Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 62

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 48 • 23. november 2015 30 Ókeypis lýsingarblað Forelska teg aftur í Bergen Bergen. Býurin, sum einaferð var høvuðsstaður í Noregi, og sum fegin vildi verið tað aftur. Onkur vil enntá vera við, at íbúgvarnir enn halda, at teir búgva í høvuðsstaðnum. Teir uppføra seg í øllum førum har eftir Ólavur Kyrri varð tann fyrsti at seta búgv á stað­ num í 1070, og fekk býurin navnið Bjørgvin, sum merkir grøna ongin millum fjøllini. Sum Róm er Bergen eisini umkransað av sjey fjøllum. Bergen hevur altíð verið ein týdningarmikil handils- og havnabýur. Bergen var størsti býur í Norðurlodum inn til 17. øld og Noregs størsti býur til 1830. Hansasamgongan, sum týskir bý­ statir stovnaðu í 13. øld og sum menti seg sum týdn­ingar­miklasta handilssamgongan, hevði eina fasta skrivstovu í Bergen og hetta hevur sett sín dám á býin. Bryggjan í Bergen ber vitnis­ burð um hvussu týdningarmikil handils­skip­ini hjá Hansa­samgonguni vóru fyri býin og eru tey nú á listanum hjá UNESCO yvir heimsarv. Bergen hevur tó ta ivasomu æru, at vera óloys­iliga knýtt at Svartadeyðanum. Mong munnu tey vera, sum hava lisið bókina Eitt Skip kom á Bjørgvin í 1349 í skúlanum. Søgan fortelur um eitt bretskt skip, sum kom til Bergens og við sær førdi tað deyðiliga svartadeyðan, sum kom­ andi árini tók lívið av meiri enn helvtini av íbúgv­ unum í Noregi. Bergen hevur annars nógv at bjóða ferða­ fólk­unum. Umframt Bryggen, sum íbúgvarnir eru sera stoltir av, vísa teir tær gjarna Ulriken og Fløyen, tvey av fjøllunum um býin. Bergen er eis­ini heimstaður hjá Edvard Grieg og setir hetta sjálv­andi sín dám á býin, millum annað við stóru Grieghøllini, sum er ein konserthøll. Mangir føroyingar munnu hava vitja Bergen, serliga ta tíð Norrøna hevði fasta sigling til býin, men óivað er føroyska tilknýtið til Bergens viknað nakað seinastu tíðina. Fýra pør fáa tó eitt gylt høvi komandi vikurnar at enduruppdaga vestur­norska høvuðsstaðin ella kanska at for­ elska seg í býnum á fyrsta sinni.