mánadagur 23. november 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 48 • 23. november 2015
14
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Sandoy
Stórt bjartskygni er á Sandi
Vilmund Jacobsen
T
að gongur væl í Sands komm
unu, og fólk eru bjartskygd.
Fólkatalið veksur, og vøksturin
higartil í ár táttar í 3 prosent sum
merkir, at kommunan hevur havt trið
størsta vøkstur í Føroyum.
Í dag búgva stívliga 530 fólk í
Sands kommunu. Fara vit nøkur ár
aftur, var fólkatalið væl størri, men nú
er gongd í aftur, og tað fegnast ikki
minst borgarstjórin, Brandur Sandoy,
um.
– Eins og í flestu bygdum í Føroy
um, hevur lítil sethúsabygging ver
ið í okkara kommunu seinnu árini.
Beint nú er einki sethús í gerð, men í
heyst er eitt grundstykki selt í Sand
arbrekkuni.
Borgarstjórin vísir á, at kommunan
eigur lendi, sum er klárt at leggja út til
grundøki. Hetta er Uppi á Høgaryggi,
har pláss er fyri umleið 15 grund
stykkjum.
– Men, tað er ikki vist, at tað verð
ur akkurát her, at næsta byggiøki í
kommununi verður. Vinnu-og tøkni
nevndin í kommununi arbeiðir við
spurninginum um, hvar nýggja byggi
økið skal verða. Vit halda, at bygdin er
ríkiliga spjadd sum er, men hinvegin
er greitt, at vit fara ikki at taka bestu
landbúnaðarjørðina til byggilendi.
Brandur Sandoy sigur, at nú tíðin
nærkast, til skjøtil verður settur á
Sandoyartunnilin, væntar hann, at
eftirspurningurin eftir grundstykkum
fer at veksa munandi.
Summarhúsøki
Byggifelagið Articon eigur eitt stórt
summarhúsøki Handan Hamralið á
Sandi, har pláss er fyri 14 summar
húsum – við útsýni yvir eitt nú Grót
húsvatn, Salthøvda og vestur í hav.
– Articon hevur ikki sett spakan í
enn, men eg vænti, at tað verður fyri
jól. Soleiðis, sum eg havi skilt, er stórur
áhugi fyri hesum summarhúsum, og
hús eru longu bíløgd. Articon ætlar, at
nøkur av húsunum skulu standa uppi
longu komandi summar.
Brandur Sandoy sigur, at Sands
kommuna seinastu tíðina hevur fingið
fleiri fyrispurningar um summarhús,
og í slíkum føri hava tey biðið fólk
vent sær til Articon.
– Sandoyggin er so ófatiliga væl
egnað til summarhús, og tað undrar
meg ikki, nú fokus er á oynna, at fleiri
vilja eiga síni summarhús her hjá okk
um. Tað gleðir okkum, at fólk vilja
byggja síni summarhús her suðuri, tí
hetta er við til at skapa eitt enn betri
grundarlag undir eitt nú handilslívi,
matstovu-og ferðavinnu.
Eitt andarhol
Í nógv ár hevur Sands kommuna verið
tyngd av ov stórari skuldarbyrðu, men
eisini á hesum øki sær alt betri út í
dag.
– Eg kann siga, at vit hava fingið
okkara frælsi aftur við tað, at skuldin
nú er farin niður um eina álíkning,
samstundis sum vit hava fingið økt
ar og nýggjar inntøkumøguleikar.
Marine Harvest hevur fingið aliloyvi
á Sandsvág, og hóast virksemi enn er
á royndarstigi, og eingin fiskur enn er
settur út, hava vit longu merkt ágóð
an av alivinnuni.
Brandur Sandoy staðfestir, at bara
í ár kemur alifelagið at rinda heilar
tríggjar miljónir krónur av sínum
partafelagsskatti í kommunukassan á
Sandi, og hetta hevur velduga stóran
týdning fyri kommununa.
– Hóast vit lækkaðu skattin við
hálvum prosenti í verandi fíggjarári,
er eisini lønarskatturin øktur. So, vit
kunnu ikki siga annað enn, at hetta
eru spennandi tíðir, sum liggja fyri
framman.
Borgarstjórin leggur tó dent á, at
hóast pílarnir peika rættan veg hjá
kommununi, verður framvegis hildið
aftur í rakstrarútreiðslunum, sam
stundis sum goldið verður niður á
eftirverandi skuld.
Nógv trivnaðartiltøk
Hóast Sands kommuna hevur verið
tyngd av skuldarbyrðu, hevur kortini
eydnast at skipa fyri nógvum ymiskum
trivnaðartiltøkum í bygdini.
– Eg vil siga, at her hendir ymiskt
alla tíðina, og taka vit Sandoynna sum
heild, eru fá vikuskifti, har ikki okkurt
er á skránni.
Brandur Sandoy vísir á, at skipað
hevur verið fyri almennum morgun
matarborði nakrar ferðir um árið, og
tá hevur tað verið soleiðis, at allir
sandoyingar – og ikki bara fólk á Sandi
– hava verið vælkomin til ein morgun
matar-bita og hugnaligt prát.
– Hesi tiltøk hava verið væl vitjað.
Hann vísir á, at tá oktoberhugni var
á Sandi fyrr í heyst, var góð uppmøt
ing til tey mongu tiltøk, sum vóru á
skánni.
– Sandoyarstevnan skiftir millum
bygdir í oynni, og tá vit ikki hava
stevnuna á Sandi, plaga vit at skipa
fyri seinsummardøgum, sum tó ikki
hava verið hvørt ár. Tá tíðin styttist
til jólar, kemur jólaskip á Sand, og á
nýggjárinum í fjør høvdu vit eina rúgvu
av fólki til nýggjársbál.
Brandur Sandoy sigur, at soleiðis
hevur verið skipað fyri nógvum ymisk
um trivnaðartiltøkum, sum ikki kosta
tað stóra, men sum skapa trivna í øk
inum.
– Tað gleðiliga er, at í flestu førum
møta bæði børn, ung, tilkomin og
eldri, og tað eru eisini mong, sum
búgva aðrastaðni, ið leita sær aftur í
oynna, tá slík tiltøk eru á Sandi, sigur
borgarstjórin.
– Hóast pílarnir peika rættan veg hjá Sands kommunu, og bartskygni er stórt,
verður framvegis hildið aftur í rakstrarútreiðslum, samstundis sum goldið
verður niður á eftirverandi skuld, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri
- Hóast vit lækkaðu skattin við hálvum prosenti í verandi fíggjarári, er eisini
lønarskatturin øktur. Vit kunnu ikki siga annað enn, at tað eru spennandi tíðir, sum
liggja fyri framman, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Marine Harvest hevur fingið aliloyvi á Sandsvág, og hetta
hevur longu givið stórar inntøkur í kommunukassan á Sandi
Mynd: Vilmund Jacobsen