mánadagur 23. november 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 48 • 23. november 2015
10
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Sandoy
Vilmund Jacobsen
L
injohn Christiansen er borgar
stjóri í Skálavíkar kommunu, og
hann er ógvuliga fegin um tað
góða samstarv og samanhald, sum er
í kommununi. Hóast hann er sjómaður
og tískil er burtur ein fittan part av
árinum, er hetta kortini eingin trup
ulleiki, tí samskiftismøguleikarnir eru
so góðir.
– Eg kann saktans sita við telduna
á Diskobankanum og samskifta við hini
fýra í bygdarráðnum, og hetta havi eg
so mangan gjørt. Vit eru fimm í bygd
arráðnum, harav kvinnurnar eru í meiri
luta, og hetta riggar eftir mínum tykki
ógvuliga væl. Vit eru líka sum øll um
alt, sum gjørt verður í kommununi.
Skálavík á heimskortið
Linjohn Christiansen vísir á, at rætti
liga nógv lív er í Skálavík – ikki minst,
nú Smyril Line rekur depilin og soleið
is um sína marknaðarføring hevur sett
bygdina á heimskortið.
– Vit hava eisini eitt summarhús
økið, sum verður nógv vitjað, og eg
haldi, at fólk elska at koma til friðin,
náttúruna og søguna her í Skálavík.
Borgarstjórin sigur, at tey mongu
ferðafólk, sum vitja bygdina, eisini
skapa grundarlag undir einari sekun
dervinnu, sum hann tekur til – í Skála
vík og Sandoynni sum heild.
– Skálavík er søgurík bygd, og her
slitu skrivandi kempur í føroyskum
skaldskapi sínar barnaskógvar.
Hann vísir á, at í bygdini liva søga og
sagnir, her er náttúra, og her eru frálíkir
møguleikar til útferðir og fiskitúrar, um
tað skal verða.
– Eg vil meta, at upplivingarvinnan
hevur allan gróðrarbotn her í umhvørv
inum, ið ferðafólk – bæði føroyingar og
útlendingar – kunnu ynskja sær. Tað
er tí bara ein spurningur um tíð, nær
vit hava eina munandi størri uppliv
ingarvinnu her í økinum enn hana, vit
hava í dag.
Linjohn Christiansen sigur, at fólk
eru hjartaliga vælkomin at byggja síni
summarhús í Skálavík, eins og fólk, ið
vilja seta búgv, ikki eru minni vælkomin.
– Vit eru opin fyri øllum fyrispurn
ingum, og øll skulu vera hjartaliga væl
komin at verða her saman við okkum
– í okkara vøkru og reinu náttúru og
ríku mentan.
Borgarstjórin sigur, at tær smáu
bygdirnar í Føroyum og Føroyar sum
heild skulu ikki stýrast og umsitast um
teir stóru býirnir úti í heimi.
– Skálavík er ikki nakar London.
Vit skulu ikki hava tungar og stirvnar
skipanir. Tað er nærdemokrati’num, vit
hava brúk fyri í okkara smáu náttúru
perlum, sigur hann.
Droymir um útróður
Í Skálavík eru bestu umstøður hjá út
róðrarmonnum og útróðrarbátum.
– Vit hava ein góðan bátahyl við
beding, krani er á bryggjuni til upp
tøku av fiskakassum, og vit hava
útróðrarhús, har bæði eru goymslu
møguleikar, frystihús og ísur til út
róðrarmenn.
Linjohn Christiansen væntar, at tað
kemur tann dagur aftur, tá lív kemur
í aftur útróðurin í bygdini, og hetta er
eisini nakað, sum ungdómurin í bygdini
gleðir seg til.
– Fáa vit aftur útróðrarmenn, sum
draga 200 stampar um vikuna, svarar
hetta til 20.000 krónur í egning um
vikuna, sigur borgarstjórin í Skálavíkar
kommunu.
Skálavík á heimskortinum
v/Sigurd Hentze · tel 26 12 11 · SigurdH81@gmail.com
Gólvfix
ring og bið um eitt
óbindandi tilboð
royndur gólváleggjari
við 4 ára útbúgving
Ferðast um
alt landið
vit eru á Facebook
gólvfix v/ Sigurd Hentze
Sveisivinyl Linolium Teppir
Slípa trægólv Spartla gólv
Olja og lakera og lútviðgera trægólv
– Skálavík er søgurík bygd, og her slitu skrivandi kempur í føroyskum skaldskapi sínar barnaskógvar. Her er
náttúra, og her eru frálíkir møguleikar til útferðir og fiskitúrar, sigur borgarstjórin í Skálavíkar kommunu
Sjálvur hevur Linjohn
Christiansen, borgarstjóri í
Skálavíkar kommunu, keypt
sær ein nýggjan Grindafoss
Mynd: Vilmund Jacobsen