Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 50

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 48 • 23. november 2015 18 Ókeypis lýsingarblað TEMA Sandoy Drangberg hava væl at gera Tvíburabrøðurnir, Jógvan og Martin Drangberg, sum eiga og reka timburfyritøkuna, Sp/f Drangberg, hava í løtuni væl at gera, bæði í Skopun, haðani teir báðir hava sínar røtur - og inni á fastlandinum, har ymiskt timburarbeiði eisini er at takast við Vilmund Jacobsen Jógvan býr í Skopun, og Martin býr í Hósvík. – Vit hava nokso væl at gera í Skop­un í løtuni, her vit arbeiða fyri Skop­un­ar kommunu í skúlanum og barna­garðinum. Tá Skopunar skúli varð útbygdur í 2008, var hesin parturin bara inni­lok­ að­ur og ikki gjørdur liðugur innan. – Her ætlar kommunan at gera tríggj­ar vanligar skúlastovur umframt eina stovu til ítrivsarbeiði. Vit hava gjørt eina skúlastovu, og skulu í fyrsta lagi gera eina skúlastovu aftrat. Teir vísa á, at timburarbeiðið í skúl­ anum verður skipað eftir skúla­gongd­ ini, soleiðis at arbeiðið órógvar sum minst, og vanligar gerandisdagar byrja teir vanliga nakað út á seinnapartin, tá næmingarnir eru farin heim. – Vit skulu eisini gera inngongdina í nið­aru síðu á nýggja partinum av skúl­anum meira vinarliga hjá fólki í koyri­stóli. Her verður gjørd rampa og eitt nýtt hurðapartí við nýggjum og víð­ari úthurðum. Vindeygu í barnagarðinum Sp/f Drangberg gera eisini ymiskt við­líkahaldsarbeiði í barnagarðinum í Skop­un, sum nú verður tíggju ár. – Í løtuni skifta vit besløgini í eini 15 vindeygum. Hetta eru útlendsk vind­eygu. Sjálvi vindeyguni eru góð, men besløgini hava ikki hildið nóg væl og eru partvís farin. Vit hava sam­ starv­að og ráðført okkum við Havnar Træ­smiðju um at skaffa okkum nýggj be­sløg til vindeyguni. Jógvan og Martin siga, at teir eisini skulu skifta takrennu og gera okkurt fyri­fallandi í barnagarðinum, umframt at teir hava gjørt ein tryggingarskaða í skúlanum. – Onkur stuttlig uppgáva er eis­ini inn ímillum. Gamla hurðin á havn­ar­ skriv­stovuni í Skopun varð í sínari tíð gjørd av timburmanni. Nú, tá nýggj hurð varð keypt og skuldi setast í, var hurð­in alt ov stór. Vit gjørdu tí sjálvir eina nýggja hurð sum passaði, leggja teir aftrat. Um alt landið Jógvan og Martin Drangberg eru báð­ ir útbúnir timburmenn, og tað eru meira enn 10 ár, síðan teir vórðu lidn­ ir at læra. Teir eru royndir í leikum, hó­ast teir eru í bestu árum, føddir sum eineggjaðir tvíburar hin 28. juni í 1982. Teir hava arbeitt bæði hjá timburmeistarum í Føroyum og í Danmark og hava gjøgnum árini fing­ ist við at kalla alt, sum er tengt at byggi­vinnu. – Hetta er so fyrstu ferð, at vit hava egna fyritøku og bjóða okkum fram at gera ymiskt byggiarbeiði. Okk­ara fyritøka varð skrásett 11. nov­ember fyri einum ári síðan, og vit bjóða okkum fram um alt landið. Vit hava tveir bilar, eru fleksiblir og hava møgu­leikan at arbeiða kring landið. Jógv­an og Martin siga, at teir taka fegn­ir ímóti øllum fyrispurningum – nær og fjar – og eru til reiðar at geva óbind­ andi tilboð um umvælingar og nýgerð. Tey, sum kundu hugsað sær at skift orð við tvíburarnar í byggifyritøkuni Drang­berg, kunnu ringja til Jógvan á tlf. 598806 og Martin á tlf. 598844. Drangberg er eisini at finna á face­ book, og her leggja teir javnan myndir út av arbeiðum, sum Sp/f Drangberg ger. Martin og Jógvan Drangberg við pápanum, Regin Drangberg, ímillum sín. Tvíburarnir eru stjórar, og pápin er nevndarformaður