mánadagur 23. november 2015síða 64
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 48 • 23. november 2015
32
Ókeypis lýsingarblað
Fløyen og Ulriken
Bergen fyri børn
Eins og Róm er Bergen bygd millum sjey fjøll.
Ulriken er tað hægsta av hesum sjey fjøllunum
Hæddin er 642 metrar. Ovast hava norðmenn nú
bygt eina matstovu og kafé og ein gondolbani
koyrir ferðafólk upp á toppin. Tað ber eisini væl
til at taka leiðina upp á Ulriken til gongu, fleiri
gøtur leiða fólk upp á toppin og haðani víðari
inn á Víddina.
Enn betri umtókt sum ferðamannamál er
kortini Fløyen, eitt av hinum sjey fjøllunum, og
haðani sært tú besta útsýnið í býnum, sigst.
Fløyen liggur beint oman fyri miðbýin, sum allar
helst er ein av orsøkunum til, at tað er so væl
umtókt. Hæddin er einans 399 metrar og tað
er bæði koyrandi, súkklandi og gangandi upp á
toppin. Her ber tó eisini til at koyra við einum
elektriskum kápulvogni. Hendan rutan byrjaði so
tíðliga sum í 1918.
Ovast av Fløyen, har tað sjálvandi liggur ein
matstova, er útsýnið yvir Bergen bergtakandi.
Haðani ber eisini til at ganga víðari inn yvir
Víddina, millum annað yvir á Ulriken.
Meet the Locals. Soleiðis roynir Akvariið í Bergen at lokka vitjandi til sín. Akvariet í Bergen er
eitt akvarium sum vísir fisk, pingvinir, sjóleyvur, kópar og onnur djór, ið liva í vatni
Akvariet hevur eisini eina stóra tropiska deild,
við slangum, krokodillum, eiturkppum og øðrum
tropiskum djórum. Akvariet liggur mitt í Bergen.
Fleiri enn 300 djórasløg eru í akvariinum, og
roynt verður at geva teimum eitt so nátúrligt
umhvørvi sum gjørligt.
Í forhøllini sleppa bæði stór og smá at upp
liva, hvussu tað er at geva fiskunum mat og
fleiri ferðir um dagin geva djórapassararnir
pingvinunum og kópunum mat og greiða frá
um djórini. Akvariið í forhøllini er eitt sonevnt
nertingarakvarium, har vitjandi kunnu nerta við
øll djórini. Hetta akvariið endurspeglar norsku
fjørðuna.
Endamálið við Akvariinum er at breiða kunn
leika um lívið í havinum við at vísa teimum
vitjandi tað, sum livir í norskum sjógvi. Vónandi
økir hetta um kunnleika teirra um djóralívið í
havinum og vekir áhuga teirra fyri grundarlag
num undir norskum fiskiskapi, hvalaveiðu og
havnýtslu.
Ferðavinnan í Bergen ger nógv burtur úr at
hava tilboð til børnini. Umframt akvariið eru
bæði baðiland og ein vitanardepil í Bergen.
Baðilandið hevur bæði innandura og uttan
dura svimjihylar. Har eru glíðibreytir, boblubað,
Superbowl, strendur og enn tá ein egin deild
fyri vaksin. Baðilandið er inni á keypsmiðstøðini
Vestkanten, sum annar hevur 110 handlar,
íshøll, curlingbana, bowlingbana, kroppsíðkanar
miðstøð og fleiri matarstøð. Eisini ber til at njóta
eina góða máltíð á strondini í baðilandinum.
VilVita er ein stórur upplivingar- og vitanar
depil fyri alla familjuna. Her kunnu børn og
barnsligar sálir spæla og læra í framsýningunum,
einsamøll ella saman við øðrum.
Í VilVita eru bæði fastar og fyribils fram
sýningar. Millum føstu framsýningarnar eru
Sentrifugalskapurin, har tú kanst súkkla 360
stig runt, tú kanst gera tíni egnu veðurtíðindi
ella fáa robottin at tosa ella syngja.
Í framsýningini Vetrarítróttur kanst tú royna
teg sjálvan í 23 ymiskum vetrarítróttargreinum.
Royn at halda tær sjálvum á beinunum á skíum,
luttak í skískjóting, statt á snowboard ella á
skoytum – ella ger kavaflykrur. Alskyns møgu
leikar eru í VilVita í Bergen.