Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-19, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. november 2015 sosialurin 134 40 A t blaka góðan mat burt­ ur var ikki gamalt. Tað er nýtt í Føroyum. Ella hava vit ikki frætt so nógv um tað fyrr enn nú, tí fólk vóru ikki fátæk í Føroyum fyrr, og øll høvdu nóg mikið at eta, eisini børnini og reiðararnir. Ein trupulleiki verður ikki, ella er ikki ein trupulleiki, fyrr enn fjøl­miðl­ ar-nir siga, at hann er har úti, trup­ul­ leikin. Heilsølur og handlar duga illa at keypa og selja, tá so nógv leypir av hvørja viku. Tað er ógjørligt at vita, hvussu nógv verð­ur selt hvørja viku. Og hvussu nógv er út­gingið, farið út til gongu, tá vikan er lið­ug. Teir fáu dagar, sum stilli er og sól­ in skínur, og øll noyðast út til alt­ ar­ið í tún­in­um aftanfyri, eru ong­ ar krabba­meinselvandi pyls­ur eftir, uttan tær hálv­tíðn­aðu innast úr frysti­goymsl­uni, at tveita á krabba­meins­elv­ andi kol­ið. Í væl­ferðini eru fólk alla tíð­ina á ferð eft­ir mati, sum annars skal burtur, tí held­ u r ­ sær­minst­til­dag­ur­in er far­in, ella tað, sum verri er, sein­asti sølu­dag­ur, er farin afturum í álm­an­akkanum. Vælferðin er ikki fyri øll. Tað er gam­alt, eisini í Føroyum. Nú fingu tey frelstu so eitt mál aft­ ur­at at vera indignerað um. Ein almennur stovnur verður spilt­ ur út, tí hann heldur tær lógir og tær kunngerðir, hann skal umsita. Lóg­ir eru sum alt annað, tær valdast. Tær kunnu bendast higar og hagar. Lóg­ir eru til fyri at bróta, varð sagt, tá eg var ungur. Men tað var eisini fyri hundr­að árum síðani. Allar lógir eru fullar av holum, stutt er millum holini. Almennir stovn­ar hava ikki sum privatu fyri­tøk­ur­nar ráð til at keypa sær løgfrøði­liga hjálp til at finna holini og síðani brúka tey, gagnnýta tey. Heilsufrøðiliga biður annars javn­an fólk um at tveita mat burtur, sum verri enn so er komin til seinasta sølu­dag ella minstalagidagin, tí ein prent­villa er á pakkanum ella ein hálv nøt hevur sníkt seg í vøruna. Út, út ella aftur í handilin og peng­ ar­nar aftur. Ikki geva svangum fátækum, sum tola eina prentvillu, meðan tey bíða og bíða eftir politikarunum og teirra lyft­ um, sum langt síðani eru farin út um bæði næst seinasta, seinasta og alla­ seinasta søludag ella gávudag. Sjálvur eri eg ofta í hálvari neyð av leivdum, avlopi, sum tá tey fyrr fingu frárensl til døgurða í Perluni í Vágs­ botni. Eigarin og kokkurin segði, at i dag står den på afløb. Tað ber ikki til at keypa matvørur bara til eitt fólk í húsi. Skalt tú hava eina rót til dømis, fært tú onga minni enn til tíggju fólk. Mal­ið kjøt, sum spillist eftir ein ella tveir dagar, fæst ikki í minni nøgdum enn til trý trøllvaksin fólk. Neyðin lærir nakna kvinnu at binda rætt. Tí eru bindi­klubbar. Kvinn­ur vilja ikki vera nakn­ar, tá aðr­ar síggja tær. So góðu ráðini her eru ikki dýr. Til ber at gera eina súpan ella okkurt annað í einari grýtu, tveita alt í, tøma kuldaskápið, alt í uttan kossar av øðrum etniskum uppruna. Alt í somu grýtu, eingin uppskrift, bara improvisasjón, og so hita væl eina løtu. Viðhvørt smakkar væl, við­hvørt ikki, men krydd er tíbetur upp­funn­ið og ger góðan mun. Tá eg var í kostskúla í Íslandi kall­ að­ist slíkur óskipaður grýturættur síðst í vikuni banaslys, vanlukka, tí tað var sum at síggja eitt vanlukkustað at kaga niður í grýtuna. Grýtan bíðar eftir kuldaskápinum. Nakrir dagar farnir útum, sama ger, eg livi enn, hóast kanska er farið út um seinasta dagin, evsta dag. Og valið stendur nú millum at vera rasistur ella naivur, góðtrúgvin og bláoygdur. Men tað, sum nógv verri er, reiðarar í fátækraváða. Vanlukku til døgurða evsta dag Bjarni Djurholm Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus Mynd: heinesen myndir Bústaður: Tórshavn Yrki: Varastjóri Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin? – Droymdi bæði um náttúru- og samfelagsvísindaliga starvsleið. Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn? - Stórur munur er á tilvitanini hjá kvinnum um øll handa viðurskifti, sum mynda hugburðin hjá monnum. Menn hugsa í storan mun um at loysa eina avbjóðing, meðan kvinnur er nógv meira detailfikseraðar. M.a. tí eiga kvinnur at skilja menn betur, tá teir í bestu meining koma viðvælmeintum loysnum, tá tær hava okkurt uppá hjartað. Hvat burdu børn vitað um tað at verða vaksin? - Tað er so ómetaliga nógv, sum børn eiga at hava við sær sum førning inn í vaksnamannalívið. Ikki minst, at ábyrgd og myndugleiki eru samantvinnaðar eindir, so tá persónur tekur við myndugleikum, so fylgir samsvarandi ábyrgd við, tað verði seg í hjúnarbandi, tá børn verða sett í heimin, føtur verða settar undir egið borð, í arbeiðslívinum o.m.a. Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika? - Havi havt mangar dreymar, summir meira realistiskir enn aðrir og summir vorðnir til veruleika og aðrir ikki. Tann seinastu heilt ítøkligi dreymurin, sum onnur gjørdu til veruleiki er, at eg farna hálvtannað árið eri ríkaður við 4 abbabørnum og tað fimta kemur um ársskiftið. Enda setningin: Um eg tordi, hevði eg… - Í mínum aldri snýr tað seg meira um tað møguliga enn at tora. Skuldi eg gjørt okkurt ómøguligt til møguleika, so kundi tað verið at róð afturá onkra av dreymaútbúgvingunum ella kanska okkurt heilt annað - at farið eitt ár burtur í heim at uppliva fjarskotin lond og mentanir. Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? - Um átrúnaðarlig og tjóðskaparlig fanatisma misti fastatøkur á sínum viðhaldsfólkum - við átrúnaðarligari fanatismu hugsi eg serstakliga um islam. Og at fólkaræði, javnrættindi og sínámillum virðing ístaðin vunnu hevd. Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? - Eri so jarðbundin, at tað er sjáldan, at nakað kemur óvart. Tað seinasta, tú hevur lært, er at: … at tú alt ov sjáldan sært, at tað er ikki fyrr enn tú missir, at tú ásannar, at tað tú metir sum eina sjálvfylgju, ikki er so sjálvsagt kortini. At lívið er ein gáva, sum skal virðismetast og ikki gerast brúkslutur sum partur av endaleysari sjálvrealisering, sum tilboðsterapeautar uttan íhald lokka við. Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at eg… … mangan havi tikið arbeiðið/karrieru fram um familjulívið. Enda setningin: Føroyingar áttu at… … føroyingar áttu at virðismett meira, at vit liva í heimsins besta, tryggasta og vinaligasta landi í heiminum. baksíðan