mánadagur 23. november 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, gevur bæði borgarstjóranum og
forkvinnuni í mentamálanevndini eitt nevs fyri framferðina í sambandi við lyftum til ítróttar
anlegg, sum hann heldur lítið høpi vera í. – Staðfestast má, at sjálvt høgra hond veit ikki
longur, hvat vinstra hond ger á Vaglinum, sigur hann í hvassorðaðum skrivi
Pætur Albinus
Greinarøðin í Sosialinum
um vánaligu umstøðurnar
hjá fleiri ítróttargreinum
í
høvuðsstaðnum
hevur
fingið fleiri at rakna við. For
menn í ítróttarfeløgum- og
sambondum og ÍSF-forsetin
tóku undir við, at umstøður
nar vóru ov vánaligar, og tað
var sum bensin á bálið, tá
ið Halla Samuelsen, býráðs
limur, skeyt upp, at peningur
mátti vera á komandi fíggjar
ætlan til eina squash-høll.
Kommunuval er í eygsjón
og fíggjarætlan skal leggjast
fram um góða viku, og longu
nú hevur fyrsti býráðs
politikarin hvest tunguna í
umrøðu av uppskotum og
lyftum hjá øðrum býráðs
limum. Tað er Jógvan Arge,
varaborgarstjóri, sum heldur
lítið um tosið hjá Helenu
Dam á Neystabø og Heðini
Mortensen
viðvíkjandi
ítrótaranleggum.
Lítil kós
Helena Dam á Neystabø, for
kvinna í mentamálanenvnd
ini, sum varar av ítróttinum,
lovaði fyri einari viku síðani,
at tað í 2016 verða uml. 50
milliónir krónur settar av
til ítróttaranlegg, og at tey
arbeiða við fullari orku at
finna fram til tær loysnir,
sum á bestan hátt loysa so
nógvar
avbjóðingar
sum
møguligt.
Ítróttargreinar
sum fótbóltur, hondbóltur,
flogbóltur, judo, borðtennis,
bogaskjóting og svimjing
vórðu nevndar.
Jógvan Arge, varaborgar
stjóri, heldur lítið um øll lyft
ini hjá býráðsfeløgum hans
ara, og samanber hann hetta
við tað, sum hann kallar fyri
'húsaøðina,
sum
valdaði
í miðbýnum og á vestaru
bryggju fyri fáum vikum
síðani.'
– Lítil kós og ongin niður
støða, men nógv orð við ong
um
politiskum
veruleika
aftanfyri seg. Víst eru og
verða pengar settir av til
bygging av ítróttahúsum.
Stórur partur av hesum
pengum hevur verið tøkur til
íløgur leingi, men ítøkilig og
endalig stig eru ikki komin
burturúr. Tað snýr seg um
at útvega fleiri hallartímar
til hondbólt og flogbólt í
Havn við eini høll aftrat og
haraftrat skilagott innivist
til judo og borðtennis. Nær
og hvat spyrst burturúr, veit
ongin at siga sum er, skrivaði
Jógvan Arge í lesarabrævi í
kjalarvørrinum á greinarøð
ini um vánaligu umstøður
nar.
Reyp
Eisini finst varaborgarstjórin
at tosinum um nýggjan
50m-svimjihyl í Gundadali.
Helena Dam á Neystabø
peikaði á, at nú var verulig
gongd komin á ætlanina um
at byggja 50m-svimjihyl í
Gundadali, og at byggiskráin
verður liðug fyrst í komani
ári. Jógvan Arge heldur hetta
vera reyp, tí játtan hevur ver
ið tøk í fleiri ár, men at málið
hevur ligið deytt leingi.
– Reypað verður eisini
um 50 metra hylin. Til hans
ara hava 10 milliónir verið
tøkar í fleiri ár, men so at
siga ongan veg er komið.
Málið lá deytt leingi, men
fekk nýggjan aktualitet, tá
javnaðarflokkurin valdi ein
fólkafloksmann í nevndina
fyri SEV. Nú ljóðar, at bresta
skal fyri nev í januar. Nýggir
pengar verða eftir øllum at
døma kortini ikki játtaðir í
2016, skrivar Jógvan Arge.
Svimjihylurin, ið tosað
verður um, skal eftir ætlan
útbyggjast
frá
verandi
svimjihøll og tann vegin,
har ÍSF-húsið stendur í dag.
Petur Elias Petersen, ÍSF-
forseti, segði við Sosialin
í síðstu viku, at ÍSF hevur
tørv á nýggjum høvuðssæti,
og tí verða tað neyvan hann
og felagar hansara í ÍSF,
sum fara at vera ímóti einari
møguligari ætlan um at ríva
ÍSF-húsið niður.
Tórsvøllur
Tað er ikki bara Helena Dam á
Neystabø, sum fær nøkur orð
á vegnum í lesarabrævinum.
Varaborgarstjórin
Lítið høpi í
framferðini