mánadagur 23. november 2015síða 52
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 48 • 23. november 2015
20
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Sandoy
Gólvfix bjóðar seg
fram um alt landið
Tað er nú stívliga eitt ár síðan, at royndi gólváleggjarin í Skopun, Sigurd Hentze, fór undir
egna fyritøku, og í tíðini síðan hevur hann havt nógv at gera og hevur verið víða um
Vilmund Jacobsen
S
igurd Hentze í Skopun hevur
15 ára royndir við gólválegging.
Hann fekk sína útbúgving sum
gólváleggjari í Vøruhúsinum á Hjalla
og varð avlærdur í 2006. Bæði í læru
tíðini og øll árini síðan hevur hann
arbeitt við gólválegging, og nú hann
á øðrum ári eigur og ræður yvir egnari
fyritøku, hevur hann drúgvar royndir
í fakinum.
Uppgávurnar, sum Gólvfix tekur
sær av, eru nógvar og ymiskar, men
tað er serliga sveisivinyl, sum fyllir
nógv. Tá slík arbeiði verða væl úr
hondum greidd, er eitt baðirúm ein
frægd fyri eyga, umframt at rúmið
er lætt at halda reint og serstakliga
nosligt.
Ein stórur partur av arbeiðnum hjá
Sigurdi Hentze øll hesi ár hevur verið
at leggja sveisivinyl. Hann hevur eisini
fingist nógv við at slípa og lakkera
trægólv, soleiðis at gólvið sær út sum
spildurnýtt aftur. Tað eru oftast gólv
úr góðum tilfari, sum fólk velja at fáa
slípað og lakkerað, tí tað loysir seg
sjáldan at brúka pengar upp á eitt
bíligt gólv.
– Tá kann tað vera líka so skilagott
at skifta gólvið út, sigur hann.
Víða um landið
Gólvfix arbeiðir víða um landið og
bjóðar seg fram til uppgávur kring alt
landið.
Ein afturvendandi uppgáva hjá Sig
urdi og fyritøku hansara er at leggja
sveisivinyl í baðirúm í húsum, sum
byggifyritøkan Norðsetur byggir.
– Herfyri var eg í Svínáum, har
nýggj sethús eru bygd, og fleiri hús
verða bygt við Mylnutjørn í Hoyvík.
Við sínum drúgvu royndum hev
ur Sigurd eisini verið við til at loysa
stórar uppgávur, og eitt nú var hann
við til at leggja lenoleum á Boðanes
heiminum, eins og hann var við til at
leggja sveisivinyl á veggirnar í wc’un
um í Hamragarði í Vági.
– Gólvfix hevur havt so nógv at
gera yvir eina longri tíð, at eg í nakrar
mánaðir havi havt ein arbeiðsmann at
hjálpa mær, sigur hann.
Góð vegleiðing
Tænastan hjá Gólvfix snýr seg eisini
um óbindandi at fara út til viðskifta
fólk og vegleiða tey um, hvussu farast
skal fram. Fyritøkan ger ikki timbur
arbeiði, men eisini her kunnu góð ráð
veitast um, hvat gerast skal, so farast
kann í gongd við at leggja sveisivinyl.
– Vit spartla gólv og veggir, har
hetta arbeiði ikki er gjørt framman
undan, soleiðis at klárt er at leggja
vinyl, lenoleum ella gólv.
Gólvfix arbeiðir ikki við flísalegg
ing, men eru fólk troytt av flísum,
eitt nú í einum baðirúmi, ber til at
spartla oman yvir flísarnar og leggja
sveisivinyl ella annað gólv á. Um vinyl
ella nýtt gólv skal leggjast oman yvir
gamlar flísar, er neyðugt, at flísarnar
eru fastar, og fyritøkan tekur sær eis
ini av at finna út av, um undirlagið er
nóg gott.
– Mær dámar væl, tá viðskiftafólk
eru kræsin og kritisk. Tey gjalda jú fyri
tað, tey fáa, og tí skal arbeiði vera væl
úr hondum greitt, leggur hann aftrat.
Vaska og bona
Sigurd Hentze vísir á, at ein onnur
tænasta, sum Gólvfix eisini veitir, er at
vaska og bona gólv fyri viðskiftafólk,
og hetta er ein tænasta, sum serliga
vendir sær til stovnar, skúlar og fyri
tøkur.
– Fólk eru altíð vælkomin at
ringja og biðja um óbindandi tilboð,
sigur eigarin av Gólvfix, sum er at
hitta á 261211 – og á telduposti
sigurdh81@gmail.com
Hjá Rólant við jólapynti og gávulutum
Sp/f Rólant Vidtfeldt á Sandi, sum nú hevur 40 ár á baki, hevur gjørt
seg út til jólini - við alskyns jólapynti og jólagávuhugskotum
Vilmund Jacobsen
Tú tú kemur inn í stóra, rúmliga og
forvitnisliga handilin Hjá Rólant í
Tvørgøtu 1 á Sandi, sært tú beinan
vegin, at jólini nærkast í hvørjum.
Novembermánaði er farin at halla,
og fólk eru farin at hyggja seg um
eftir ymiskum at pynta við til jólini.
Tíðin er eisini komin at hyggja eftir
jólagávuni at geva familju, vinum og
kenningum.
Handilin Hjá Rólant er á tremur við
nýggjum jólavørum, og heilt fram til
jólar fer nýggj vøra leypandi at koma
á hillarnar.
Dekoratiónir
Annika Vidtfeldt, handilsleiðari, sigur,
at eitt, sum fyllir nógv hjá fólki hesa
tíðina av árinum, eru jóladekoratiónir.
– Vit gera nógvar jóladekoratiónir,
og tað vísir seg, at nú í november
og kanska nakað inn í desember eru
litirnir á eitt nú kúlupyntinum serliga
turkis saman við granni, ljósi og øðr
um. Tá so jólini nærkast, gerast teir
reyðu litirnir í eitt nú kúlupyntinum
meira dominerandi.
Handilsleiðarin vísir á, at tey gera
ein heilan hóp av jóladekoratiónum,
sum bæði verða seldar í handlinum á
Sandi og norðanfjørðs.
– Vit hava eisini alt tilfar til jóla
dekoratiónir, bæði vasar, leiður, grann
og alt pynt, og tey eru mong, sum sita
heima og hugna sær við hesum.
Øll vælkomin
Annika Vidtfeldt sigur, at handilin er á
tremur við bæði jólavørum og mongum
ymiskum jólagávuhugskotum til alla
familjuna.
– Fólk, sum leita eftir ymiskum at
pynta við til jólini og eftir hugskotum
til jólagávuna eru hjartaliga vælkomin
inn á gólvið, sigur handilsleiðarin.
Í fyritøkuni Hjá Rólanti eru sjey
ársverk, og umframt stóra handilin,
sum hevur alt frá máling og gólvi,
hvítvørum og sjónvørpum til súkklur
og barnaleikur, er hetta eisini ein fyri
tøka, sum er veitari innan alt, sum
hevur við hvs at gera.
– Vit eru fegin um at vera ein
partur av handilslívinum og vinnu
lívinum í oynni, og vit fegnast um at
kunna veita eina góða og dygga tæn
astu, bæði til fólkið her í oynni og tey,
sum vitja í oynni og geva sær stundir
at støkka inn á gólvið, sigur Annika
Vidtfeldt.
Handilin Hjá Rólanti á Sandi
er á tremur við jólapynti og
góðum jólagávuhugskotum
til alla familjuna
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Mær dámar væl, tá viðskiftafólk eru kræsin og kritisk. Tey gjalda jú fyri tað, tey fáa, og
tí skal arbeiði vera væl úr hondum greitt, sigur Sigurd Hentze, royndur gólváleggjari