Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 56

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 48 • 23. november 2015 24 Ókeypis lýsingarblað Varðin fingið nýggjan ritstjóra Annlis gevur Í Menniskjum Góður Tokki frá sær Seldu 1,4 miljónir búnar uppá eitt ár – Tað verður framyvir Barnabati sum kemur at hjálpa børnum í fíggjarliga sperdum familjum. Tað er við sorgblídni at eg gevist, men eg fegnist um, at átakið verður framtíðartryggjað hjá Barnabata Tað eru framvegis alt ov nógv børn í Føroyum, sum dagliga liva við stórum avmarkingum og tí hevur tað verið ógvuliga umráðandi fyri meg, at tann sum tekur yvir framhalandi fer at hjálpa fam­iljum og børnum til jóla og í samband við barna­føð­ingardagar og frítíðarítriv, sigur Annlis Bjarkhamar. Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, fegnast um, at tey kunnu víðka sítt virksemi við hesum átaki, sum avgjørt fellur innanfyri enda­ málið hjá Barnabata um at hjálpa og bøta um kor­ini hjá børnum og ungum í Føroyum. Síðan átakið sá dagsins ljós í 2010 hava yvir 2.000 fíggjarliga sperdar familjur fingið jólahjálp. Jólahjálpin hevur hesi árini glett 3.900 børn og gávukort fyri 5,7 milliónir krónur eru latin til jólahjálp, frítíðarvirksemi, føðingardagar og mat. –  Umframt at hava hjálpt øllum hesum børn­um og familjum hava vit fingið sett barna­ fátækradømi á dagsskrá, og hetta fer vón­ andi at føra við sær politiskar batar, tí barna­ fátækra­dømi er ein samfelagstrupulleiki, og ikki ein trupulleiki, sum sjálvbodnir felagsskapir einsa­mallir skulu taka sær av, sigur Annlis Bjarkhamar. Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata sigur, at fyri tey er tað gott at víðka virksemi við hjálpini til fíggjarliga sperdar barnafamiljur. – Vit í Barnabata arbeiða fyri at hjálpa og bøta um korini, uppvøkstur og menning hjá børn­ um og ungum í Føroyum. Vit ynskja, at øll børn og ung hava møguleika til persónliga menning, og at tey fáa tann stuðul og umsorgan tey hava tørv á, sigur Djóni Eidesgaard, og vísir á, hvussu týdn­ingarmikið tað er, at børn í fíggjarliga sperdum familjum hava møguleika at halda jól, føðingar­dag og ganga til frítíðarítriv á jøvnum føti við javnaldrarnar, sigur hann. Mentanarritið Varðin hevur fingið nýggjan ritstjóra. Tað er 44 ára gamla Dorit Hansen, sum nú skal ritstjórna 94 ára gamla tíðarritinum Tíðindastovan AP hevur roknað seg fram til hvørji fótbóltsfeløg í heiminum selja flest fótbóltsbúnar Dorit Hansen er ritstjóri í Námi og hevur eisini verið miðlafólk, har hon hevur verið blaðkvinna á Sosialinum, og har hon eisini hevur ritstjórnað eyka­blaðnum, Mentan, hjá Miðlahúsinum. Hon er cand. mag í enskum og samtíðarsøgu og samfelagsgreining, og hevur drúgvar royndir sum miðnámsskúlalærari, boðar Varðin frá í morgun. Varðin byrjaði sum mentanarligur felags­ skap­ur í 1912, og í 1921 kom fyrsta tíðarritið út. Varðin hevur havt nógvar kendar ritstjór og úr rúgvuni kunnu nevnast Gunnar Hoydal, Steinbjørn B. Jacobsen, Christian Matras, Heðin Brú, William Heinesen og Rikard Long. Seinastu trý árini hevur rithøvundurin Agnar Artuvertin verið ritstjóri, og frammanundan ritstjórnaði Poul Andreasen tíðarritinum í góð 25 ár. Dorit Hansen verður fyrsta kvinnan í rit­ stjórnini. Og hon heldur, at tað er framvegis tørvur á Varðanum. – Í dag eru nógvir pallar, sum miðla mentan og viðgera bókmentir, men tað er framvegis stórur tørvur á einum tíðarritið sum Varðanum. – Vit hava brúk fyri einum palli, sum loftar og viðger stóra føroyska útgávuvirksemi og lýsir før­oyska mentanarsøgu. Og vit hava tørv á ein­ um palli, sum hýsir bæði góðum skaldskapi og krit­iskari mentanarviðgerð. Ein slíkur pallur skal Varðin vera. Eftir ætlan kemur fyrsti Varðin við nýggju rit­ stjórnini út í vár, og málið er, at tíðarritið skal koma út tvær ferðir um árið. Yvirlitið vísir, at tað eru Real Madrid og Man­ chester United, sum selja flest búnar. Frá juni í 2013 til august í 2014 seldu Real Madrid og Man­chester United 1,4 miljónir búnar hvør. Eitt sindur óvæntað selur Chelsea fleiri búnar enn Liverpool. Liverpool hevur annars ræðu­liga nógv viðhaldsfólk kring allan heimin. Topp 10 listin yvir flest seldar fót­bólts­ búnar í tíðarskeiðnum juni 2013 til august 2014 sær soleiðis út: 1. Real Madrid, La Liga – 1,4 miljónir búnar 1. Man. United, Premier League – 1,4 mió.  3. Barcelona, La Liga – 1,15 mió. búnar 4. Chelsea, Premier League – 910.000 5. Bayern München, Bundesliga – 880.000 6. Liverpool, Premier League – 810.000 7. Arsenal, Premier League – 800.000 8. Juventus, Serie A – 480.000 búnar 9. Inter Milan, Serie A – 450.000 búnar 10. AC Milan, Serie A – 350.000 búnar