hósdagur 19. november 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. november 2015
sosialurin 134
12
tema Glykogen goymslubrek
Barbara Holm
Í
hugnaligu húsunum á Oyri
hetta týskvøldið í november
eru kaffi og køkur settar á
borðið. Hetta er ikki fyrstu ferð
hendan dagin, at familjan hevur sett
kaffi útá, tí nógv fólk eru á gátt hjá
75 ára gomlu Hjørdis Debes í hesum
døgum. Fyri smáum trimum vikum
síðani misti hon sonin Jónleif sum
avleiðing av sjúkuni GSD. Hóast tú
helst kann vænta, at sorgarleikur
er tann kenslan, sum merkir fólkini
kring kaffiborðið hetta kvøldið, so er
tað tó ikki tann mest eyðsýnda kensl
an. Tey eru í sorg, jú, men tey eru mest
av øllum ill. Ill um, at teirra áhald
andi stríð fyri at fáa røttu viðgerð til
Jónleif ikki hevur eydnast. Ill um, at
nú er tað ov seint.
Við borðið sita mamma Jónleif
Hjørdis, systur hansara Rannvá
og beiggin Steingrím. Eisini er for
kvinnan í felagnum fyri GSD sjúk
lingar, Rúna Sivertsen. Dóttir henn
ara hevur eisini GSD og tað sama
hevur Rannvá. Og á gátt hesa løtuna
er eisini komin Kristbjørg, leiðarin av
heiminum á Mørkini. Tey tóku sær av
Jónleifi seinastu tíðina, og tey vóru
millum tey fáu, sum lurtaðu eftir ser
frøðini. Og eftir Rannvu serliga, sum
seinastu árini er vorðin mest sum ein
serfrøðingur innan økið.
Tað byrjaði alt í 1997, tá ið Ulrike
Steuerwald, barnalækni, starvaðist í
Føroyum.
Máttu vera fleiri vaksin
Ulrike Steuerwald er úr Týsklandi,
men starvaðist nøkur ár í Føroyum,
og er enn partvíst knýtt at føroyska
heilsuverkinum í samband við sjúk
una CTD. Ein dagin í 1997 vóru nakrir
vaksnir føroyingar kallaðir inn til
barnalæknan á Landssjúkrahúsinum,
tí hon hevði funnið fram til hvat veru
liga feilti teimum. Líka síðani Jónleif
og Rannvá vóru borðin í heim, hevur
okkurt verið galið við teimum. Tað
vistu tey. Síðst í 60'unnum og fyrst
í 70'unum varð Jónleif til kanningar
í Føroyum og í Danmark, men einki
spurdist burturúr. »Tað er okkurt
galið við livrini, men óttist ikki, tað
er ikki ein deyðilig sjúka« fingu tey
at vita tá. Og síðani hevur einki meira
verið at frætt um teirra sjúku. Fyrr
enn í 97'.
Ulrike Steuerwald hevði í sínum
starvi sum barnalækni funnið fram
til, at tað vóru nøkur børn í Føroyum,
sum vóru fødd við GSD. Og Ulrike
kendi nakað til sjúkuna, men fór eis
ini undir eina miðvísa gransking fyri
at finna útav júst hvør hendan sjúkan
er, hvar hon stavar frá og so fram
vegis. Og tað hon fann fram til var,
at talan var um eina genetiska sjúku.
Vóru børn fødd við genetiskari sjúku,
so máttu tað vera vaksin við somu
sjúku onkrastaðni í Føroyum. Og hon
fann tey. Rannvá og Jónleif og seks
aðrir vaksnir føroyingar vóru síðani
staðfest sum GSD sjúklingar, meðan
beiggin Steingrím var staðfestur sum
berari av sjúkuni.
Ulrike setti seg væl inní sjúkuna,
og hevur síðani 97' verið ein hollur
stuðul hjá føroyingum við GSD. Hon
fann fram til, at allar mest umráð
Familja av Oyri við illgruna
»Eg bað tey ringja
til Ulriku so hon
kundi greiða
teimum frá
sjúkuni. Eg vildi,
at onkur skilti
okkara sjúku
og fann hjálp til
Jónleif, men tey
vildu ongantíð
tosað við hana«
Doyði Jónleif
av skeivum
heilivági?
Tey søgdu við okkum, at tey høvdu kannað tað við Ulrike, og hann
toldi væl heilivágin móti angist. Men tað er kolasvørt lygn, sigur
Rannvá Debes Isaksen, systur Jónleif, sum doyði fyri smáum
trimum vikum síðani. – Eg havi tosað við Ulriku um GSD í síni
heild, men ikki um júst handan heilivágin, sigur Bjarni á Steig,
yvirlækni. Men tí afturvísur Ulrika Steuerwald. »Eg havi ongantíð
tosað við Bjarna á Steig um GSD ella viðgerðir av sjúkuni«.
Úrslitið kann tó ikki diskuterast – 49 ára gamli Jónleif er deyður
Jarðarferðin hjá Jónleif
Mynd: Privat