Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 48 • 23. NOVEMBER 2015 4 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Tvær troyggjur um dagin Danjal av Rana T á jólabýurin í SMS læt upp í seinastu viku, var tað við ikki sørt av føroyskum íblástri. Í ár eru nevniliga allir vættrarnir, og jóla- maðurin, ílatnir føroyskar troyggjur. SMS hevur nevniliga heitt á før- oyskar sniðgevar um at sniðgeva, seyma og binda føroyskar troyggjur til íbúgvarnar í jólabýnum. – Í ár ynsktu tey beinleiðis at fáa heit klæði, annars vildu tey ikki koma heilt norður í føroyska kuldan. Tey vistu um heitu klæðini, sum føroyingar ganga í – heitar og tjúkkar troyggjur, sum mammur, ommur, mostrar og fastrar hava bundið. Og hetta vildu tey eisini hava, var almenna frá- greiðingin frá Regini W. Dalsgarð, marknaðarstjóra í SMS. Allar 38 vættrarnar hava nú før- oyska troyggju og føroyska húgvu at lata seg í. Nógv annað er eisini bundið og seymað, millum annað anorakkar, kjólar, jakkar, kot, og so hava vættrar- nar eisini fingið nýseymaðar skjúrtur. – Jólabýurin er eitt afturvendandi tiltak, sum vit hava havt í nógv ár nú, og hesa ferð vildu vit gjarna hava ein meiri virknan leiklut sjálvi, sigur Regin W. Dalsgarð og greiðir frá, at jólabýurin verður gjørdur av einum útlendskum felag, sum ger jólabýir til keypssentur um allan heim. – Hesa ferð vildu vit hava ein føroyskan bý og bóðu tí felagið um at virka fyri hesum. Hetta hevur so við sær, at húsini, sum fyrr hava verið takt við mosa, í ár hava flagtak. Harumframt líkjast húsini meiri neystum og gomlum føroyskum hús- um, vit hava føroyskar bátar við og ikki minst, so eru vættarnir ílatnir føroyskar troyggur úr føroyskari ull við føroyskum mynstri, sigur Regin W. Dalsgarð, sum eisini leggur eina við, at í ár eru ongan útlendskar nissur í býnum, men hinvegin føroyskir vættrar og jólamenn. Seinastu vikurnar hava tí Súsanna av Teigum og Hildur Jensdóttir sitið og bundið troyggjur til nissurnar. 38 troyggjur, 38 húgvur, 16 skjúrtur og fleiri anorakkar, kjólar, jakkar og kot ru bundnar hesar vikurnar. Tær báðar hava serliga lagt seg eftir at nýta litir, sum vanliga vera nýttir í føroyskum bundnum klæðum, sum grátt, hvítt og morreytt, meðan mynstrini eru úr føroysku bindibókini. – Onkrir reyðar kjólar eru og ein ljósareyður kjóli og sjálvandi eru nissuhúgvurnar reyðar, annars er alt føroyskir litir, sigur Hildur Jensdóttir. Hon hevur bundið og tøvt, meðan Súsanna av Teigum hevur klipt og seymað. Tær høvdu tríggjar vikur um at gera klæðir til allar 38 vættrarnar. – Tað hevur verið sera strævið, tá má eg viðganga. Alt, sum vættrarnir eru í yvir beltið, hava vit gjørt. Hetta var eisini ein stór avbjóðing, tí vit høvdu einans modell at arbeiða út frá, sigur Hildur Jensdóttir. Tá tær vóru liðnar við sítt arbeiði, vóru klæðini pakkaði í eksju og sendar til fyritøkuna, sum ger jólabýin. Tað var tí ikki fyrr enn jólabýurin opnaði í farnu viku, at tær sóu, hvussu klæðini sótu á vættrunum. – Vit høvdu báðar øgiligar summar- fuglar í búkinum og vóru sera spentar upp á, hvussu tað fór at síggja út. Tað var eitt øgiligt sats, má eg viðganga, at binda klæðini upp á modell og senda tey avstað soleiðis, men nú, vit hava fingið býin, eru vit sera væl nøgdar, sigur Hildur Jensdóttir. – Hetta hevur verið sera hugnaligt, sera spennandi, men sera intenst eisini. Tað er tó ikki sørt, at vit eru stoltar, nú vit síggja úrslitið, sigur Hildur Jensdóttir at enda. Hildur Jensdóttir og Súsanna av Teigum høvdu einans 21 dagar at binda og seyma klæðir til allar vættrarnar, sum eru í jólabýnum í SMS í ár. Tað gjørdust 38 troyggjur og húgvur, 16 skjúrtur umframt ein hóp av øðrum klæðum