mánadagur 23. november 2015síða 48
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 48 • 23. november 2015
16
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Sandoy
Vilmund Jacobsen
V
it gera mangt og hvat úr gróti,
men vit leggja dent á tríggjar
ymiskar framleiðslur - grav
steinar, borðplátur og flísar. Nú jólini
stunda til, kunnu vit eisini gera jóla
gávuna – eftir egnum ynski – úr før
oyskum gróti.
Tað sigur Høgni Tausen, sum sam
an við beiggja sínum, Heina, eigur og
rekur Føroya Grótvirki í Skopun.
Langir
arbeiðsdagar
Seinastu mánaðirnar hava teir havt úr
at gera við at skera og levera grót til
uppihaldstrappuna í Vágsbotni.
– Ja, vit hava fyri tað mesta arbeitt
í døgndrift seinastu mánaðirnar, og vit
hava fingið góða hjálp frá pápa okk
ara, Áslakki, og øðrum í familjuni.
Eigararnir av grótvirkinum búgva
ikki í Sandoynni, men Høgni sigur, at
hann nógvar nætur hevur gist í oynni
og hevur arbeitt út á náttina, nú hetta
stórarbeiði hevur staðið upp á.
– Í byrjanini ferðaðust vit suður
og heimaftur hvønn dag, men ofta
vóru vit ikki heima aftur fyrr enn seint
á kvøldi. Eg búgvi við Norðskála, og
einaferð í hesum tíðarskeiði gisti eg
í Sandoynni í einar 20 dagar út í eitt.
Beiggi mín kemur gjarna suður fyrsta
túr og fer seint heimaftur.
Høgni Tausen væntar, at tá januar
mánaði er hálvrunnin, verða teir lidnir
at levera grót til uppihaldstrappuna.
Hann vísir á, at talan er um eini
350-400 tons av gróti, sum eru skor
in burtur úr umleið 700 tonsum av
rágróti. Hvør einasta pláta og kant
steinur til trappuna er skorin eftir
máti.
– Bara fortovið, sum nú verður
gjørt, er eitt stórt arbeiði, ið fevnir um
einar 200 steinar.
Tá Høgni og Heini keyptu grót
virkið, væntaðu teir at koma at skera
burtur úr eini 300 tonsum av rágróti
um árið, men longu higartil í ár hava
teir skorið burtur úr tilsamans 1400
tonsum.
– Vit hava havt Articon at sprongt
og loyst grótið fyri okkum her í Skop
un, leggur Høgni aftrat.
Nógvir møguleikar
Tað var í desember í 2013, at Heini og
Høgni keyptu grótvirkið. Báðir høvdu
teir arbeitt á virkinum áður og vistu
tískil um allar teir møguleikar, sum
liggja í framleiðslu úr góðum før
oyskum basalti.
Meðan Vikublaðið vitjar á Føroya
Grótvirki, síggja vit mangt og hvat,
sum virkið kann gera.
– Vit kunnu gera klokkur við ym
iskum motivum úr steini, og vit kunnu
gera næstan alt, sum viðskiftafólk
ynskja sær.
Høgni vísir okkum eisini eina
gestabók, sum grótvirkið hevur gjørt í
samband við brúdleyp, har forsíða og
baksíða eru úr føroyskum steini við
motivi á.
Føroya
Grótvirki
hevur
eisini
framleitt ein hóp av sonevndum
vhisky-steinum fyri felagið sum kall
ast Undirgrund. Hetta er steinar,
sum verða frystir og verða brúktir í
ymiskum drykkjum í staðin fyri ísstei
nar. Steinarnir binda væl kulda, eins
og teir binda hita, um teir verða hit
aðir. Steinarnir kunnu brúkast í bæði
sterkum løði, sodavatni og mjólk, um
tað skal vera.
– Vit eru altíð til reiðar at tosa
við og vegleiða viðskiftafólk - antin
tað eru gravsteinar, borðplátur, flísar
ella gávulutir, nú jólini stunda til, og
vit geva fegin óbindandi tilboð, sigur
Høgni Tausen á Føroya Grótvirki í
Skopun.
Teldupostadressan hjá virkinum er
fgv@fgv.fo, og telefonnummarið er
331100.
Grótarbeiði bæði
dag og nátt
Tá Høgni og Heini Tausen keyptu grótvirkið, væntaðu teir at koma at skera burtur úr eini 300
tonsum av rágróti um árið, men longu higartil í ár hava teir skorið burtur úr tilsamans 1400 tonsum
Brøðurnir, Høgni og Heini Tausen, keyptu grótvirkið í Skopun fyri tveimum árum síðan
Mynd: Vilmund Jacobsen
Skjótt verður sokkulin stoyptur
Valbjørn Dalsgarð og hansara menn, sum byggja Virknis-og Umlættingardepilin á
Sandi, eru lidnir við elementini og arbeiða nú á byggiøkinum á Sandi
Vilmund Jacobsen
Valbjørn Dalsgarð, sum eigur og rekur
fyritøkuna, Sp/f VD, byggir Virknis-og
Umlættingardepilin á Sandi.
Soleiðis, sum viðhefta mynd vís
ir, arbeiða Valbjørn og hansara menn
nú á Sandi við at gera klárt til funda
mentið, sum skal stoypast.
– Vit eru lidnir við elementini, og
nú vóna vit, at líkindini fara at hátta
sær so nøkulunda, soleiðis at funda
mentið kann stoypast.
Valbjørn Dalsgarð hevur keypt
timbrið til depilin hjá Havnar Timb
urhandli, og elementini eru smíðað
í byggihøllini hjá timburhandlinum á
Hálsi.
– Vit hava alt arbeiði upp á depilin
á Sandi, men hava undirveitarar til
ymiskar uppgávur, eitt nú til jørð-,
lendis-og anlegsarbeiði, eins og hvs-
arbeiði og el-arbeiði eisini verður gjørt
av undirveitara.
Valbjørn Dalsgarð sigur, at teir fara
sjálvir at stoypa sokkulin, og tá tað er
liðugt, verða elementini sett upp.
– Hetta eru óbjálvaði, men
klødd elementir, og vindeyguni
verða sett í, áðrenn elementini
verða sett upp.
Byggitíðin eitt ár
Valbjørn Dalsgarð sigur, at byggitíðin
er sett til umleið eitt ár, soleiðis at
depilin skal standa liðugur á Sandi
næsta summar.
– Nú vóna vit bara, at veturin fer
at hátta sær so nøkulunda, soleiðis at
vit ikki verða tarnaðir ov nógv av veðri.
Tá vit eru komnir har til, at sokkulin
er stoyptur, fer tað – um viðrar – at
taka umleið eina viku at reisa sjálvan
bygningin.
Valbjørn Dalsgarð væntar, at tað
fer at taka teimum einar fýra mánaðir
at gera innrættingararbeiðið.
Virknis-og
Umlættingardepilin
verður umleið 480 fermetrar til
støddar, og alt verður bygt í einari
hædd.
Soleiðis sær byggiøkið út á
Sandi í dag, har Virknis-og
Umlættingardepilin verður
bygdur. Skjótt verður sokkulin
stoyptur, og tá tað er liðugt,
verður bygningurin reistur
Mynd: Birgir W. Høgnesen