týsdagur 24. november 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. november 2015 · Nr. 136
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NORA søkir
eftir samskipara til
Halló Norðurlond
Norrønt Atlantssamstarv
AvloysArAsTArv
NorA søkir eftir avloysara sum samskipari til
Halló Norðurlond frá 1. februar 2016 og árið út.
Talan er um ½-tíðarstarv.
Halló Norðurlond er kunningartænasta hjá
Norðurlendska ráðharraráðnum og hevur
skrivstovur í øllum Norðurlondunum.
Halló Norðurlond heldur til hjá NorA, og fór
undir virksemi sítt í Føroyum í 2012.
Halló Norðurlond virkar fyri at menna flytføri
(mobilitetin) í Norðurlondum. Tað verður gjørt
við at hjálpa privatfólki við kunning í sambandi
við flyting, starv ella lestur í einum øðrum
Norðurlandi.
UPPGÁVUR
Tú fert í høvuðsheitum at arbeiða við:
• At skriva og dagføra kunning um Føroyar á
heimasíðuni hjá Hallo Norden hjá Norður-
landaráðnum.
• At svara munnligum og skrivligum spurn-
ingum frá privatfólki.
• At vera við í arbeiðinum við frágreiðingum
um millum annað, hvussu lógarverkið forðar
flytføri í Norðurlondum. Hetta verður skrá-
sett sum marknaðforðingar í databasu.
• At gera Halló Norðurlond sjónligt í Føroyum.
• At samskifta og samstarva við starvs-
felagar hjá Halló Norðurlond í hinum
Norðurlondunum.
FØRLEIKAR
• vit vænta, at tú hevur hollan kunnleika
til talgilt samskifti, heimasíðuarbeiði og
sosialar miðlar.
• Krav er, at tú hevur viðkomandi útbúgving.
• At tú ert tænastusinnað/ur, ert ágrýtin,
samstarvssinnað/ur og dugir at arbeiða
sjálvstøðugt.
• At tú hevur góðan kunnleika til føroyskt og
føroyska samfelagið og evni at seta teg inn
í við komandi viðurskifti íroknað lógir og
kunn gerðir.
• Dugir eitt av skandinavisku málunum
norskt/svenskt ella danskt í skrift og talu.
• At tú ert før/ur fyri at fáa gott samband
við viðkomandi embætisfólk og tey, sum
taka av gerðir um tær lógir og fyriskipanir,
ið privat persónar hava tørv á at vita um í
sam bandi við flyting millum Norðurlond
og Føroyar.
lønar- og setanarviðurskifti eru við støði í við-
komandi sáttmála.
Meira fæst at vita við at venda sær til Ásmund
Guðjónsson, stjóra á telefon 21 48 44 ella teldu-
post asmundur@nora.fo.
Umsóknin skal sendast teldutøk til nora@nora.fo í seinasta lagi mánadagin 7. desember 2015 kl. 12.00.
samrøðurnar verða væntandi í viku 51. Umsóknin skal stílast til Norrønt Atlantssamstarv, att. Ásmundur Guðjónsson.
Norrønt Atlantssamstarv, NorA · Bryggjubakki 12 · Postboks 259 · Fo-110 Tórshavn · nora@nora.fo
Formansval
í Føroya FiskimannaFelag
Val í Føroya Fiskimannafelag
verður í vetur.
Reglurnar um uppstilling av møgu
ligum valevnum standa í viðtøkum
felagsins, sí heimasíðuna
www.fiskimannafelag.fo
Freistin at stilla upp til formansvalið
hesaferð er fríggjadagin
4. desember klokkan 12.
Gummibátatænastan
Mykinesgøta 6 · 100 Tórshavn · tel +298 31 49 13 · gbt@gbt.fo · www.gbt.fo
Vit haVa VoGnin
til einhVønn tørV
síðan 1936
Í november fæst
ókeypis
nasahjól við Í
keypinum