Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 58

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 48 • 23. november 2015 26 Ókeypis lýsingarblað Jólini nærkast í hvørjum Kavin er komin og jólini nærkast í hvørjum. Í hvørjum húsum tendrast ljós í vindeygunum. Nógv er at gera, tí jólaaftan er nær við. Í miðbýnum er eisini nógv á skránni, heilt frá 28. november til 23. Desember Leygardagin 28. november, tendrar stóra jóla­ træið á Vaglinum í Havn, og í vikuskiftunum aftaná tendra hini jólatrøini í Tórshavnar Komm­ unu. Leygardagin eru eisini jólaklipp á skránni á Býarbókasavninum frá kl. 10-16, ein kann tekna sína egnu karleikskúlu á Listasavninum við ársins listafólki og skoytibreytin letur upp. Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur talu og Uni Næs, prestur, talar, tá jólatræið tendrar. Umframt hetta spæla Havnar Hornorkestur, Frelsunarherurin og ‘Kom við til Spæliland’, og jóla­menn vera á skránni eisini. Leygardagin 5. desember, eru Barnajól. Tá eru øll børn vælkomin í Margarinfabrikkina at baka smákøkur og gera jólabomm, tekna við Janusi á Húsagarði, gera hár og negl og evna til leir. Í Smiðjuni í Lítluvík er framsýning við Miriam Hinz, og á Listasavninum er framsýning ‘Krákur í kava og blái drekin við bilinum’ at síggja. Konsert við Ave og Kvonn er á Reinsarínum kl. 21. Jólatrøini í Tórshavnar kommunu tendra soleiðis: 28. desember: Á Vaglinum. 5. desember: Í Kaldbak, á Velbastað, á Argjum og í Hvítanesi. 6. desember: Í Kirkjubø, í Kollafirði, í Hesti, í Nólsoy, í Hoyvík og í Norðadali 14. desember: Í Syðradali 12. desember, kl. 15, kemur Jólaskipið á Vágs­ botn. GHM orkestrið spælir og jólamenn ganga runt í býnum og bjóða karamellur. Skoytibreytin er opin og jólaklipp er á Býarbókasavninum. Kl. 16.30 syngur kór í býnum og aftur kl 19.30 syngja Kristiliga Sangkórið og Vágakórið í Havnar Kirkju. Handlarnir í miðbýnum hava opið frá kl. 10-18. Meira um øll tiltøkini stendur á heimasíðuni hjá visittorshavn, http://jol.visittorshavn.fo