mánadagur 23. november 2015síða 70
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 48 • 23. november 2015
38
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Føroysk framleiðsla
Góðir stuðuls
møguleikar
hjá vinnuni
í Horizon 2020
Mándagin 9. november vóru tveir almennir kunningarfundir um Horizon 2020, har
serfrøðingar úr Brússel greiddu frá um møguleikar hjá føroyskum stovnum og fyritøkum
at luttaka í evropeiskum verkætlanum við stuðli frá Horizon 2020.
Terji Nielsen
F
leiri enn 60 fólk nýttu høvi at
hoyra Anne Haglund-Morrissey
og Anna-Karin Runemo greiða
frá. Serligur dentur var á møguleikar
nar hjá vinnufyritøkum, tí hesin part
urin er nýggjur í mun til undanfarnar
granskingarskráir.
Anna-Karin Runemo starvast hjá
EASME (Executive Agency for SMEs),
sum er skrivstovan, ið tekur sær av
umsóknum frá fyritøkum. SME stend
ur fyri Small and Medium-sized Enter
prises.
Fyritøkur hava møguleika at søkja
einsamallar í útboði, sum nevnist
SME Instrument, og nógv varð gjørt
burturúr at greina hendan møguleik
an. Søkt kann verða um stuðul til at
menna eina framleiðslu, tænastu ella
líknandi. Greitt var frá umsóknarum
førunum, hvussu viðgerðin gongur fyri
seg og hvørjar stuðulsupphæddir tal
an kann verða um.
Tað er einki mark fyri, hvussu
lítil ein fyritøka kann vera. Flestu
fyritøkur,
sum
søkja
í
hesum
útboðunum, eru smáar við færri
enn 10 starvsfólkum. Fyritøkan skal
kunna vísa á marknaðin, menning
armøguleikar og hava førleikar til at
átaka sær uppgávuna. Best er, um
framleiðslan er somikið búgvin, at
frumsnið fyriliggur.
Eydnast tað at fáa stuðul, sær
EASME til, at fyritøkan fær neyðuga
ráðgeving um t.d. víðari menning og
patent. Tað eru tríggjar fasur, sum
søkjast kunnu í. Í fyrstu fasuni verður
stuðul á 50.000 evrur latin til neyv
ari kanning av ætlaðu framleiðsluni
fyri at gera hana búna til marknaðin.
Í aðru fasuni kann stuðul verða latin
í mun til støddina á verkætlanini og
fíggjartørvin. Vanligu stuðulsupp
hæddirnar eru millum 0,5 og 2,5 mill.
evrur. Umframt stuðul í teimum fyrstu
fasunum, kann verða søkt um lán hjá
evropeisku fíggingarstovnunum.
Føroyskar fyritøkur kunnu søkja
stuðul á jøvnum føti við fyritøkur í
Evropa. Higartil eru tríggjar føroyskar
umsóknir skrásettar hjá EASME, har
av ein hevur fingið játtað stuðul á
50.000 evrur. Talan er um fyritøkuna
Frama, sum arbeiðir við verkætlan, ið
skal basa laksalús. Jákup Bech Jen
sen umboðandi fyritøkuna greiddi á
fundinum í Vinnuhúsinum stutt frá
um virksemið, hvussu umsóknin varð
tilevnað og at teir ætla at søkja í fasu
tvey um eitt ár ella so, tá ið komið er
á mál við fyrsta partinum av verkætl
anini.
Tá ið umsókn verður send til Hori
zon 2020, verður hon mett av fakfólk
um og fær próvtal. Um hon ikki fær
nóg høga meting, so verður noktandi
svar givið umsøkjaranum. Tá ber til at
betra umsóknina og senda hana inn
aftur. Í SME Instrument er ikki vanlig
umsóknarfreist. Hinvegin eru 4 “cut-
off” dagar um árið, tá ið innkomnar
umsóknir verða viðgjørdar. Umsóknin
hjá Frama varð send inn tvær ferðir.
Umframt framløguna um SME
Instrument varð eisini kunnað um
skipan, sum kallast Fast Track to
Innovation, stytt FTI, um flytføris
skipanina Marie Skłodowska-Curie
actions, stytt MSCA, og meira alment
um Horizon 2020.
Fitt av spurningum vóru á fundun
um og ymsir møguleikar umrøddir.