mánadagur 23. november 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 48 • 23. november 2015
12
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Sandoy
Vilmund Jacobsen
G
erhard Lognberg, borgar
stjóri í Skopunar komm
unu, fegnast um, at
skuldin hjá kommununi nú er
komin niður á eina álíkning aftur.
– Vit gjørdu nakrar størri
íløgur fyri nøkrum árum síð
an, tá okkum varð lovað, at
Sandoyartunnilin skuldi byggj
ast. Vit stykkjaðu út fleiri grund
øki í einum frálíkum byggiøki, vit
bygdu barnagarð, og vit bygdu
skúlan út, eins og vit bygdu
vatnverk.
Hann vísir á, at hetta vóru alt
íløgur, sum kostaðu nógv.
–
Eftirspurningurin
eftir
grundstykkjum var stórur, men
tá tunnilsætlanin fór fyri bakka,
minkaði áhugin, og vit stóðu
eftir við hesum íløgum og stór
ari skuld.
Gerhard Lognberg fegnast
um, at Sandoyartunnilin nú ligg
ur í einari fastari ætlan, og at tað
er eitt samt løgting, sum stendur
aftanfyri hesa verkætlan, ið
hevur alt avgerandi týdning fyri
Sandoynna.
– Í dag ivist eg onga løtu í, at
tunnilsætlanirnar verða framdar
í verki. Tað er ongantíð full vissa
fyri nøkrum, men hesaferð er ikki
ivi í mínari sál, sigur hann.
Nú Skopunar kommuna er
við at koma uppundan aftur
fíggjarliga, hevur Gerhard sett
sær fyri, at kommunan skal
ikki skuldarbindast aftur, men
at arbeiðast skal fram ímóti, at
framtíðartilveran hjá fólkinum í
kommununi ikki skal tyngjast av
skuldarbindingum.
Flakavirkið er
krumptappurin
Borgarstjóri í Skopunar komm
unu fegnast um, at fiskavirkið í
bygdini nú aftur gevur arbeiði til
fleiri hendur.
Hann er onga løtu í iva um, at
virkið – heilt frá degi eitt í 1966,
sum hann tekur til - hevur verið
lívæðrin í Skopun og stórum
parti av Sandoynni.
– Tað er gleðiligt at síggja
arbeiðsfólkið fara út á fiskavirkið
til arbeiðis aftur – ja, tað er sum
at fáa eina innspræning av
onkrum "góðum" at síggja fólk
stundisliga á morgni fara út eftir
bryggjuni og til arbeiðis.
Gerhard Lognberg er vitandi
um, at tað hevur verið eitt sindur
aftur og fram við fiskaarbeiði,
síðan virkið læt uppaftur, men
hann hevur vónir um, at arbeiðið
verður meira støðugt, sum tíðin
gongur – og so hvørt, sum tað
verður lættari at fáa fatur á fiski.
Batar eru at hóma
Borgarstjórin í Skopunar komm
unu sigur, at hann eisini gleðist
til tann dag, tá meira útróður
aftur verið í Skopun. Lítið hevur
verið at fingið av útróðrarfiski
seinnu árini, men mangt bendir
á, at tað eru batar at hóma.
– Vit hava góðar umstøður
til útróðrarmenn og -bátar her
í Skopun. Vit hava 23 egn
ingaskúrar í einari røð fram við
bryggjuni, og haraftrat hava vit
átta aðrar skúrar nakað ovari.
Vit hava eisini góð frystirúm her
undir kommunuskrivstovuni, og
her eru básar til hvønn skúrin sær.
Gerhard sigur, at umstøð
urnar í bátahylinum eisini eru
góðar.
– Skopun er brimpláss, men
her liggja bátarnir væl, og tað
eru ikki allar bygdir, sum eiga
portur fyri innsiglingina, sum
verjir fyri, at súgurin ikki verður
ov nógvur, tá uppgangur er.
Borgarstjórin vísir á, at um
hvørvið á bryggjuni og kring
bryggjuna í Skopun er hugna
ligt, tó at tað ikki er sama virk
semi sum áður.
– Í sínari tíð høvdu vit bæði
stórar og smáar útróðrarbátar,
og her var nógv egning. Vit
gleða okkum eisini til tann dag,
tá møguleiki aftur verður aftur
hjá útróðrarmonnum at sleppa
av við fiskin í Skopun, sigur hann.
Í Skopun eru ymiskar ætlanir
við fríøki og minnisøki, sum Før
oya Grótvirki eisini verður partur
av.
– Vit hava nógv frítíðar-
og ítrivsvirksemi í Skopun. Vit
hava eitt vælvirkandi undirhús,
og vit hava eina vælvirkandi
ítrivsstovu, sum savnar nógvar
kvinnur til ymiskt handaligt arb
eiði. Haraftrat hava vit hús, har
pensjónistar í felagnum Kvøld
arsól hittast, og vit hava fing
ið kampingpláss, sum verður
rikið av privatum. Aftrat hesum
kemur tað andliga virksemi, sum
livir og trívist í bygdini.
Vælkomin at byggja
Gerhard Lognberg sigur, at
Skopunar kommuna hevur eini
10 grundstykki tøk, sum byggj
ast kann á, og er tað soleiðis, at
onkur hevur hug at byggja, fáast
hesi grundstykki planerað fyri
70.000 krónur.
Klædnabúðin í SKálavíK
Hagabrekka 8 · Skálavík · Tel. 36 11 34
FæSt hjá oKKum
StáSið
til
jóla
Grafix 504251
Kommunan skal ikki
skuldarbindast aftur
Gerhard Lognberg, borgarstjóri, er
ógvuliga fegin um, at fiskavirkið í bygdini
er latið uppaftur, og hann er bjartskygdur
um ta gongd, sum er í kommununi í løtuni,
nú skuldarbyrðan eisini er vorðin minni.
– Kommunan skal ikki skuldarbindast
aftur, sigur borgarstjórin avgjørdur
– Skopun er brimpláss, men her liggja bátarnir
væl, og tað eru ikki allar bygdir, sum eiga portur
fyri innsiglingina, sum verjir fyri, at súgurin ikki
verður ov nógvur, tá uppgangur er, sigur Gerhard
Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Vit hava 23
egningaskúrar í einari
røð fram við bryggjuni,
og haraftrat hava vit
átta aðrar skúrar nakað
ovari, sigur borgarstjórin
Mynd: Vilmund Jacobsen