Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Bjørghild Djurhuus Kjak 11 Lopfjøl í trygga legu Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir s 11 Varp eitt neyð­ aregg Fólkaflokkurin er komin í eina keði­ liga støðu. Ágangurin hev­ur ver­ið stór­ur í miðlu­num, fyrst og fremst á for­mann­in vegna fortíð hans­ara, men eisini av ymsum hand­far­ing­um hjá flokkinum. Tað hevur annars verið takt­iskt snildni, sum hevur eyðkent Fólka­ flokk­in. Anfinn Kallsberg, sum gjørd­ist formaður í 1994, tá Jógvan Sund­stein legði frá sær, var tiltikin snild­ur. Tað sást eina best, tá hann lump­aði Javn­að­ar­flokk­in í 1996, tá Javn­að­ar­flokk­urin helt seg kunna fáa Ed­mund Joensen at útskriva ný­val, tá Javn­að­ar­flokk­ur­in tók seg úr samgonguni. Sam­starv­ið í sam­ gong­uni var ikki gott, og sam­starv­ ið millum and­støðu­flokk­in Fólka­ flokkin og Sambandsflokkin tykt­ist eisini alt annað enn gott. Men tá tók Anifinn Kallsberg øll á bóli og bjargaði samgonguni hjá Ed­mundi Joensen. Fólkaflokkurin hevði tá verið úti í and­støð­u­myrkinum í trý ár – og har treivst flokkurin ikki. Tí var tað júst tað at koma í samgongu júst tá, sum hevði størsta týdningin hjá An­finni Kallsberg. Ov væl varð telv­að, tí har hevur flokkurin sitið so at siga utt­an íhald til hendan sam­gong­an tók við. Jørgen Niclasen er ikki minni takt­isk­ur. Hann hevur orðið í síni makt, og hann hevur eins og An­ finn Kallsberg eisini havt tam­ ar­hald á teimum flokkum, hann hevur samstarvað við í sam­gongu – seiansta dømið var Sam­bands­flokk­ ur­in og Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen sum gjørdu júst sum Fólka­flokk­ urin og Jørgen Nicla­sen søgdu. Sama vald hevur flokk­ur­in havt á Tjóðveldinum og Javn­að­ar­flokk­i­ num fyrr. Men nú tykist hendan støðan broytt. Jørgen Niclasen hevur mist fót­a­festið, og Fólkaflokkurin hevur mist und­ir­tøku. Løgtingvalið, sum var ein katastrofa fyri Fólk­a­flokk­in var kortini gott fyri Jørg­en Nicla­sen, sum gjørdi besta per­són­liga val­ið nakr­an­tíð. Men mát­in, sum Jørgen Niclasen og Fólka­flokk­ur­in hava taklað tollmálið hevur skatt trúvirði hjá flokkinum og hjá for­mann­i­num, sum á lukk­að­um landsfundi um vikuskiftið varð afturvaldur. Fólkaflokkurin stendur fyri stórum avbjóðingum. At lata hurðar aftur fyri fjølmiðlum og at skriva floksblað undir dulnevnum á internetinum bøtir ikki um støðuna. Skal flokkinum verða lív lagað, so má flokkurin lata dyrnar upp og seta opinleika í hásæti. Annars endar Fólkaflokkurin í oyðimarkargongd í andstøðu. kann enda uttan ávirkan Norðoya Sambandsfelag heitti í gjár á Klaksvíkar Bý­ ráð um at loyva Jógvni Skor­ heim at taka sæti á løgtingi. Tað ger felagið, tí at tey halda, hann best kann standa ímóti trýstinum úr mið­st­að­arøkinum. Í áheitanini sigur felagið so­leiðis: Eftir at Norðlýsið í vikuni av­dúkaði, at landsstýrið hevur ætlanir um at Tórs­ havnar Kommuna skal hava stóran part av tøku­ gjald­inum sum ætlanin er at vinnan, ið serliga er í Norð­ u­røki­num, skal rinda, hevur nevnd­in umrøtt støðuna. At borgarstjórin í Tórs­ havn­ar Kommunu er næst­for­mað­ur í Javn­ að­ar­flokkinum og eis­ini næstformaður í løg­tingi­ num, sæst beinleiðis aft­ur í politikkinum hjá sam­gong­ uni. Tí er neyðugt at býráðið loyv­ir Jógvani Skorheim, borg­ar­stjóra, at taka sæti í løg­ting­i­num, soleiðis at sjón­ar­miðini hjá borgarum í Norð­oyggj­um verða so væl um­boð­aði sum gjørligt. Undir vanligum um­støð­ um átti hetta ikki at ver­ið neyðugt, men sum støð­an er vorðin, er neyðugt at Norð­ oyggj­ar hava so sterka um­ boðan á tingi sum gjørligt, sigur Norðoya Sam­bands­ felag í áheitanini, sum er und­ir­skriv­að av Magnusi Arge, formanni. Sambandsfelag vil hava Jógvan Skorheim á ting 14 milliónir krónur. Tað er tað, sum tað kostar at senda tveir bankastjórar til hús. BankNordik boðaði í morgin frá, at bankin nú – ikki óvætnað – eisini sendi hin bankastjóran til hús, John Rajani. Fyrr í heyst varð Janus Petersen, forstjóri, sendur til hús. Hann fekk 9,6 milliónir krónur. Og nú John Rajani er sendur til hús, er hansara fráfaringarløn eisini tvær árslønir, sum tó eru heldur lakari, enn tann hjá frákoyrda forstjóranum. Árslønin hjá John Rajani er 2,2 milliónir krónur, og tí fær hann sambært in.fo 4,4 milliónir í fráfaringarløn. Var til dømis løgmaður send­ur til hús við so góðari frá­far­ing­a­r­løn, sum hesir báð­ir baka­stjór­ar hava fing­ ið, so hevði hon rokk­ið til eini 15-16 løg­mans­árs­løn­ir. – Vit fylgja við í støðuni í Brússel, og fáa kunning gjøgn­um fjølmiðlar og sam­ skifti við okkara starvsfólk. Tað sigur Kate Sand­er­ son, sendikvinna Føroya til Evropeiska Samveldið við in.fo, nú heimsins eygu eru vend móti Brúss­el, aftan á at stjórnin í fleiri dagar hevur jagstrað yv­ir­gangs­ fólk í býnum. – Belgiska stjórnin hev­ ur sett hægstu trygd­ar­ til­búgv­ingina í verk, ið er fýra út av fýra. Tað var nátt­ina til leygardagin, at til­búgvingin varð reist á hægsta stig, og sunnudagin boðaði stjórnin frá, at tað ikki verður broytt enn. Sjálv er Kate Sanderson í løt­uni í Føroyum, men hev­ ur hon leypandi sam­skifti við starvsfólkini í send­i­ stovuni, ið hava fing­ið at vita, at tey kunnu ar­beiða heimanífrá í dag. Altjóða fjølmiðlar halda eitt vak­ið eyga við støðuni í Brúss­el, og skjótt er at fáa fatan av einum býi, ið er fullkomiliga stongdur fyri alt virksemi. Men tað er ikki tann fatanin, ið sendikvinnan hevur. – Fleiri altjóða fjølmiðlar hava brúkt orðið lockdown um støð­una, men tað haldi eg er ein skeiv lýsing av støð­uni í býnum. Fólk hava fingið boð um ikki at samlast í stórum fólka­ mongd­um, og metroin og skúl­ar eru stongdir, men ann­ars heldur lívið fram í bý­num. – Leygardagin vóru handl­ar og matstovur stongd, men eg veit ikki, um tað sama er galdandi í dag, men annars sæst støðan kanska best við, at fleiri her­menn og løgreglufólk eru á varðhaldi á gøtuni enn vanligt. – Annars hevur Evrop­ a­ráð­ið boðað frá, at tað er ein van­ligur arbeiðsdagur í dag, men siga samstundis, at tey skilja, um fólk ikki koma til arbeiðis. Bara tað at metr­oin er stongd, ger tað munandi torførari hjá fólki at møta til arbeiðis. Vanligt í ES hóast spentu støðuna Fólkaflokkurin má lata seg upp, skal hann fáa ávirkan Fáa 14 milliónir heima á sofuni