Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-19, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. november 2015 sosialurin 134 38 Vísandi til grein 6. í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum,- hevur Sørvágs kommuna á fundi hin 24. juni 2015 samtykt at gera broytingar í byggisamtykt og býarskipan. Talan er um serstaka byggisamtykt fyri víðkan av bústaðarøkinum í ”Billibønum”. Samtyktu broytingarnar eru: • Partar av matr. nr. 272p, 272o, 272 a og 154b,- verða broyttir frá sethúsaøki til veg. • Partur av vegi ”ba” verður broyttur frá frílendi til set- húsaøki • Partur av útløgdum vegi verður umlagdur til sethúsaøki og frílendi • Somuleiðis eru eisini ásetingar um hæddarkotur fyri nýggju grundøkini samsvarandi hjáløgdu kortum. Frágreiðing, kort og vegleiðing um kæru liggur frammi á komm- unu skrivstovuni frá mána deg num 23. nov. 2015 til mánadagin 21. des. 2015, báðir dagar íroknaðir. Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu verða bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 25. januar 2016. Sagt verður frá hesum. Sørvágur, 18.11.2015. Sørvágs Kommuna Sune Jacobsen, borgarstjóri Sørvágs Kommuna www.sorvag.fo KUNNGERÐ um serstaka byggisamtykt Ognin: Rókavegur 15, 656 Saltnes – Døgnstovnurin ,,Reiðrið” – matr. nr. 122, Toftir. Vídd á grundøki: umleið 850 m² Hæddir: Tvær Gólvvídd: 258m² Byggiár: 1984 Innrætting: Ovara hædd: Inngongd við rúmligari gongd, køkur, spísistova, stova, kamar og baðiverilsi við baðikari. Kjallari: Fýrrúm, vaski- /reiðskapsrúm, skrivstova, baðiverilsi, 3 kømur og gongd. Frá gongdini í kjallaranum er ein lyfta uppá til ovaru hæddina. Ognin er innrættað við atliti til fólk við serligum tørvi. Millum annað er ein lyfta millum báðar hæddirnar, sum tó er í ólagi. Søluprísur í minsta lagi kr. 900.000,00 Ognin liggur væl fyri við frálíkum útsýni inn eftir Skálafjørðinum og inn á havnarøkið í Runavík. Komandi tunnilin til Eysturoynna kemur upp beint niðanfyri ognina. Ognin: Undir Fobbakletti 14, 360 Sandavágur – Døgnstovnurin ,, Fobbaklettur” – matr. nr. 225e, Sandavágur. Vídd á grundøki: 695 m² Gólvvídd: Umleið 320 m² Hæddir: Tríggjar Byggiár: 1978 Innrætting: Miðhædd: Inngongd, køkur, stova, útgongd frá stovuni suðureftir. Frá gongini er eitt rúm og víðari haðani til spísikamar/hjall. Frá gongini er aftur ein eind fyri seg við gongd, wc, rúm við egnari inngongd, fýrrúm- /vaskirúm og eitt annað rúm. Frá fýrrúminum/ vaskirúminum er egin inngongd sunnanífrá. Kjallari: Trappa niður frá miðhæddini, gongd, trý kømur umframt eitt lítið rúm/klædnarúm, reiðskapsrúm og baðiverilsi við brúsu. Loft: Trappa uppá frá miðhæddini. Gongd, tvey kømur, stórt baðiverilsi við brúsu. Garaga, sum er sera vát. Søluprísur í minsta lagi kr. 1.000.000,00 Ognin: Niðari Vegur 71, Vestmanna – matr. nr. 216 g, Vestmanna (fyrrverandi Fiskivinnuskúlin). Vídd á grundøki: 691 m2 Hæddir: Tríggjar Gólvvídd: Innrætting: Niðasta hædd: Inngongd við duri, størri rúm (laboratoriurúm), eitt minni rúm (laboratoriurúm) íroknað fýrrúm, gongd og wc. Miðhædd: Gongd við trappu, wc, køkur, eitt stórt rúm, eitt minni rúm, durur, sum ikki longur verður brúktur sum inngongd og lítið rúm frá duri. Loft: Eitt stórt rúm frá trappu upp- gongd ini, har altan er út frá, trý rúm, wc og ein minni tekøkur. Prísuppskot: Kr. 700.000,00 - - - - - - - - - - Ognirnar treingja til ábøtur. Støðufrágreiðing/húsaskoðanir eru gjørdar av ognunum. Ognirnar og myndir kunnu síggjast á heimasíðunum www.jura.fo og www.ogn.fo. Keypari av ognunum fær tilboð um at tekna eina ognarskiftistrygging. Viðvíkjandi tryggingartreytunum verður víst til tey føroysku tryggingarfeløgini. Bjóðandi kunnu rokna við, at ognirnar verða standandi á sølulista í umleið 3 mánaðir áðrenn selt verður, hóast bjóðað verður samsvarandi ella hægri enn prísuppskotið, áðrenn 3 mánaðar freistin er farin. Um nærri upplýsingar ynskjast, verður annars víst til áðurnevndu heimasíður ella við at venda sær til Óla Jákup Kristoffersen, adv. tlf. 35 33 35 ella 21 18 17 ojk@jura.fo ella skrivaran Lydiu Thomsen, lt@jura.fo. AdvokAtskrivstovAn Fríða Patursson, adv. Óla Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Jógvan E. Winther Poulsen, adv. Eyðbjørn Larsen, adv. Birita S. Samuelsen, adv. Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo Ognir til sølu TVINGSILSSØLA Týsdagin tann 15. desember 2015, kl. 11:00 verður á Dóm ara­ skrivstovuni, C. Pløyens­ gøtu 1, 100 Tórshavn hildin tvingsilssøla yvir ognina matr.nr. 703 g, Ovari Vegur 77, 800 Tvøroyri (AS nr. 2­19/2015). Talan er um hús í tveim um hæddum, ið eru bygd í 1986. Nær­ um øll vindeygu eru skift í 2009. Húsini eru stoypt og takið er tjøru­ papp. Sambært trygg ing ar­ skjalinum er bygda økið 88 m2 í fleiri hædd­ um og bilhús á 30 m2. g Sambært tingbókini er grundøkið 897 m2. Húsini eru nærri innrættað soleiðis: Veghædd: Durur/ gongd við trappu niður í kjallarahædd, lítið wc, køkur og tvey kømur. Kjallarahædd: Stova við altan, gongd, baðirúm, klædnarúm, vaski­/ fýrrúm og eitt kamar. Húsini eru í rímiligum standi, men treingja til onkrar ábøtur. Tvingsilssølan er um biðin av Mimi Stein­ tórs dóttir, adv., Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, tlf. 203040 (sak nr. 5665501), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina. Tvingsilssølan er um biðin av Mimi Stein­ tórs dóttir, adv., Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, tlf. 203040 (sak nr. 5665501), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina. Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum á Dómaraskrivstovuni. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 17. november 2015