mánadagur 23. november 2015síða 54
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 48 • 23. november 2015
22
Ókeypis lýsingarblað
Vinningar fyri túsundtals krónur
Tað er einki at ivast í, at Jólakvissin er ein gyltur
møguleiki at vinna annaðhvørt nakrar ferða
seðlar við Atlantsflog til Bergen ella eitt av
mongu gávukortunum, ið eisini verða burtur
lutað.
Vinningarnir eru nógvir í tali, tí umframt teir
tilsamans átta ferðaseðlarnar til Bergen við
Atlantsflog, so eru eisini fleiri enn 100 gávukort
at vinna.
Tilsamans eru vinningar fyri eitt samlað virði
á umleið 65.000 krónur.
Átta lesarar av landinum
Høvuðsvinningurin í Jólakvissini er sum áður
nevnt átta ferðaseðlar til Bergen.
Bergen er í dag ein ógvuliga spennandi býur
við nógvum upplivingarmøguleikum og nógvum
vitjunarverdum støðum.
Gamla Bryggen í Bergen er somuleiðis eitt
stað, ið man má vitja, tá ið man er í norska bý
num. Á Bryggen er ein heilt serligur hýrur, sum
tú ikki upplivir aðrastaðnis.
Í Jólakvissini fara vit hvørja viku hesar fýra
vikurnar at trekkja lut millum lesararnar um
eina ferð fyri tvey til Bergen. Sostatt eru tað
tilsamans átta lesarear, ið vinna eina ferð til
Bergen.
Hvussu ger man?
Men hvussu ger man so, um man ætlar sær at
vera við í kappingini? Jú, tað er ógvuliga einfalt.
Niðanfyri standa tríggir ymiskir spurningar, ið
vísa til seinasta Vikublað, ið bleiv borið út í hvørt
hús í landinum seinasta mánadag.
Allir tríggir spurningarnir verða svaraðir
við einum síðutali.
Um svarnini til dømis eru síða 7,
14 og 22, so skal eitt SMS við svar
inum Kviss 7 14 22 sendast til
1940. Kostnaðurin er 10,- krónur
fyri SMS umframt vanligan sms-
takst.
Millum øll innkomnu svarini, ið eru røtt,
verður síðani drigið lut um tveir ferðaseðlar til
Bergen við Atlantsflog, og harafturat
verða eisini um 30 gávukort
burturlutað hvørja viku.
Spurningar úr Vikublaðnum 16. november 2015
Spurningarnir hesuferð
Ferðaseðlarnir og gávukortini kunnu ikki umbýtast við reiðan pening.
Allir vinnarar fáa persónlig boð frá VikuBlaðnum, umframt at hetta eisini verður kunngjørt í blaðnum.
Tað kostar kr. 10,- umframt vanligan takst fyri hvørt svar, sum virkar sum ein lutaseðil.
Bæði Føroya Tele og Vodafone kundar kunnu luttaka, og tað ber til at senda fleiri sms frá sama nummari.
Seinasta freist at senda sms inn er hósdag klokkan 12, sum Vikublaðið er borið út mánadagin
frammanundan. Starsvfólk hjá Miðlahúsinum kunnu ikki luttaka í kappingini.
1. umfar í kappingini byrjar í dag, og
síðsta umfar verður um fýra vikur, tann
14. desember 2015. Hvørja viku eru
tríggir nýggir spurningar í VikuBlaðnum,
har tú skalt finna trý síðutøl. Svarini
finnast onkustaðnis í blaðnum frá
vikuni frammanundan. Hvørja viku tær
fýra vikurnar er lutakast millum inn
komnu røttu SMS-boðini um eina ferð
fyri tvey til Bergen við Atlantic Airways.
Vinnararnir skulu brúka vinningin í
summarferðaætlanini hjá Atlantic
Airways.
Somuleiðis verða tilsamans fleiri
enn 120 gávukort á 250,- krónur frá
lýsarum okkara burturlutaði millum
røttu SMS-boðini.
Jólakvissin av bakkastokki
Stóra kappingin Jólakvissin fer nú av bakkastokki. Blaðið, sum tygum sita við í hondini, er
tað fyrsta av fýra Vikubløðum á rað, har Jólakvissin er stórur partur av blaðnum
Dømi: KVISS 12 34 56
T.e. síða 12, síða 34 og síða 56.
Minst til millumrúm millum KVISS og tølini
Kostnaðurin fyri hvørt sms boð
er 10,- kr. + vanligan boð-takst
Seinasta
freist at
luttaka hesa
vikuna er
hósdagin
kl. 12.00
Gávukort
2015
Gávukort
2015
Gávukort
2015
KVISS
12 34 56
til
1940
Dømi:
Á hvørji síðu í seinasta Vikublaðnum kanst tú lesa um,
at amerikanska fótbóltssambandið hevur sett forboð fyri,
at børn undir 11 ár stúta ein bólt?
Á hvørji síðu í seinasta Vikublaðnum kanst tú lesa
um bókadagar í Norðurlandahúsinum?
Á hvørji síðu í seinsata Vikublaðnum kanst tú lesa um,
tá ið ein hernaðarbilur fór á sjógv á Kongabrúnni í Havn?