Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. november 2015 · Nr. 136 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin siga, at teir ikki vilja hjálpa samgonguni í hesum málinum, tá ið flokkarnir als ikki annars verða tiknir við í politikkinum hjá samgongu Ivasamt um broytingarnar í hjúnarbandslógini verða samtyktar í tinginum hesaferð politikkur Árni Gregersen Sjálvt um málið um broyt­ ing­ar­nar í hjún­ar­bands­ lóg­ini var høvuðsmálið á ting­fundi, so boðaðu bæði Sam­bandsflokkurin og Fólka­flokkurin frá, at hesir flokk­ar ikki fara at hjálpa sam­gonguni at fáa málið ígjøgn­um. Bárður S. Niel­sen, formaður í Sam­bands­flokk­ in­um, segði greitt, at tá ið samgongan hevur valt at við­gera øll onnur mál utt­ an­um andstøðuna, so kann sam­gongan ikki rokna við, at Sambandsflokkurin fer at hjálpa til at fáa broyt­ing­ ar­nar í hjún­ar­bandslógini samtyktar. Uppá fyrispurning segði formaðurin í Sam­bands­ flokk­in­um, at samgongan hev­ur sett seg í samband við hann nakrar ferðir í sam­ bandi við fiskvinnuna, men als ikki um nakað annað mál. Framsøgumaðurin hjá Fólka­flokkinum, segði, at hetta er eitt álv­ars­mál, sum kanska er tað mest ávl­ars­ liga, sum ting­ið viðgerð. Hann er ímóti, at hjún­ar­ bands­lóg­in verð­ur broytt, tí hetta tekur grund­ar­lag­ið und­an tí samfelagi, sum vit kenna. Avgjørdur Miðflokkur Miðflokkurin var eisini ógvu­ liga avgjørdur í ting­sal­in­um. Jenis av Rana helt eina røðu, sum hann grund­festi í Bíbli­ uni og segði, at flokk­ur­in und­ ir ongum um­støð­um fer at taka undir við broyt­ing­un­um. – Øll hava møguleika at gift­ast í Føroyum, men tað krevur at ein giftist við ein­ um av hinum kyninum, segði Jen­is av Rana. Pauli T. Petersen, Tjóð­ veldi, fanst at, at Jenis av Rana brúkti tingsins røð­ara­ pall til at niðurgera tey sam­ kyndu. Hann tók orðið um tað eft­ir at Jenis av Rana hevði sagt, at hann kundi siga Tjóð­ veldi, at tá ið hann nevndi Halgu­bók, so meinti hann Bíbli­una. Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálv­stýri, gjørdi eisini greitt, at hansara flokkur ikki fór at at­kvøða fyri broytingunum í hjún­ar­bandslógini. Sonja Jógvansdóttir segði, at hon ivaðist í um Kári P. Høj­gaard lviir í føroyska sam­fe­lagnum í 2015. – Eg havi verið postboð í 30 ár, so eg veit væl, hvat fyri­ferst í føroyskum heim­ um og eg havi eisini verið í ein­um barnagarði fyri tveim­ um døgum síðani. Eg haldi tí at tað er skeivt at verða nið­ ur­gjørdur, tí ein hevur sína egnu meining, segði Kári P. Høj­gaard. Jenis av Rana, Mið­flokk­ ur­in, helt ikki, at Kári P. Høj­gaard ikki skuldi leggja nak­að í um hann verður nið­ ur­gjørdur í slíkum málum. Uppskotsstillararnir Fýra kvinnur hava sett upp­ skot fram um broyt­ing­ar í trimum lógum. Høv­uðs­ broyt­ing­in er í lóg­ini um hjún­ar­band. Hini bæði upp­ skot­ini eru fylgj­ur av broyt­ ing­unum í hjún­ar­bands­lóg­ ini. Tær fýra kvinnurnar, sum hava lagt uppskotið fram eru Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, Hanna Jensen, Framsókn, Kristi­anna Winther Poulsen, Javn­að­arflokkurin, og Sonja Jógv­ansdóttir, uttanflokka. Broytingin í hjún­ar­bands­ lóg­ini er, at fólk av sama kyni kunnu ganga saman í hjún­ ar­lag. Ikki í kirkjum og sam­ kom­um, men borgarligt, so tey fáa somu rættindi mót­ veg­is hvørjum øðrum, sum van­lig eru í parløgum millum kvinnu og menn. – Tað snýr seg um, at vit sum samkynd fáa somu rætt­ indi, sum øll onnur – hvørki meira ella minni, segði Sonja Jógv­ansdóttir. Hon segði, at hon er 38 ár og millum yngstu tingfólkini, men hon er eisini millumtey elstu samkyndu, sum opið liva í samkyndum parlagi. Kristianna Winther Poul­ sen, Javnaðarflokkurin, segði, at 20 prosent av før­ oy­ing­um liva í parlagi uttan at vera gift og at 60 prosent av børnum í Føroyum verða fødd uttanfyri hjúnarlag. – Men tíðir broytast og sið­ir skifta, segði Kristianna Winth­er Poulsen. Bjørt Samuelsen segði í sín­ari røðu, at hetta snýr seg um kærleikan og so at gera nakr­ar praktiskar broyt­ing­ ar, so samkynd fáa somu rætt­indi, sum øll onnur í Før­ oy­um hava. Kirkjan blandað uppí Undir viðgerðin kom fram, at broyt­ingin í lógini um brúk av kirkjum, verður gjørd fyri at sleppa kirkjunum undan at noyðast at víga samkynd. Bæði Bill Justinussen, Mið­flokk­urin, og Kári P. Høj­ gaard, Nýtt Sjálvstýri, hildu, at hetta helst verður gjørt fyri at málið skal glíða betur nið­ur. – Eg rokni við, at hetta er gjørt, so vit lættari kunnu taka undir við málinum, tí upp­skotsstillararnir vita, at stór­ur partur av Føroya fólki ikki tekur undir við málinum, segði Kári P. Højgaard. Nógv fólk Málið um rættin hjá sam­ kynd­um at giftast er eitt av heit­astu politisku, etisku mál­un­um í Føroyum og hev­ ur verið tað leingi. Í tingsalinum sást eisini, at nógv fólk hava hug at fylgja við orðaskiftinum, tí tingsalurin var fullur av áhoyr­ar­um. Málið um rættindini hjá sam­kyndum hevur eisini und­ir­tøku millum nógvar føroy­ingar, tí tá ið LGBT-fe­ lags­skapurin hevur skipað fyri skrúðgongum undan ólav­søku, hava fleiri túsund fólk gingið saman við teim­ um. Tær kanningar, sum eru gjørd­ar millum tingfólk um tey fara at atkvøða fyri broyt­ingaruppskotinum, geva onki greitt svar um, um mál­ið verður samtykt. Eftirsum talan er um tríggj­ar lógarbroytignar, so fóru broytingaruppskotini í tríggjar ymiskar løg­tings­ nevnd­ir. Tey vóru beind í trivn­að­ ar­nevndina, rættarnevndina og mentunnarnevndina. Illa ber til at gita framm­ an­undan um uppskotini verða sam­tykt, tá ið tey koma til 3. Viðgerð. Sum tað sær út í løtuni, so er iva­samt um málini koma aft­ur í tingsalin í hesum ár­ in­um. Hetta er eisini tað slag av málum, sum ein ikki kann vera vissur um, hvønn veg tað fer, fyrr enn endaliga at­ kvøðu­greiðslan veðrur eftir 3. við­gerð. Í samgonguskjalinum stend­ur, at tingfólk í sam­ gongu­flokk­un­um stendur frítt um tey atkvøða fyri ella ímóti broytingunum. Andstøðuflokkarnir hava sagt, at teir eru ímóti, men bæði Sonja Jógvansdóttir, utt­an­flokka, er fyri og Ann­ ika Olsen, uttanflokka, hava sagt, at hon hevur torført við at vera ímóti.