mánadagur 23. november 2015síða 80
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 48 • 23. november 2015
48
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
Terji Nielsen
H
otel Hebron í Helgolandsgade á
Vesturbrúgv í Keypmannahavn
er eitt ógvuliga kent hotell
millum føroyingar flest. Gamla missi
ónshotellið hevur altíð havt nógvar
føroyskar gestir, og somuleiðis hava
nógvir føroyingar starvast á hotellin
um gjøgnum árini, og enn tann dag í
dag starvast fleiri føroyingar á Hotel
Hebron.
Ikki longur missiónshotel
107 ára gamla hotellið í Helgolands
gade 4 hevur øll árini havt sama
eigara, nevnliga Dansk Kirkelig For
ening av Indre Mission. Av tí sama
hevur hotellið altíð verið rópt eitt
missiónshotel.
Men í dag er nógv broytt, greiðir
stjórin, Peter Bech, frá. Hann byrjaði
sjálvur sína starvsleið í hotelvinnuni á
júst Hotel Hebron fyri mongum árum
síðani.
Eg byrjaði her á hotellinum sum
piccolo, tá ið eg var tannáringur. Tá
arbeiddu heilt nógvir føroyingar her.
Eg minnist eisini, at ein av mínum
fyrstu døgum í arbeiðinum spældu tey
hund við mær. Eg bleiv sendur heilt
upp á fjórðu hædd við eini smekkfull
ari vaskibalju, sum var nakað so tung.
Men tá ið eg kom upp á fjórðu hædd
við stóru baljuni, leyp ein føroysk
gongsgenta úr klædnarúgvuni í balj
uni, so tað var ikki løgið, at baljan var
tung, greiðir hann frá.
Peter Bech sigur, at tað er nógv
broytt, síðani hann gjørdist stjóri á
Hebron í 2004.
Tá visti eg tað ikki, at hotellið øll
árini hevði átt eitt skeinkiloyvi, sum
man tó ikki hevði aktiverað, men sum
man hevði ligið á fyri at blokera fyri
einum øðrum skeinkjara í býnum. Tá ið
eg so kom til, vildi eg hava, at hotellið
fór at skeinkja, og tað fekk eg heimild
til, hóast tað gekk eitt sindur trekt við
at fáa nevndina at taka undir við tí,
sigur Peter Bech.
Ikki ein nátt uttan
føroyskar gestir
Sum áðurnevnt hevur Hotel Hebron
altíð havt rættiliga nógvar føroyskar
gestir, og Peter Bech greiðir frá, at
hóast tað ikki eru eins nógvir føroy
ingar, sum vitja hotellið í dag, sum
tað vóru fyrr, so eru altíð føroyingar
á hotellinum.
Tað er ikki ein nátt, har vit ikki
hava føroyskar gestir. Men fyri eini
sjey árum síðani áttu føroyingar um
leið sjeyndu hvørja yvirnátting á ho
tellinum. Í dag eiga føroyingar umleið
tjúgundu hvørja yvirnátting, men vit
vilja fegin, at tað skal broytast til tað
betra, tí vit eru glað fyri føroyingar,
sigur hann.
Hann sigur, at tað er ikki tí, at tað
gongur striltið við at fylla hotellið, at
tey á Hebron vilja hava fleiri føroying
ar á gátt.
Vit skulu ikki klaga. Umleið 86
prosent av okkara kapasiteti verður
brúktur árliga, og tað er rættiliga gott.
Tað ger eisini, at vit hava møguleika
fyri leypandi at modernisera hotellið.
Vit eru í gongd við at skifta øll baði
rúmini út, og tað arbeiðið er komið
væl áleiðis. Vit hava 100 kømur, og
tað eru bert 15 kømur, har baðirúmini
ikki eru skift, greiðir Peter Bech frá.
Hann sigur, at tey á Hotel Hebron
hava nógvar fastar gestir úr Føroyum
og Íslandi serliga. Tey vóna, at hesi var
enn fleiri í tali.
Og við tí støði, sum Hotel Hebron
í dag er á, so er hotellið eitt framúr
gott val til eina vitjan í danska høv
uðsstaðnum. Hotellið hevur allar
hentleikar, ið man hevur brúk fyri, og
kømurini eru rein og góð. Harafturat
hevur Hotel Hebron helst eina tí bestu
plaseringina, ið man kann hugsa sær í
Keypmannahavn.
So tað er ógvuliga sannlíkt, at Pet
er Bech fer at fáa sítt ynski uppfylt
við at fáa enn fleiri føroyingar á gátt.
Hotellið við føroyska hjartanum
Í sjálvum hjartanum av Keypmannahavn, bert einar tríggjar minuttir til gongu frá høvuðsjarnbreytarstøðini,
liggur navnframa Hotel Hebron. Eitt gistingarhús, sum hevur ein heilt serligan tokka til føroyingar
BEST WESTERN
Allir dagar gerast betri
tá tú hevur sovið væl um
náttina ...
• Stór morgunmatarbuffét við í prísinum
• Frítt Wi-fi
• Ókeypis kaffi/te alt samdøgrið
• Fundarhølir fyri upp til 40 luttakarum
+45 33 31 69 96 · www.hebron.dk · Ring ella skriva í dag
Bara 3 minuttir frá høvuðsjarnbreytarstøðini
Hebron
Tivoli
Høvuðs
jarnbreytar
støðin