týsdagur 24. november 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. november 2015 · Nr. 136
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Leingi er tað, ið væl skal vera kunnu
vit siga, nú landsstýriskvinnan í
mentamálum hevur lyft lokinum,
hvussu føroysku fjølmiðlarnir skulu
skipast.
Hjá okkum sum fáast við privat
fjølmiðlavirksemi í Føroyum hevur
tað sæð út sum eitt stríð uttan enda
at fáa politikararnar at javnseta priv
atar og almennar fjølmiðlar. Kring
varp Føroya hevur við landskassa
num í rygginum dumpað prísir fyri
at taka sum mest av lýsingarmarkn
aðinum frá privatu miðlunum.
Kapping er góð, men øll kapping
er ikki góð. Tá almennir pengar bein
leiðis verða misbrúktir til at kroysta
privatar kappingarneytar, tá er tað
rívandi galið.
Nú
er
fjølmiðlamarkanðurin
broyttur so nógv, at tað er ov seint at
tosa um at »flyta« lýsingar úr alment
fíggjaða Kringvarpinum til privatar
føroyskar miðlar. Kappingin uttan
eftir er so stór, at stórur partur av
lýsingarmarknaðinum longu hevur
flutt seg til Facebook, Google Adds og
aðrar skipanir, sum skovla lýsingar
pengarnar av landinum í staðin.
At allur bati bøtir, velja vit at
trúgva. Men tá landsstýriskvinnan
tosar um, at »hesin stuðul kann
styrkja føroyskan journalistikk, eft
irútbúgving, starvslærupláss og brúk
ast til útberingarstuðul fyri tíðinda
bløð«, so tykist tað ikki sum tað liggur
fremst í huga at tryggja grundarlagið
hjá verandi redaktiónum at virka.
Tað kann so ikki vera meiningin,
at løgtingið skal fíggja einstøk fjøl
miðlafólk við miðlastuðli, sum ar
beiða við einum hvørjum íverkset
aravirksemi fyri útvega sær eina
persónliga inntøku. Tað kann heldur
ikki vera meiningin, at fjølmiðlastuð
ul skal brúkast til at fáa næmingar úr
donskum journalistskúlum í starvs
venjing í Føroyum.
Ein fjølmiðlastuðul skal at styrkja
grundarlagið hjá redaktiónum at
virka og fremja dygargóðan journal
istikk. Tí eigur eitt krav um stødd av
redaktiónum og lønarútgjaldingum
sjálvandi at vera grundarlag. At taka
inn starvsnæmingar er ein nátúrlig
ur partur av at reka fjølmiðlavirsemi
– bæði alment og privat.
Sjónvarpslýsingar tykjast á onkr
an hátt at verða friðhalgaðar – og
spírandi filmsvinna verður týðum
nýtt sum grundgeving. Vit vildu
ynskt, at sama fyrilit varð sýnt bæði
spírandi og blómandi og verandi
journalistum, sum virka og hava
virkað í føroyska fjølmiðlaheiminum
undir sera trongum korum í mong
harrans ár.
Sjónvarpslýsingar eru skjótt ein
saga blot. Kringvarpið fær ikki nógv
ar inntøkur tann vegin, tí tær flyta
seg eisini á internetið, har føroyskt
framleiddar sjóvarpslýsingar fara at
blóma í næstum.
Við bíða spent at frætta, hvussu
hendan samgongan ætlar at raðfesta
privatar tíðindaredaktiónir til frama
fyri at fremja dygdargóðan journali
stikk.
Endmálið er at styrkja
journalistikkin í miðlunum
LEINGI ER TAÐ IÐ VÆL SKAL VERA
Gevur
okkum
styrki til at
gera tað
enn betur
SÍÐA 18
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Kári P. Højgaard, tingmaður,
vil hava løgmann at greiða
frá um, hvørjar ætlanir eru
við Samhaldsfasta.
Hann hevur sett honum
fýra spurningar, sum hann
skal svara skrivtliga sum
grein 52 spurningar. Hann
spyr,
um
Samhaldsfasti
skal verða bulurin í nýggju
pensjónsskipanin, um Sam
haldsfasti
skal
avloysa
galdandi
pensjónsskipan,
um tað er rætt, at fólk sum
partvís hava búð og arbeitt
í Danmark ella Grønlandi,
ongan
trupulleika
hava
viðvíkjandi fólkapensjónini,
men koma undir 40 ára
kravið, ið er galdandi fyri at
fáa fult útgjald úr Samhalds
fasta, og um løgmaður fer at
taka stig til at rætta henda
skeivleika.
Løgtingsmaðurin vísir á,
at um føroyingur hevur búð
í Danmark ella Grønlandi
og flytir heim til Føroya at
búgva, eru ongir trupul
leikar
sambært
galdandi
pensjónskipan. Brotpensjón
er ikki galdandi innan fyri
ríkið, so tískil fær viðkom
andi fulla fólkapensjón eftir
føroyskari lóggávu.
Fyri at fáa fult útgjald úr
Samhaldsfasta krevst hin
vegin, at ein hevur verið 40
ár á føroyska arbeiðsmarkn
aðinum, tí at brotpensjón er
galdandi fyri samhaldsfasta
innan fyri ríkisfelagsskap
in. Hevur ein t.d. búð og ar
beitt 20 ár uttanlands, fær
viðkomandi bert hálvt gjald
úr samhaldsfasta. Hetta er
eisini galdandi fyri persónar,
sum hava goldið fult gjald
til grunnin, síðan hesin varð
stovnaður í 1991.
Um teir koma frá landi,
sum hava líknandi skipan
sum okkara, skuldi ongin
trupulleiki verið, tí tá fáa
tey tað, sum tey missa her,
endurgoldið frá landinum,
har tey hava búð. Øðrvísi er,
um tey td. hava búð nøkur
ár innan ríkisfelagsskapin
(Grønland el. Danmark), so
er ikki sami møguleiki. Brot
pensiónin er ikki galdandi
innan
ríkisfelagsskapin,
meðan hon er galdandi fyri
samhaldsfasta. Soleiðis fara
hesi at missa, tá tey flyta til
Føroyar, meðan tey fáa dup
ult, (t.v.s. bæði fulla grøn
lendska
fólkapensjón
og
samhaldsfasta úr Føroyum),
um tey td. flyta til Grønlands.
Kári spyr um
Samhaldsfasta
Sunnudagin, sum er fyrsti
sunnudagur í advent, skipar
Lions Club Tórshavn fyri
sínum árliga adventstiltaki
fyri alla familjuna. Í ár fer
stuðulin til Sjúklingahotellið
Tórshavn.
Sum vant, verður Plantasj
an pyntað við ljósum í greinu
num, báli og ljósblussum í
ánni, har sum tiltakið er, so
tað verður so hugnaligt sum
møguligt.
Sum vant, ber til at keypa
sær jóladekoratiónir, tilfar
til dekoratiónir og annað til
hugnan og hitan, ið hoyrir ad
ventini og jólunum til.
Eisini kemur Havnar Horn
orkestur at lívga løtuna við
nøkrum góðum tínum, og
jólamenninir vitja við onkrum
góðum til børnini. Og so ber
annars til at keypa sær kakao,
bollar, vaflur og sunkist
Talan er um eitt tiltak, ið er
fyri alla familjuna, samstundis
sum fólk – eins og vanligt er,
tá Lions Club Tórshavn skipa
fyri – kunnu stuðla einum
góðum og vælgerandi enda
máli.
Hesaferð verður ágóðin av
jólahugnanum latin Sjúkling
ahotellinum Tórshavn, ið so
kann fáa sær nýggja útgerð til
venjingarhølið, sum er niðri
undir á hotellinum.
Verandi venjingarútgerð er
fyrigingin, og tað kemur illa
við, tí venjingarhølið verður
annars
dúgliga
brúkt
av
teimum, ið eru á hotellinum
í sjúklingaørindum, so tí er
stórur tørvur á at fáa nýggja
útgerð.
Ætlanin er at keypa ein
krosstrenara,
eina
kondi
súkklu og eitt renniband,
so tey, ið eru á hotellinum,
kunnu venja, hava tey hug til
tað, og jólahugnin hjá Lions
Club fer vónandi at gera tað
møguligt.
Jólahugni í Plantasjuni í Havn
Tað er altíð stak hugnaligt í Plantasjuni, tá Lions Club Tórshavn
skipar fyri sínum árliga jólahugna fyrsta sunnudag í advent
Sinnops
gassið leiddi
læknaheimin
til kemo
HEILSUSÍÐAN
SÍÐA 6