðin, og leggur
dent á, at hann ikki kennist við hesa
uppfatanina av Islam, ið loyvir dráp
og yvirgangi.
– Tað, ið varð gjørt í Paris, er
hundrað prosent skeivt. Islam merkir
friður. So hesir menninir gjørdu júst
tað øvugta av týdninginum av Islam.
Tað eitur Islam, tí vit ynskja frið. Øll
tey, sum gera móti hesum, meti eg,
skilja ikki Islam, vísur Mohamed á.
Hóast tað er ikki ókent, at muslim
ar kring Evropa mangan fáa ákoyr
ingar fyri hvat verður gjørt í navn
inum av teirra trúgv, og mugu harvið
standa til svars fyri atburðin hjá
øðrum, so hevur Mohamed Ali ikki
upplivað nakran tilburð við føroy
ingum, har hann fær spurningar um
yvirgang.
– Eingin tosar við meg um nakað
slíkt. Tað kann vera, at føroyingar
skilja, at eg ikki dámi at tosa um poli
tikk og slíkt. Eg ynski bara at arbeiða
og hava frið. Hatta er ikki mítt øki. Eg
trúgvi, at Islam er friður. Orðið merkir
tað, so eg skilji ikki, hvussu tað ber
til, at fólk uppføra seg soleiðis, sigur
Mohamed.
Mohamed Ali minnist tó á ein til
burð, har ein føroyingar ikki dámdi
hann vegna hansara trúgv.
– Tað var ein maður, ið segði seg
ikki dáma meg, tí eg var muslim. Eftir
hansara tykki vóru allir muslimar
brotsmenn og harðligir. Tað segði
hann við meg, tá vit tosaðu saman
eitt kvøldi. Men aftaná samrøðuna,
gjørdust vit vinir. Kanska hevði hann
misskilt okkurt, ella hevði onkrar
ringar royndir við muslimum áðrenn,
men vit gjørdust vinir. Í dag vitjar
hann meg, tá hann er í Føroyum,
sigur Mohamed.
Allir muslimar eru ikki eins
Vit eru við at nærkast endan av sam
røðuni, men tað liggur enn Mohamed
Ali nakað tungt á hjarta. Hann ynskir
at leggja dent á, at allir muslimar
ikki eru eins, og at tað ikki er rætt, at
døma muslimar í Føroyum, fyri tað,
ið muslimar aðrastaðni gera.
– Mær dámar slett ikki tann harð
skap og brotsverk, ið fólk gera í navn
inum hjá Islam. Um nakar føroyingur
hevur upplivað slíkt, so ynski eg bara
at siga, at allir muslimar ikki eru líka.
– Latið okkum taka eitt dømi við
tveimum beiggjum, har annar er ein
brotsmaður, meðan hin er ósekur. Tað
er ikki rætt at døma tann óseka, og
siga at hann er brotsmaður óansæð
hvat, einans tí beiggi hansara er
brotsmaður. Tað er tað sama við mus
limum. Tað er ikki rætt at døma okk
um allar, vegna gerðirnar hjá nøkrum
fáum, heldur Mohamed og setur orð
á gerandisdagin í Føroyum.
– Tað eru fleiri muslimar, ið liva
friðarliga í Føroyum. Eg eri ein teirra.
Vit eru partur av føroyska samfelag
num, og eru við til at byggja tað upp.
Vit muslimar hava eisini tvey góð
muslimsk fyridømi í Føroyum, Mouldi
og Nordin, báðir tveir muslimar, ið
hava búð í Føroyum í eini fjøruti ár.
Tað eru tveir muslimar, har man ikki
hoyrir nakra søgu um harðskap ella
brotsverk, sigur Mohamed, og ávarar
um at trúgva øllum tú sært.
– Men eg má eisini ávara um at
trúgva øllum tí, ið fjølmiðlar skriva
um muslimar. Helmingurin av tí,
ið fólk lesa, møguliga alt, er skeivt.
Um nakar er illur inn á muslimar, so
døm okkum eftir tí, ið vit gera her í
Føroyum. Døm okkum eftir tí, ið vit
gera, ikki tí, ið hendir aðrastaðni. Um
eg geri nakað skeivt, so døm meg, ikki
onnur, sigur Mohamed Ali heldur
álvarsamur at enda.
hallur@sosialurin.fo
Mynd: Polfoto
– Tað, ið varð gjørt í Paris, er hundrað prosent skeivt.
Islam merkir friður. So hesir menninir gjørdu júst tað
øvugta av týdninginum av Islam, sigur Mohamed Ali
»Føroyingar eru ikki rasistiskir. Teir eru
gestablíðir, vinarligir, blíðir, erligir og hjálpsamir.
Nógvir føroyingar hjálptu mær at byrja mítt lív
her í Føroyum, og tað havi eg stóra virðing fyri.
Eg hevði ikki klára meg í Føroyum, uttan at føroyingar
hjálptu mær. Tað ynski eg at takka teimum fyri«