Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 48 • 23. NOVEMBER 2015 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Eyðfinn Drewsen STÓLURIN Í STÓLINUM HESA VIKUA LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ TRIMUM ORÐUM: Humoristiskur, empatiskur, analyserandi

 HVAT MERKI ER BILUR TÍN? Skoda Superb HVAT MERKI ER TELEFON TÍN? Iphone 4 HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR- FRÍTÍÐARUPPLIVING? Tað eru ferðirnar, eg sum barn hevði saman við familjuni niður gjøgnum Europa. Vit vitjaðu eini 16 lond. Tá eg búði í Danmark fóru ferðirnar oftast til Føroya um summari, soe... HVAT ORÐ ELLA HVØNN SETNING NÝTIR TÚ OFTAST? Super HVØRJUM HYGGUR TÚ AT HJÁ HINUM KYNINUM? Humor, intellekt (um »hyggja« er í breiðari merking). Eyguni siga eisini nógv. So kunnu vit til endans siga heildin. HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG? Eitt gott lag - ein góður standup- komikari (Anders Mathesen, Thomas Hartman bara fyri at nevna tveir úr DK)

 HVAT STRESSAR TEG? 60'arar á landsvegnum HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR? Ein góð lambssteik er ikki at forsmáa HVAT GLEÐIR TEG? At tað finnast fólk, sum hugsa um annað enn sín egna vinning. Fólk, sum brúka sína egnu frítíð til onnur. HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ, SUM TÚ FEKST UPPFYLT? Eitt barn. Annars gangi eg ikki so nógv runt og ynski. Serliga ikki ting. Eg eri ikki serliga materialistiskur ;) HVAR ARBEIÐIR TÚ? Rás2 og VoxpopFM HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA INNAN JÚST HESA VINNU ELLA ØKI? Eg havi síðani eg var lítil havt áhuga í miðlum, tónleiki og tí, ið hoyrir til. HVØR ER STUTTLIGASTA UPPLIVING TÍN Í STARVINUM? Tað eru so nógvar gjøgnum ár og dag. Ein tann stuttligasta var, tá James Olsen og eg, í samband við valið í 2008 høvdu eina alternativa »skeiva« valsending við uppstillaðum í øllum flokkum. Tobbi hevði tikið guitarin við. Ella tá James og eg vunnu finaluna í Quiztinum hjá Gunnar Nolsøe (vit vóru í kappingini sum ein avleiðing av arbeiðinum). HVØRJUM TÓNLEIKI LURTAR TÚ EFTIR? Mest nýggjum tónleiki (ikki nakað ávíst slag sum so). Men eisini gomlum klassikarum av og á. HVAT ER BESTA UPPFINNINGIN OG HVÍ? Tannhjulið, tí tað er upprunin til so øgiliga nógv annað HVAT ER BESTA ÍLØGAN, TÚ HEVUR GJØRT? Ein íbúð í Keypmannahavn, sum eg keypti í teimum bíligu tíðunum og seldi, tá man ikki trúði, at prísurin kundi fara longur upp. HVAT ER TÍTT BESTA HEIMARÁÐ? Ikki nakað, sum eg kann koma í tankar um HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR? Nei HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN EINA MILLIÓN? Goldið hús og billán, gjørt ábøtur á húsini og latið restina staðið á konto HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN TÍGGJU MILLIÓNIR? Sama sum áðrenn, men meira umfatandi ábøtur - annars kanska fari ein uttanlandstúr til okkurt land, sum eg ikki havi verið í fyrr. HVAT ER BEST VIÐ FØROYUM OG HVÍ? Tey smáu forholdini. Tað er ofta tað sum far ein at flyta av landinum, men tá man verður eitt sindur eldri, dugir man at seta prís uppá nettup tað HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR? Í Føroyum Eg eri ikki serliga materialistiskur Tannhjulið er besta uppfinning, tí tað er upprunin til so øgiliga nógv annað